Hvør var Polycarp?
Polycarp var biskupur í Smyrna og lærusveinur hjá Jóhannesi Ápostuli saman við Ignatiusi og Papias. Hann livdi frá millum 69 A.D til hann var dripin fyri trúnna í 155 A.D.
Hann skrivaði eitt bræv til Kirkjuna í Filippi í uml. ár 110-117 A.D. Vit hava eisini eitt bræv um hansara deyða, skrivað av kirkjuni í Smyrna. Eisini hava vit eitt bræv skrivað av Ignatius til Polycarp. So eru eisini brot frá Papias, ið nevna Polycarp.
Les meir á hesi grein um, hvat fornkirkjan, og hvat ein lærusveinur hjá Jóhannesi trúðu
Hvat er pinsasamkoman?
Hvat er munurin á pinsum og øðrum trúarbólkum, sum t.d. baptistum? Hvat er søgan hjá pinsasamkomuni? Hvat trúgva pinsasamkomurnar í Føroyum?
Serliga eru tað náðigávur, dópur Heilaga Andans, tungutala og týdningurin í sakramentunum, sum skilir pinsalæru frá øðrum trúarbólkum
Sola Scriptura (Skriftin Aleina)
Sola Scriptura merkir, at Bíblian er tann einasti lýtaleysi (infallible) myndugleikin yvir Kristusar Kirkju. Bíblian sjálv er kvirr um alt annað lýtaloysi.
Ein misskiljing er: “Bíblian er einasti myndugleikin”. Ein onnur er: “Øll trúarlæra má vera klárt lært í Bíbliuni”.
Bíblian sigur Skriftina vera nakað serstakt, yvir alt annað. Og Jesus setur Skriftina yvir traditión í Mark 7.
Sola Scriptura vann frama í reformatiónini, har læran í Kirkjuni veik alsamt meir frá Skriftini.
Burdi eg fasta?
Føsta hevur persónliga havt stóra ávirkan á mítt andliga lív. Og tað kann tað eisini hava hjá tær!
Hví? Tí at Guds Orð áleggur, at ein kristin eigur at fasta. Les tí um, hvat Bíblian sigur um føstu, og hvat endamálið er við henni.
Tríeindarlæra (Athanasianska trúarjáttanin)
Henda játtan er almenna trúgvin um tríeindina og inkarnatión Guds Sonar, sum ein og hvør Kristin eigur at taka undir við.
Gud er ein vera, sum er 3 persónar - Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin - sum eru til hvør Sær og í senn. Persónarnir skulu ikki blandast saman, og Guddómurin skal ikki býtast sundur.
Er fosturtøka ein synd?
Abort er nú lógligt í Føroyum. Í hesi grein skrivi eg út fra Bíbliuni, kirkjusøgu, og vísindi, hvat hesi siga um abort og lívið hjá einum óføddum barni.
Hvat er breyðbróting?
Flestu kristin í dag trúgva, at breyðbróting bert er eitt symbol. Hetta sýnið á breyðbróting er vandamikið. Tí, í hesi grein kanst tú lesa um, hvussu breyðið og vínið sanniliga er Kristi likam og blóð. Eisini kanst tú lesa um, hvussu breyðbróting er frelsandi og fyrigevur syndir.
Luther um dópin
Dópurin virkar fyrigeving syndanna og veitir øllum teimum, ið trúgva, frelsu. Frelsan er av náði, við trúgv. Tó má trúgvin hava dópin at krøkja seg til. Dópurin er tó ikki okkara gerningur, men Guds.
Hald fast við traditión
Ápostlanir hjá Kristusi tóku til sín fleiri lærusveinar. Hesir lærusveinarnir skrivaðu niður fleiri ting, sum ápostlarnir lærdu munnliga, eisini skrivaðu teir tingini, Jesus segði og gjørdi, sum ápostlarnir ikki skrivaðu, sum m.a. Jóh 21:25 segði, so bleiv alt ikki skrivað niður.
Eisini sigur Paulus ofta hvussu viktugt tað er at halda til munnliga traditión: 2 Tess 2:15 - 1 Kor 11:2 - Fil 4:9 - 2 Tim 1:13 - 2 Tim 2:2
Er Maria mamma Guds? Hvat er nestorianisma?
Nestorianisma (lygilæra) sigur, at Jesus hevur tvær náttúrur sum kunnu skiljast sundur. Men Bíblian lærir klárt, at Jesus er fult Gud og fult menniskja. Og mann kann ikki skilja menniskjað Jesus og Gud Jesus sundur, tí Jesus var altíð fult 100% Gud
Athanasius og kríggið móti Arianismu
Athanasius (296-373 e.Kr.) var alt avgerandi maðurinn í stríðnum móti Arianismu ( bólkurin, sum ikki trúði, at Jesus er Gud) . Sjálvt tá øll kirkjan var ímóti honum, stóð hann fastur við Bíbilsku trúnna og var sterkur verji fyri klassisku tríeindarlæruni, sum vit í dag kenna hana.
Savnanin av Nýggja Testamentinum
-Hvussu bleiv Nýggja Testamentið savnað? (Kirkjufedrar, fundar, Markion, gnostisisma o.a).
Bíblian bleiv liðugt savnað í 4. øld
Flest øll Kristin hava altíð veri samd um, hvørjar bøkur skuldu vera í Bíbliuni, men tað gekk ein løta, áðrenn kristindómurin bleiv lógligur í rómverska ríkinum (313 e.Kr.), og harfrá fekk hann altjóða ávirkan og mátti eyðmerkjast.
Tummas Evangeliið
Hví slapp Tummas Evangeliið ikki í Bíbliuna?
Tummasar evangeliið er eitt 2. øld svik
Skrivað í mið seinnu øld. Tummasar evangeliið er eitt gnostist skriv, sum sigur seg vera frá lærusveininum Tummas, men tað er mega týðuligt, tá man lesur bókina, at tað er falskt.
Hví eru so nógvar religiónir?
Hví velja Kristindóm?
Ígjøgnum alla menniskja søgu síggja vit, at fólk hava trúð uppá onkran gud, men hví Kristindóm? tað er simpult, Kristindómur hevur tann besta søguliga stuðulin og hevur eina so væl samansetta bók og profetiir um Jesus, sum ikki eru møgulig uttan Gud
Didaké - Læra frá 12 ápostlunum
Didake er tann elsta eykabíbilska skriftin
Orðið “Didaké” merkir “læra” men tað sum er so serligt við Didaké er, at tað sigst at vera læra frá teimum 12 Ápostlunum frá fundinum í Jerusalem í Áp. kap. 15
Codex Sinaiticus
Hvør er tann elsta fulla Bíblian?
Codexi bleiv skriva í mið 4 øld og inniheldur allar bøkunar í Bíbliuni, sum vit kenna hana í dag, men afturat teimum eisini tær 7 deutorokanónisku bøkurnar í gamla testamentinum og Brævið frá Barnabas og Hirðin Hermas afturat nýggja testamentinum

