Athanasius og kríggið móti Arianismu
Hvør var Athanasius?
Hann varð føddur í ár 293 A.D. í Alexandria, einum býi í Egyptalandi. Athanasius var gudfrøðingur, kirkjuleiðari og egyptiskur landstýrismaður.
Hann hevur skrivað fleiri bøkur, t.d. Lívið hjá Sankta Antony, Um Íholdingina og Fýra røðir ímóti Ariarum.
Athanasius bleiv útlærdur gudfrøðingur og heimspekingur í Aleksandria uml. ár 320. Í ár 325 varð hann saman við Alexander, sum var Bispur í Alexandria. Teir báðir fóru saman til fundin í Nikea, har bleiv Athanasius settur til at vera næsti Bispur í Alexandria eftir Alexander doyði, sum so hendi 3 ár eftir í 328.
Fyrstu árini sum Bispur var nógv at gera í Egyptalandi og Libya, og hann fekk eisini nógvar góðar relatiónir.
Kríggið móti Arianismu
Skjótt byrjaði stríðið við imperialistiskar og arianskar kirkjufrøðingar, sum upptóku stóran part av lívi hansara. Hann nýtti politiskan ávirkan móti Meletianarunum, fylgjarar hjá hinum skismatiska biskupinum Meletius úr Lykopolis, sum høvdu vent sær ímóti teimum ætlanum, sum vóru gjørdar í Nikea um at sameina teir við kirkjuna. Men hann avsannaði ítøkilig ákærur um misnýtslu av Arianