Savnanin av Nýggja Testamentinum

Dávid Berg, 20.12.2024: Brot úr Breytarverkætlan 3.g Glasir

Inngangur

Kanoniseringin (savnanin) av Nýggja Testamentinum var ein søgulig tilgongd, sum myndaði

kristindómin, sum vit kenna hann í dag. Í fyrstu øldunum eftir deyða Jesusar vórðu aðrar

skriftir – tær nýtestamentligu apokrýfurnar – eisini nógv lisnar í fornkirkjuni og mettar sum

Guds orð. Hóast hetta, so vórðu tær seinni vrakaðar, fjaldar og bert lisnar í loyndum. Tá ið

ymsu lærurnar stríddust ímóti hvør øðrum, stóð Kirkjan fyri drúgva arbeiðinum at staðfesta

tekstirnir, sum skuldu leggja grundarlagið undir kristnu trúnni.

Í ritgerðini verður evnið kanoniseringin av Bíbliuni viðgjørt. Hugt verður eftir, hví mann

yvirhøvur valdi at gera eina NT-kanon, og hvørji krøv ein kanonisk skrift mátti lúka. Síðan

verður viðgjørt, hvørjir søguligir persónar høvdu serligan týdning fyri, at NT-kanonin bleiv ein

veruleiki, og at hon endaði við júst teimum 27 bókunum. Hugt verður eftir, hví kanonin ikki

bleiv staðfest fyrr enn á kirkjufundum í 4. øld. Gnostisisma verður lýst, og víst

verður á, at hon var ein stór hóttan móti fornu kirkjuni og kristnu læruni. At enda verður mett um,

hvørt tað serliga hava verið gnostisisma, valdsviðurskifti, gudfrøðiligi atlit ella søguligu umstøðurnar í

Rómverjaríkinum, sum ávirkaðu kanoniseringina mest. Og mett verður um, hvønn týdning

avmarkingin av NT søguliga hevur havt, við serligum atliti til gudfrøðiliga semju og trúvirðinum

hjá NT.

Savnanin av nýtestamentligu skriftunum

Nýggja Testamentið fevnir um 27 skriftir: 4 evangeliir, Ápostlasøguna, 13 brøv Paulusar, dulnevnda Hebrearabrævið, 7 katólsk (almenn) brøv (Ják., 1. & 2. Pæt., 1.,2. & 3. Jóh. og Jud.) og apokalyptisku bókina Opinberingin.[1] Hóast GT er ymiskt í ortodoksu, katólsku og protestantisku Bíbliuni, so hava øll trý sama NT við 27 bókum.[2] Hetta verður nevnt tann nýtestamentliga kanonin. Allar 27 skriftirnar vóru longu skrivaðar um ár 90-100 e.Kr. Fleiri fornar skriftir um kristnu trúnna eru til, men nógv tær flestu vórðu skrivaðar eftir 90 e.Kr.[3]

Orðini “kanon” og “apokrýfur”

Tað kravdi nógva tíð, arbeiði og skynsemi at seta saman eina NT-kanon. Kanon merkir “leiðreglur” og verður brúkt at lýsa tann bólkin av bókum, sum vórðu valdar at kallast Guds heilaga orð.[4] Tó vóru tað nógvar fornar skriftir, har stórur ivi var, um tær kundu verða mettar at vera kanoniskar. Tá semja varð um, at ein ávís skrift ikki var kanonisk, so bólkaði mann hana undir nýtestamentligur apokrýfur. Apokrýf merkir tað, sum er “fjalt“ ella goymt burtur. Hesar skriftir vórðu tí ofta bert lisnar í loyndum.[5] Tað at ein bók er apokrýfisk merkir, at bókin 1) er fjald vegna trúarvillu, 2) inniheldur eina fremmanda læru, sum ikki er almenn og 3) hevur ókendan ella óstaðfestan rithøvunda.[6]

 

Elstu handritini

Í dag eru mong gomul handrit enn til frá uml. ár 200 og fram, sum eru brot úr NT. Einkult handrit á papýrus eru uppaftur eldri enn hetta. Tað elsta NT handritið er møguliga Papyrus 52, og sambært Olsen er tað frá uml. 125 e.Kr. Tað rúmar ein lítlan part av Jóhannes kap. 18.[7] Søgufrøðingurin Sølvará heldur afturímóti, at Papyrus 52 er frá 135 e.Kr.[8] Elstu varðveittu handritini rúma serliga partar av teimum 4 evangeliinum og av brøvum Paulusar. Samstundis er hetta við til at staðfesta, at tíðliga varð breið semja um hesar skriftirnar. Men av tí at elstu handritini bert eru brot úr NT, so kunnu tey ikki brúkast til at avgerða støddina á kanonini, sum hoyrdi til samtíðina. Tað elsta fullfíggjaða handritið av NT, Codex Sinaiticus, er frá 4. øld og verður varðveitt í British Museum, London.[9] Tað inniheldur allan tekstin av NT á grikskum. Tó eru skriftirnar Barnabasbrævið og Hermas: Hirðin roknaðar við í Codex Sinaiticus, sum ikki eru partur av okkara NT. Sjálvt í Codex Claromontanus frá 6. øld eru hesar báðar fjaldu skriftirnar og uppaftur aðrar við, sum ikki eru viðurkendar í dag, og hetta kann tykjast ørkymlandi.[10]

Markion

Sambært trimum ymsum bókmentum, so kom trúvillingurin Markion úr Sinope at hava stóra ávirkan á, at mann yvirhøvur valdi at gera eina NT-kanon.[11] Hann var reiðari við Svartahavinum í Lítla Ásia og kom í uml. 140 e.Kr. til Róm, har hann fór upp í kirkjuna.[12] Sambært Lundqvist og Hallbäck gjørdist tørvurin av eini NT-kanon meiri eyðsæddur í 140 e.Kr., tá Markion setti saman sína egnu kanon. Tí Kirkjan vildi forða fyri, at slík trúarvilla hendi aftur.[13] Tó sigur Sølvará hinum báðum keldunum ímóti og sigur, at kanonin er frá uml. 200 e.Kr.[14] Men semja er um, at hann var tann fyrsti, sum setti saman ein NT-kanon. Kirkjan í Róm var so ósamd við hansara kanon, at hann loysti seg frá og gjørdi eina markionitiska kirkju, sum hóast alt livdi í fleiri ættarlið. Granskarar halda, at falsaða kanon Markions skundaði undir arbeiðinum at savna saman eina haldgóða kanon.[15] Hetta viðførdi natúrliga, at mann setti nøkur krøv, sum kanonisku skriftirnar máttu lúka. 

Tey 3 krøvini fyri kanoniskan myndugleika

1.     Vanliga kravið fyri kanonisering var, at skriftin var ápostolsk. Tað merkir, at tað onkursvegna gekk aftur til ápostlarnar ella næmingar og eftirmenn teirra. Í øllum førum skuldi tað vera ein, sum var ápostul ella hevði tætt samband við ein ápostul. Matteus og Jóhannes vóru ápostlar, Markus skuldi eitast at vera tulkur og næmingur hjá Pæturi ápostli, eins og Lukas var hjá Paulusi.[16]

2.     Skriftin mátti vera viðurkend í Stórkirkjuni, t.e. Kirkjan, sum var útbreidd um alt Miðjarðarhavs økið. Hetta nevnist Katolicitets kravið.

3.     Síðsta kravið er, at skriftin mátti hava eina læru, sum samsvaraði við grundleggjandi kristnu læruna. Ávísa skriftin má ikki vera í stríð við Heilagu skriftirnar. Hetta nevnist Ortodoksa kravið.[17]

 

Nýstestamentliga kanoniniseringin byrjar

Grundstamman av NT-kanonini lá føst áðrenn ár 200.[18] Sannlíkt er, at flestu bøkurnar vórðu viðkendar longu um ár 100, og tær fingu somu tign sum GT. Fleiri av Ápostolsku fedrunum endurgóvu frá bæði Paulusi og evangeliinum.[19]NT-apokrýfurnar verða ofta í nýggjari tíð nevndar Ápostolsku fedrarnir. Hetta eru skriftir, sum verða tíðarfest millum ár 60/70 og 180. Hetta eru sostatt tær elstu kristnu skriftirnar uttanfyri NT.[20] Ápostolsku fedrarnir vóru grikskir og kristnir menn, sum vóru rithøvundar til nógv kristilig handrit, sum vórðu brúkt í læruni hjá fornkirkjuni. Teir livdu 2 ella 3 ættarlið eftir ápostlarnar.[21]

Áðrenn ár 200 varð breið semja um tey 4 evangeliini. Harumframt var semja um Ápostlasøguna og um 13 brøv Paulusar. Tó var leingi óvissa um Hebrearabrævið, Ják., 2. Pæt., 2. & 3. Jóh. og Jud. Størsta orsøkin var, at mann ivaðist í, um rithøvundarnir veruliga vóru teir sonnu menninir, ella um onkur annar hevði skrivað brøvini. Harumframt elvdi Opinberingin til mong ivamál, serliga tí hon javnan bleiv misnýtt av trúvillingum.[22] Samstundis vóru nakrir kirkjuleiðarir, sum ynsktu at draga Hermas: Hirðan og Didaké og aðrir Ápostolskir fedrar við í NT.[23]

Breið semja langt áðrenn 4. øld

Eftir Da Vinci Mysteriet hava mong fingið ta fatan, at nakrir kirkjufedrar á fundinum í Nikea í 325 e.Kr. saman við rómverska keisaranum Konstantin I (312-337) útruddaðu upprunaliga kristindómin og settu tær NT-skriftirnar inn ístaðin. Ja, keisarin var til staðar á fundinum, men sambært Hallbäck hevði fundurin onki við NT at gera. Tí skapanin av NT er nógv eldri og fløkjasligari enn so.[24] Í 325 e.Kr. hevði skriftsamlingin í roynd og veru verið til í yvir 100 ár. Men tað skuldu ganga smá 100 ár afturat, áðrenn skriftsamlingin bleiv almenna kanonin hjá Kirkjuni.[25] Olsen umrøðir hetta soleiðis: 

Denne enighed blev ikke opnået på et kirkemøde, som en del pop-litteratur hævder i dag. Og der var slet ikke tale om, at kejser Konstantin gennemtrumfede beslutningen og endda sørgede for at indsamle og brænde de forkastede evangelier, som Dan Brown påstår i Da Vinci Myseriet. Derimod konstaterede en lang række af kirkens ledende teologer fra slutningen af det 2. århundrede og 200 år frem, at den ovennævnte enighed allerede rådede i menighederne.[26]

 Síðan leggur hann afturat, at kendu kirkjufundirnir í 4. øld bert staðfestu eina semju, sum longu var rótfest í Kirkjuni.[27]

 

Brøv Paulusar longu kend í 60’unum e.Kr.

Paulusar brøv eru frá uml. 50 til 70 e.Kr. (50-60 e.Kr. sambært Sølvará), og eru harvið elsta keldan til kristindómin, har ið Paulus lýsir grundleggjandi kristnu læruna.[28] Ongar varðveittar NT-skriftir frá fyrstu 20 árunum eftir deyða Jesusar eru til. Onki bleiv skrivað tey árini, tí fyrstahondsvitnini livdu enn og kundu munnliga bera boðskapin víðari. 30 ár eftir deyða Jesusar bleiv tað brádliga neyðugt at tryggja sær, at vitnisburðurin um Jesus bleiv rætt varðveittur, áðrenn vitnini doyðu.[29] Sambært Olsen eru fleiri av Paulusar brøvum longu í 60’unum e.Kr. kend víða runt. Grundgevingin var, at Pætur í brævi sínum skrivar so til almenninga: “Hetta er tað, sum elskaði bróðir okkara Paulus hevur skrivað tykkum eftir vísdóminum, ið honum er givin. Tað ger hann eisini í øllum brøvum sínum” (2. Pæt. 3:15-16)[30]. Hetta hevði Pætur jú ikki kunna sagt, uttan hann visti, at lesararnir høvdu kunnleika um brøv Paulusar. Harumframt javnsetir Pætur seinni í vers 16 brøv Paulusar við heilagu skriftirnar í GT og gevur brøvunum sama heilaga myndugleika.[31] Tí Paulus var jú Harrans ápostul, so brøv hansara lúka 1. krav viðvíkjandi ápostolskan myndugleika. Sostatt fingu tey 13 brøv Paulusar sera tíðliga eitt trygt pláss í nýtestamentligu kanonini.

 

Umráðandi kirkjufedrar frá 2. til 4. øld

Sum áður nevnt, so bleiv kanon støddin ikki bert avgjørd á kirkjufundum í 4. øld, sum mong halda. Viðurkenningin av flestu NT- skriftunum sæst frá endanum av 2. øld og fram til 4. øld við at lesa, hvat kirkjufedrarnir skrivaðu um hetta mundið.[32] Tí fleiri royndir uppá eina NT-kanon eru varðveittar í dag frá hesum tíðarskeiðnum, og nærri verður hugt eftir summum av hesum.

 

Irenaeus (uml. 120-202)

Kirkjufaðirin Irenaeus (uml. 120-202) var biskupur í Lyon, Fraklandi. Í uml. 180 (185 e.Kr. sbrt. Sølvará) váttar hann 22 skriftir útav 27.[33] Sambært Lundqvist var Irenaeus lærusveinur Polykarpusar, sum sjálvur var lærusveinur hjá Jóhannes ápostli. Tey 4 evangeliini vóru góðtikin í skrift Irenaeusar: “Adversus Haerese” (fø: ímóti trúvillu). Hann helt, at tey hóskaðu væl, tí tá helt mann, at tað vóru 4 ættir jarðarinnar og 4 vindar.[34] Irenaeus gevur ikki ein lista yvir brøv Paulusar, men hann endurgevur frá øllum 13 uttan stutta Filemons brævinum, sum hann allarhelst eisini góðkendi. Hann viðurkendi 1. Pæt., 1. & 2. Jóh og Opin., sum ósemja ofta var um. Hann viðurkendi eisini Hermas: Hirðan sum heilaga skrift. Tó er óvist, hvat hann hevur hildið um tær manglandi 5 bøkurnar, sigur Olsen at enda.[35] Irenaeus tann fyrsti, sum staðfesti at høvundarnar til evangeliini vóru Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes.[36]

 

  Origenes (uml. 185-254)

Origenes (uml. 185-254) var eftirmaður hjá Klæminti (uml. 150-220), sum var leiðari á gudfrøði skúlanum í Alexandria, Egyptlandi. Origenes nevnir allar 27 NT bøkurnar, men sigur tó, at Ják., 2. Pæt., 2. & 3. Jóh. og Jud. eru óviss – allarhelst vegna óstaðfestar høvundar. Harumframt kallar hann Didaké og Hermas: Hirðan óvissar. Harumframt er hann tann fyrsti, sum deilir allar tær kristnu skriftirnar í 3 bólkar: 1) Tær vissu, 2) tær óvissu og 3) tær falsu. Origenes segði, at ein skrift hoyrdi til bólk 1 ella 2 alt eftir, hvussu útbreidd hon var í Kirkjuni. Hetta sigur okkum, at nógv tær flestu av 27 skriftunum vóru kanoniskt tryggjaðar áðrenn miðjuna av 3. øld. Uttan fyri dagsins NT-kanon vóru tað hægst nakrar fáar av Ápostolsku fedrunum, sum vóru óvissar bøkur í kirkjuni um hetta mundið, sigur Olsen.[37]

 

Athanasius (uml. 295-373)

Olsen, Lundqvist og Hallbäck greiða frá, at biskupurin Athanasius (uml. 295-373) frá Alexandria er tann fyrsti, sum góðkennir allar 27 skrifturnar uttan at seta nakran spurning við tær.[38] Hann kallar tær “frelsunnar keldur”. Hetta skrivaði hann í einum páskabrævi í 367 e.Kr. til prestarnar í biskupsdømi sínum. Eftir hetta lá kanonin reelt føst, serliga í norðurafrikansku og vestligu Kirkjuni. Tó var størri ósemja í eystligu ortodoksu kirkjuni. Vestanfyri fekk tað stóran týdning, at kirkjufaðirin Augustin (354-430) tók undir við kanonini hjá Athanasiusi.[39] Augustin var biskupur í Hippo frá 396 til 430, og sbrt. James O’Donnell var hann: “Perhaps the most significant Christian thinker after St. Paul”.[40] Í rómversku Kirkjuni segði pávin Innocens I í 405 at Athanasiusar kanon eisini var galdandi í hansara kirkju.[41]


 

Nikea (325 e.Kr.)

Hóast nógv halda, at keisarin Konstantin I í 325 e.Kr. útvaldi ávísar bøkur og brendi tær, honum ikki dámdi, so sigur Olsen, at tað passar als ikki og er bert frí fantasi. Konstantin gav boð um at savna saman 50 “rættaðar” Bíbliur, sum íbúgvarnir í nýggja bústaðarbýnum, Konstantinopel, kundu brúka. Sjálvur stóð hann ikki fyri rættingini.[42] Trúvillir førdu við sær, at trúarjáttanir máttu orðast. Nikeanska trúarjáttanin sigur, at Jesus var: “Føddur, ikki skapaður, av somu veru sum Faðirin”.[43] Tí endamálið við fundinum var í stóran mun at kjakast um guddómligu náttúru Jesusar.[44] Á fundinum tók mann undir við sjónarmiðunum hjá Athanasiusi, sum førdi til, at nikeanska tríeindarlæran varð staðfest. Komið varð fram til eina semju um, at Jesus var 2. persónur í guddómligu tríeindini. Arianarnir (eftirfylgarir hjá Arius) trúðu at Jesus ikki var Gud, men at Hann var skaptur av Faðirinum. Tíðliga í 4. øld skapaðu teir split í kirkjuni. Eftir nikeansku trúarjáttanina upplivdu teir atsókn.[45] 

Vaksandi tørvur av eini kanon í 4. øld

Ediktin í Milano frá 313 e.Kr. var ein kunngerð, sum staðfesti trúarfrælsi fyri kristindóm í Rómverjaríkinum. Tað varð úrslitið av einari politiskari semju millum rómversku keisararnar Konstantin I og Licinius í 313 e.Kr. Henda kunngerðin gav teimum kristnu frælsið at útinna sína trúgv fyrstu ferð uttan harðligar atsóknir.[49] Í ár 380 staðfesti keisarin Theodosius I nikeanskan kristindóm sum statsreligión í Róm í “The Edict of Thessalonica“. Í 392 bleiv kristindómur tann einasti loyvdi átrúnaðurin, og øll onnur gudsdýrkan bleiv bannað og upplivdi atsókn.[50] Samstundis sum kristindómur styrknaði, viknaði Rómverjaríkið, og tað bleiv tí betri fyri ríkið at samstarva við kristindómin.[51] Tað kann væl hugsast, at kunngerðirnar í 380 og 392 e.Kr. eggjaðu til kirkjufundin í Hippo 393 e.Kr. Sambært Hallbäck, vóru kunngerðirnar í 4. øld søguligar orsøkir til, at tørvurin av einari fastari kanon vaks nógv í 4. øld:

 

Dette behov hang sammen med kirkens ændrede samfundsmæssige status i løbet af det 300-tallet. Fra at have været et forfulgt og kriminaliseret mindretal gjorde den kristne kirke en bemærkelsesværdig politisk karriere og blev selve kejserdømmets ideologiske fundament. En sådan kirke måtte have orden i sagerne, både organisatorisk og teologisk; og en vigtig sag var netop en klart afgrænset, kanonisk skriftsamling.[52]

 

Hieronymus (uml. 340-420), eisini kendur sum St. Jerome, umsetti Bíbliuna til latín (Vulgata) úr upprunamálinum helst millum ár 383 og 405. Hann umsetti 27 NT-bøkurnar frá kanon Athanasiusar. Vulgata fekk skjóta útbreiðslu og bleiv tann almenna Bíblian hjá Katólsku Kirkjuni.[53] Hallbäck greiðir frá millumtíðini frá páskabrævinum í 367 til Hippo í 393, har Hieronymus spældi ein týðandi leiklut:

 

De to omdiskuterede skrifter, Hebræerbrevet og Johannes´ Åbenbaring, havde opnået anerkendelse både i den østlige græske og den vestlige latinske kirke. Det skyldtes ikke mindst kirkefaderen Hieronymus´ indsats, idet han optrådte som den store kirkelige formidler mellem øst og vest.[54]

Av tí at Hieronymus góðtók hesar 27 bøkur, so viðførdi tað breiða semju. Eftir vaksandi tørvin, og eftir tað endiliga var blivin semja um Hebrearabrævið og Opinberingina, so var tað til endans tíð til kirkjufundirnar.

 

Hippo (393 e.Kr.) og Karthago (397 e.Kr.) staðfesta Nýggja Testamentið

Á kirkjufundinum í 393 e.Kr. í Hippo, Norðurafrika bleiv semja um, at kanonin hjá Athanasius skuldi vera galdandi í allari afrikansku kirkjuni.[55] Í Karthago, Norðurafrika í 397 e.Kr. varð komið fram til sama lista og lagt varð afturat, at bert hesar 27 skriftirnar kundu lesast upp í kirkjuni undir heitinum ‘Tær Heilagu Skriftirnar‘. Soleiðis bleiv NT-kanonin endaliga sligin fast.[56] “Ikki fyrr enn í 4. øld fyri vestan og um eina øld seinni fyri eystan gerst vanlig semja, hvørji skrift skulu sleppa við í okkara NT”.[57] Tó vitnar kirkjulist um, at apokrýfurnar javnan vórðu lisnar fleiri øldir eftir hesa avmarkingina. Sostatt útruddaði Kirkjan ikki tær apokrýfisku skriftirnar heilt. Olsen viðmerkir: “Flere ikki-kanoniske skrifter blev i øvrigt læst op ved gudstjenester i oldkirken. Man sørgede blot for at understrege deres ringere autoritet”.[58]  

 

Gnostisisma

Gnostisisma nýmótans navnið fyri eina hugskygda-mystiska religión, sum hevði sína stórleikatíð frá 2. til 4. øld í londunum við eystliga Miðjarðarhavið og Miðasia. Viðhaldsfólk kallaðu seg gnostikarir, sum merkir menniskju við gnosis (kunnskapi).[65] Gnostisisman gjørdist ein álvarsom hóttan móti fornu kirkjuni. Hetta er t.d. trúgvin, at Jesus ikki var veruligt menniskja, var ikki krossfestur og var ikki Gud. Tey trúðu ikki uppá „uppreisn likamsins“, og Ápostolski faðirin Klæmint ávaraði ímóti hesum: “Lat ongan tykkara siga, at holdið verður ikki dømt ella rísur upp“ (Klæm. 9:1).[66]

Gnostikarnir dýrkaðu tær loyndarfullu (esoterisku) opinberingarnar og fjaldu evangeliini. Tá kanoniseringin endaliga staðfesti munin millum ortodoksi og trúarvillu, vórðu gnostikarir útilokaðir úr kirkjuni.[67] Olsen greiðir frá, at kirkjufedrarnir og Katólska Kirkjan niðurbardu gnostiskar ‘kirkjur’ og bøkur ógvusliga. Tey grundgóvu m.a. við at siga, at gnostisisma var ein heilt onnur religión enn kristindómur. Tað kom fyri, at gnostikarir blivu niðurbardir við harðskapi og morðum. Hetta sæst aftur t.d. í krossferðini móti albigensarunum í 1209-1229.[68]

Gnostisisman royndi at samanhugsa fleiri religiónir til eina stóra skipan. Kirkjufaðirin Irenaeus (uml 120-202) segði longu í sínari tíð, at tað var ringt at fáa yvirlit yvir hesa trúarvillu. Tí gnostisisman hevði nógv innanhýsis mótstríð við seg sjálva. Gnosistismu granskarin G.R.S. Mead segði: “Den, som forsøger at skabe overensstemmelse blot mellem navne i gnosticismen, skal prise sig lykkelig over at undgå indlæggelse på et sindssygehospital”.[69]

Markion – fyrsti gnostikarin

Markion er roknaður sum tann fyrsti ‘kristni‘ gnostikarin. Hann var úr Lítla Ásia, og hetta hevði stóran týdning, tí Paulus var størsti ápostulin í Lítla Ásia. Tískil gjørdist Paulus heilt stóra hetjan hjá Markion. Tað gjørdist so galið, at Markion helt, at Paulus var tann einasti sanni ápostulin. Kanonin hjá Markion innihelt bert Markions evangeliið (ein sera skerd útgáva av Luk. evg.) og 10 av brøvum Paulusar. Tí hini 3 brøv Paulusar høvdu ‘ov jødiskar’ hugburðir, og tað stavaði ikki frá Paulus sjálvum, segði hann. Markion helt, at GT var farið úr gildið og tveitti tað sostatt burtur.[70] Sambært Olsen og Hallbäck helt Markion, at Gud í GT var als ikki tann sami Gud sum kærleiksfulli Faðir Kristusar í NT.[71] Kanonin bleiv so mikið avmarkað, m.a. tí Markion var so ógvuliga glaður fyri rættvísgerðingini av trúgv. Tí helt hann eisini, at øll tala um lóg í NT mátti vrakast.[72]

 

 

Týdningurin av kanoniseringini og høvuðs ávirkanirnar á hana

Í dag sær NT-kanonin enn líka út, sum hon sá út hjá Athanasiusi í 367, og framvegis í dag hevur hon stóran týdning. At vita, hvat er farið fram frá tíðuni, Guds orð bleiv talað til, at tað stendur á einari síðu í tíni Bíbliu, er sera týdningarmikið í sær sjálvum, sigur Lundqvist og leggur afturat: “Um tú veitst bert eitt lítið sindur um ta tilgongdina, so fer tað at økja um tína virðing fyri Bíbliuni“.[97] Tilgongdin hendi ikki av sær sjálvum, men tað vórðu fleiri viðurskifti, sum saman skundaðu undir kanoniseringina og ávirkaðu hana á hvør sín hátt.

 

Gnostisisma og trúarvilla

Hóast tað er komið fram, at Markion og gnostisisma ávirkaðu og skundaðu nógv undir kanoniseringina, so sigur Olsen: “Den formelle kanondannelse, samlingen af netop 27 skrifter til én bog, var nok sket også uden Markion. Men han blev anledningen til, at Storkirkens teologer og kirkemøder måtte drøfte og begrunde den hidtidige praksis“.[98]

Uttan eina støðufasta læru sum grundarlag, kundi gnostisisman frítt villeiða og skaða samkomuna. Gnostisisman viðførdi ikki bert, at NT-kanonin bleiv sett saman, men eisini at trúarjáttanir vórðu orðaðar. Og tær eru framvegis í dag ein týðandi partur av okkara gudstænastum.[99] Eftir hesar broytingarnar kundi samkoman standa stinn ímóti trúvillingum í komandi tíðum. Mett verður, at gnostisisma ávirkaði nokk serliga byrjanina av tilgongdina, har mann avgjørdi, hví mann vildi savna saman eina kanon.

 

Valdsviðurskifti

Fundirnir í Hippo og Karthago vóru jú kirkju fundir, so tað var kirkjuligi myndugleikin, sum at enda avgjørdi, hvussu listin skuldi síggja út. Hallbäck greiðir frá: “Det lyder jo besnærende; men problemet er, at det i praksis var kirken selv, der afgjorde, hvilke skrifter der var apostolske og dermed repræsenterede den oprindelige, rette lære”.[100] Rætta læran bleiv eisini brúkt til at avdúka, um rithøvundarnir veruliga vóru teir, sum nøkur hildu fast um. Um læran ikki samsvaraði, so kundu hesir rithøvundar ikki vera ápostolskir. Tí sbrt. Hallbäck, var læran ein og tann sama í ápostolsku tíðini. Tær tryggu ápostolsku skriftirnar vórðu brúktar sum ein mátistokkur, sum mótstríðandi skriftirnar skuldu mátast upp móti. Ápostolski myndugleikin og ortodoksa læran vóru tengd at hvør øðrum og staðfestu hvønnannan, og tískil fekk mann eina fløkjasliga sirkul samanbinding. Tískil mátti Kirkjan skynsamt avgerða, hvørjar ávísar støður vóru ortodoksar og hvørjar vóru falsar fyri at sleppa úr ringrásini.[101] Helst hjálpti tað at minnast, at um ein skrift stríddi ímóti læruni í GT, so var hon ikki ortodoks.

 

Útfrá hesum kann ein hugsa sær, at fáir valdmiklir menn við samsintum gudfrøðiligum sjónarmiðum avgjørdu kanoniska listan. Men hendan avgerðin var sera fólkaræðislig fyri sína tíð: ”Hvis man om nogen proces I oldtiden kan sige, at den har været ret 'demokratisk' – selv med vor tids målestok – så er det afgrænsningen af Det Nye Testamente”, sigur Olsen. Eftir hetta avdúkar hann eisini, at Konstantin I og rómverski myndugleikarnar heldur ikki ávirkaðu kanoniseringina.[102]Onkur mátti jú taka síðsta stigið og alment staðfesta NT-kanonina, og tað bleiv Kirkjan. Lítið bendir á, at valdsmisnýtsla serliga ávirkaði kanoniseringina.

 

Gudfrøðilig atlit

Lundqvist skrivar nógv í bók síni um tilgongdina av kanoniseringini, og harumframt sigur hann: “Men Bíblian, ið tú hevur í hondini í dag, er fyrst og fremst ikki eitt verk av manna hondum, men av Heilaga Andanum, ið hevur tikið lut í allari tilgongdini. Hann hevur leitt, vart og varðveitt Sítt orð ígjøgnum øldirnar”.[103] Hann kemur við einum áhugaverdum kristnum sjónarmiði, sum hann síðan grundgevur fyri við einum bíbliuversi: “Tí Eg skal vakja yvir orði Mínum, so Eg lati tað ganga út” (Jer. 1:12).[104] Líknandi hesum sigur Lundqvist um útilokanina av apokrýfiskum skriftum: “Annaðhvørt luku tær ikki krøvini, ið sett vóru, ella vóru øll samd um ikki at taka hesar skriftir við leidd av Heilaga andanum”.[105] Sæð soleiðis, so var kanoniseringin ikki mest ávirkað av menniskjaligari valdsmisnýtslu ella øðrum. Men Gud sjálvur syrgdi fyri, at tann rætta læran kom við í NT. Tað var also Kirkjan, t.e. kristin fólk, sum gjøgnum gudfrøðiliga grundan komu fram til eina NT-kanon.[106] Ómetaliga nógv bøn fór til arbeiðið og tíð til at søkja Heilaga Andans hjálp.[107] Tískil tykist tað, útfrá kristna sjónarmiðinum, sum at gudfrøðilig atlit høvdu størst ávirkan á kanoniseringina.

  

Søguligar umstøður í Rómverjaríkinum

Ein orsøk til at kanonin kom so ‘seint‘ sum í 4. øld kann hugsast at vera atsóknin, sum tey kristnu upplivdu, tá kristindómur var ólógligur í veldiga Rómverjaríkinum. Nátúrliga viðførdi tað, at tey kristnu ikki kundu gera ov nógv vart við seg uttan avleiðingar. Nero, keisari í Róm frá 54-68 e.Kr., legði hart á við atsóknum móti teimum kristnu. Sinnissjúki keisarin hataði tey kristnu og ákærdi tey fyri ógvusliga eldsbrunan í Róm, sum hann helst sjálvur skipaði fyri.[108]Rómverjaríkið var tiltikið fyri átrúnaðarligt tolsemi, men hóast tað, so slapst ikki undan atsóknum móti teimum kristnu. Treytin fyri tolseminum var, at mann skuldi tilbiðja verndaranda (genius) keisarans. Jødar sluppu undan, men ikki tey kristnu. Ágangandi var tað, at tey kristnu søgdu, at tað bara er frelsa í Jesu navni og ongum øðrum. Nero var bert ein av fleiri keisarum, sum framdi atsóknir móti teimum kristnu.[109] Útfrá varðveittum brævaskifti frá 112 e.Kr. undir Trajan keisara (98-117 e.Kr.) tykist støðan at síggja ljósari út. Sambært Jacobsen var kristindómur framvegis ólógligur, men myndugleikarnir lótust vanliga sum onki uttan so, at t.d. ófriður tvingaði teir at leggja uppí. Tað áhugaverda er, at jú fleiri kristin fólk myndugleikarnir drópu, tess fleiri gjørdust tey kristnu í tali.[110]

Í tíðini hjá Ápostolsku fedrunum (60/70-180 e.Kr.) var Rómverjaríkið størri enn nakrantíð áður, og sum heild var friður millum onnur lond. Um somu tíð vóru bókmentir og list í vøkstri, ferðasambandið batnaði og samskiftið sum heild. Hetta gav teimum kristnu í mongu spjaddu kirkjuliðunum góðar møguleikar at skriva brøv til hvønnannan og frætta tíðindi. Skrivitilfarið, papýrus bleiv betri, og tað gjørdist bíligari at skriva.[111]

Soleiðis bleiv tað lættari hjá teimum kristnu at samskifta, eitt nú um skapanina av eini kanon. Vaksandi talið av kristnum viðførdi natúrliga, at tørvurin av eini skipaði kanon vaks. Ediktin í Milano í 313 steðgaði atsóknunum, og ediktin í Thessalonika í 380 gjørdi kristindómin til statsreligión í Rómverjaríkinum. Tískil noyddist mann, at skipa átrúnaðin betri. Tískil verður mett, at søguligu umstøðurnar hava ávirkað kanoniseringa umleið líka nógv, sum gudfrøðiligu atlitini, men kanska eitt sindur minni.

 

Týdningurin av føstu NT-kanonini

Útilokanin av apokrýfiskum skriftum viðførdi, at kristna læran fekk eitt greitt og fast grundarlag, sum sigur “hertil og ikki longur“. Heldur hetta enn at vera opin fyri ov nógvum lærum í senn. Um fremmand læra hótti kirkjuna, so kundi Kirkjan berja tað niður, um tað bert segði ímóti læruni í nýggju kanonini. Hugtakandi er tað eisini, at stórleikatíðin hjá gnostisismuni endaði í 4. øld.[116] Hugsast kann, at talið av gnostikarum minkaði eftir banningina av heidnum átrúnaðum í 392. Eftir kirkjufundirnir vóru teir eisini meldaðir sum kirkjustríðarar.[117]

Hallbäck sigur: “På den måde er den nystestamentlige kanon en skriftsamling, der afspejler det 2. århundredes behov for autoritative skrifter“. Hann greiðir frá, at í 2. øld var tørvur á at kunna peikað á myndigar skriftir og ikki bert á kristnar skriftir, sum vóru skrivaðar í 1. øld.[118] Tí um ápostolska kravið ikki varð lokið, so kundi tað gera tað sama, um skriftin hevði rætta aldurin ella ikki.

Olsen greiðir frá, at semjan um ávísar skriftir eisini høvdu ein praktiskan týdning, áðrenn kanonin var fastløgd, og áðrenn kristindómur gjørdist statsreligión. Tí um verðsligu myndugleikarnir kravdu pappír, so visti mann, hvørjar skriftir mann kundi geva og ikki.[119]

 

Óbroytiliga kanonin

Hóast kanonin bleiv sligin føst í 4. øld, so kom kanon-spurningurin aftur upp at venda í trúbótini (reformatiónini) í 16. øld. Tá Martin Luther í 1522 umsetti NT til týskt, gav hann bert 23 bókum tøl, og hinar 4 stóðu uttanfyri við ongum tali. Bøkurnar vóru Hebr., Ják., Jud. og Opin. Fyri Luther høvdu tær skriftirnar eina verri støðu. Hann vrakaði Hebrearabrævið vegna ókendan høvunda. Luther helt eisini, at Jákupsbrævið mótsegði Paulus og NT, viðvíkjandi rættvísgerðing av trúgv eina og ikki av verkum.[120] Um ein hugsar sær, hvussu tað hevði sæð út um nógvar av apokrýfisku skriftunum vórðu skoyttar uppí NT, so hevði mann skjótt funnið fram til, at kristna læran ikki hevði givið meining. Tí mótsagnirnar eru ov mangar og stórar til, at tað kann geva meining, t.d. tær í Tummasar evg. So hevði kristindómur rúmað ov mongum lærum og roynt at samanhugsað alt saman til eina religión, eins og gnostisisman var kend fyri.[121] Í dag eru meir enn 45.000 trúarbólkar, so frammanundan er stór ósemja millum kristin um gudfrøðilig sjónarmið og praktiseringar í samkomunum.[122] Hugsast kann, at enn størri ósemja og fleiri trúarbólkur høvdu verið, um apokrýfurnar høvdu verið við. Spurningurin um eina nýggja kanon er, sbrt. Olsen, reelt lukkaður, men kristnar skriftir fara altíð at vera skildar í 3 flokkar: Kanoniskar, óvissar og falskar skriftir eins og hjá Eusebiusi í 320-330 e.Kr. Ongin skrift afturat kann blíva trygg í kanonini, tí tær óvissu verða verandi óvissar. Tíverri eru vit nú ov langt frammi í tíð til at kunna staðfesta ápostolskan myndugleika. Sjálvt um nú mann hevði funnið eina veruliga heilaga skrift í Miðeystri, so hevði hon ikki verði góðkend.[123]

 

Økt trúvirði

Men ongin ivi er um stóra týdningin av NT-kanonini, sum hevur myndað tað almennu kristnu trúnna í meir enn 1600 ár. Mett verður, at útilokanin av apokrýfiskum skriftum samstundis hevur verið við til at økja um trúvirðið hjá NT. Tí allar kanon-skriftirnar vórðu skrivaðar í 1. øld og av ættarliðinum, sum livdi samstundis sum Jesus. Flestu apokrýfurnar vóru jú skrivaðar 90 e.kr. og seinni.[124] Sum áður nevnt livdu Ápostolsku fedrarnar 2 til 3 ættarlið aftaná ápostlarnar. Tað minkar um trúvirðið hjá Ápostolsku fedrunum, tí upprunalæran frá ápostlunum og Jesusi bleiv neyvan lýtaleyst varðveitt. Tískil fekk tann ápostolski myndugleikin bæði stóra ávirkan á kanoniseringina, sum ein av 3 krøvunum, og eisini á trúvirðið hjá ávísu skriftunum.

 

Niðurstøða

Í ritgerðini varð funnið fram til, at Markion og gnostisisma skumpaðu undir kanoniseringina og vóru ein stór orsøk til, at mann yvirhøvur valdi at gera eina nýtestamentliga kanon. Tey 3 krøvini fyri kanonisering vórðu brúkt til útilokanina av NT-apokrýfiskum skriftum. Tó var tað ofta sera torført at meta, hvørt skriftin veruliga var ápostolsk, ella um læran var heilt røtt. Tí Ápostolski myndugleikin og ortodoksa læran vóru tengd at hvør øðrum og staðfestu hvønnannan, og tískil fekk mann eina fløkjasliga sirkul samanbinding. Funnið varð fram til, at breið semja var um grundstammuna av NT-kanonini langt áðrenn kirkjufundirnir í 4. øld. Serliga høvdu 4 evangeliini og 13 brøv Paulusar tíðliga tryggjað sær pláss; helst áðrenn ár 200. Irenaeus váttaði tey 4 evangeliini í uml. ár 180-185. Kanonin hjá Athanasiusi frá 367 e.Kr. gjørdist tann endaliga 27-bóka kanonin, sum varð staðfest í Hippo (393 e.Kr.) og Karthago (397 e.Kr.), og sum enn verður brúkt í dag.

Í ritgerðini varð gnostisisma lýst. Gnostisisman var ein stór hóttan móti kristnu læruni, og hon legði størri dent á vitan og fjaldar skriftir. Hon misti fótafesti í 4. øld, helst vegna banningina av heidnum religiónum í Róm 392 e.Kr.

Í ritgerðini var funnið fram til, at fleiri viðurskifti ávirkaðu NT-kanoniseringina. Áður kundu gnostisisma og trúvilla frítt villeiða samkomuna. Tí orðaði mann trúarjáttanir, og Kirkjan fekk seinni eina NT-kanon. Kanoniseringin fór, hóast nógvar misskiljingar, sera fólkaræðisliga fram. Tað vóru helst gudfrøðilig atlit, sum høvdu størst ávirkan á kanoniseringina. Harumframt vóru søguligu umstøðurnar í Rómverjaríkinum við til, at talið av kristnum vaks. Og fyriskipanirnar í 313, 380 og 392 e.Kr. í Róm hjálptu tilgongdini og skundaðu undir tørvin á eini NT-kanon. Mett verður, at apokrýfurnar hava havt týdning fyri kirkjuligar siðvenjur, lærdómar og søguligar upplýsingar. Tær geva okkum eisini innlit í ymsu trúar áskoðanirnar í fornkirkjuni. NT-kanonin tryggjar eitt fast grundarlag undir trúnni og tryggjar harvið færri ósemjur. Vitanin um tilgongdina økir um trúvirðið hjá Nýggja Testamentinum og vísir á, at tað er helst meir eftirfarandi enn allar hinar ‘kristnu skriftirnar’.

 

 

 

 

 

Keldulisti

 

Bókmentir

Christiansen, Jørgen Ledet; Nielsen, Helge Kjær (2002): Ny-testamentlige Apokryfer. København, Det Danske Bibelselskab.

 

Danielsen, Victor (2017): Bíblian (5. útg.). Tórshavn, Hin Føroyski Bíbliugrunnurin.

 

Fatum, Lone; Hallbäck, Geert; Nielsen, Jesper Tang (2008): Den hemmelige Jesus. Forlaget Alfa.

 

Jacobsen, Martin Restorff (2005): Ápostolsku fedrarnir - í føroyskari týðing. Tórshavn, Føroyskt Kirkjumál.

 

Lundqvist, Joakim (2005): Bíblian og tú. Skálafjørður, Samkoman Keldan.

 

Mikkelsen, Poul Storgaard; Ludvigsen, Lise (2023): Religión til miðnám. Joan Sørinardóttir hevur týtt til føroyskt. Nám og høvundarnir (sBók).

 

Müller, Lisbet Kjær (2010): Maria Magdalene – Fra apostel til prostitueret. Frederiksberg, Forlaget Alfa.

 

Olsen, Peter (2007): Jesus & apokryferne – Historisk eller gnostisk kristendom. Hillerød, LogosMedia.

 

Skovmand, Marianne Aagaard (2017): Maria evangeliet. København, Gyldendal.

 

Sølvará, Hans Andrias (2007): Guds orð ella orð um Gud – Tekstur & søga í Bíbliuni. Tórshavn, Fróðskapur.

 

 

 

 

Heimasíður

Coffey, Donavyn: “Why does Christianity have so many denominations?”. Útgáva: Live Science (29. Jul. 2022). https://www.livescience.com/christianity-denominations.html. Vitjað t. 18.12.2024 (internet).

 

“Edict of Milan”. Útgáva: Britannica (22. nov. 2024). https://www.britannica.com/topic/Edict-of-Milan. Vitjað t. 9.12.2024 (internet).

 

Kelly, John N.D.: “Apostolic Father”. Útgáva: Britannica (22. nov. 2024).

 https://www.britannica.com/topic/Apostolic-Father. Vitjað t. 7.12.2024 (internet).

 

O’Donnell, James: “St. Augustine. Útgáva: Britannica (9. nov. 2024). https://www.britannica.com/biography/Saint-Augustine. Vitjað t. 8.12.2024 (internet).

 

“St. Thomas”. Útgáva: Britannica (15. nov. 2024).

 https://www.britannica.com/biography/Saint-Thomas. Vitjað t. 13.12.2024 (internet).

 

“The First Church Historian on the New Testament Canon”. Útgáva: Theology In Motion (31. okt. 2016). https://theologyinmotion.com/2016/10/31/church-historian-new-testament-canon/. Vitjað t. 18.12.2024 (internet).

 

“Trúarjáttanin”. Útgáva: Fólkakirkjan.

https://www.folkakirkjan.fo/utgavur/lesnadur/truarjattanin. Vitjað t. 9.12.2024 (internet).

 

“Vulgate“. Útgáva: Britannica (22. okt. 2024).

https://www.britannica.com/topic/Vulgate. Vitjað t. 16.12.2024 (internet).

 

Myndir

Forsíðuna havi eg sjálvur gjørt við hjálp av skapandi vitlíki

 

“The First Church Historian on the New Testament Canon”. Útgáva: Theology In Motion (31. okt. 2016). https://theologyinmotion.com/2016/10/31/church-historian-new-testament-canon/. Vitjað t. 18.12.2024 (internet).


[1] Olsen (2007): s. 11

[2] Mikkelsen & Ludvigsen (2023): kap. 11.3.1

[3] Lundqvist (2005): s. 37 & Sølvará (2007): s. 170

[4] Lundqvist (2005): s. 34 & Olsen (2007): s. 7

[5] Jacobsen (2005): s. 13 & Müller (2010): s. 57

[6] Fatum et al. (2008): s. 31

[7] Olsen (2007): s. 20 og 141.

[8] Sølvará (2007): s. 75

[9] Sølvará (2007): s. 154 & Olsen: (2007): s. 20-21

[10] Olsen (2007): s. 20-21

[11] Fatum et al. (2008): s. 24-25 & Lundqvist (2005): s. 37-38 & Olsen (2007): s. 15-16

[12] Fatum et al. (2008): s. 24

[13] Lundqvist (2005): s. 37-38 & Fatum et al. (2008): s. 24-25

[14] Sølvará (2007): s. 170

[15] Olsen (2007): s. 15-16 & Sølvará (2007): s. 170-171

[16] Jacobsen (2005): s. 13 & Lundqvist (2005): s. 39

[17] Olsen (2007): s. 11 & Lundqvist (2005): s. 39

[18] Fatum et al. (2008): s. 22 & Olsen (2007): s. 11 & Lundqvist (2005): s. 39

[19] Olsen (2007): s. 11 og 16

[20] Jacobsen (2005): s. 9 og 14

[21] Kelly: “Apostolic Father” í britannica.com

[22] Lundqvist (2005): s. 39 & Jacobsen (2005): s. 13

[23] Olsen (2007): s. 11

[24] Fatum et al. (2008): s. 19

[25] Fatum et al. (2008): s. 19

[26] Olsen (2007): s. 12

[27] Olsen (2007): s. 12

[28] Mikkelsen & Ludvigsen (2023): kap. 11.3.1 & Sølvará (2007): s. 169

[29] Olsen (2007): s. 12

[30] Danielsen (2017): NT, s. 280

[31] Olsen (2007): s. 12-13

[32] Olsen (2007): s. 18

[33] Olsen (2007): s. 18 & Sølvará (2007): s. 72

[34] Sølvará (2007): s. 72 og 170 & Lundqvist (2005): s. 37 & Olsen (2007): s. 18

[35] Olsen (2007): s. 18

[36] Sølvará (2007): s. 72

[37] Olsen (2007): s. 19-20

[38] Olsen (2007): s. 20 & Fatum et al. (2008): s. 22-23 & Lundqvist (2005): s. 39 

[39] Olsen (2007): s. 20

[40] O’Donnell: “St. Augustine” í britannica.com

[41] Olsen (2007): s. 22

[42] Olsen (2007): s. 22 & Sølvará (2007): s. 171

[43] Lundqvist (2005): s. 38

[44] Fatum et al. (2008): s. 19

[45] Sølvará (2007): s. 171 & Coffey: “Why does Christianity have so many denominations?” í livescience.com & Lundqvist (2005): s. 38

[49] Mikkelsen & Ludvigsen (2023): kap. 11.3.8  & “Edict of Milan” í britannica.com  

[50] “The Edict of Thessalonica” í historytoday.com & Sølvará (2007): s. 155 & Mikkelsen & Ludvigsen (2023): kap. 11.3.8

[51] Mikkelsen & Ludvigsen (2023): kap. 11.3.2

[52] Fatum et al. (2008): s. 23

[53] “Vulgate” í britannica.com & Olsen (2007): s. 20 & Lundqvist (2005): s. 41

[54] Fatum et al. (2008): s. 23

[55] Olsen (2007): s. 22 & Lundqvist (2005): s. 39

[56] Olsen (2007): s. 22 & Jacobsen (2005): s. 13

[57] Jacobsen (2005): s. 13

[58] Olsen (2007): s. 22

[65] Olsen (2007): s. 67

[66] Jacobsen (2005): s. 10 og 73

[67] Fatum et al. (2008): s. 27-28

[68] Olsen (2007): s. 23

[69] Olsen (2007): s. 68-69

[70] Olsen (2007): s. 15-16 & Sølvará (2007): s. 170-171

[71] Fatum et al. (2008): s. 24 & Olsen (2007): s. 15

[72] Olsen (2007): s. 15-16

[97] Lundqvist (2005): s. 27

[98] Olsen (2007): s. 17

[99] Lundqvist (2005): s. 38

[100] Fatum et al. (2008): s. 29

[101] Fatum et al. (2008): s. 28-29

[102] Olsen (2007): s. 22

[103] Lundqvist (2005): s. 34

[104] Danielsen (2017): GT, s. 734

[105] Lundqvist (2005): s. 40

[106] Fatum et al. (2008): s. 29

[107] Lundqvist (2005): s. 39

[108] Jacobsen (2005): s. 9-10

[109] Mikkelsen & Ludvigsen (2023): kap. 11.3.2 & Jacobsen (2005): s. 9-10

[110] Jacobsen (2005): s. 10-11

[111] Jacobsen (2005): s. 9

[116] Olsen (2007): s. 67

[117] Fatum et al. (2008): s. 27-28

[118] Fatum et al. (2008): s. 29

[119] Olsen (2007): s. 17

[120] Olsen (2007): s. 23

[121] Olsen (2007): s. 68

[122] Coffey: “Why does Christianity have so many denominations?” í livescience.com

[123] Olsen (2007): s. 23-24 og 66

[124] Lundqvist (2005): s. 40 & Olsen (2007): s. 66

Dávid Berg

Dávid Berg er ein av stovnarinum av Epistul

http://davidberg.com
Previous
Previous

Athanasius og kríggið móti Arianismu

Next
Next

Tummas Evangeliið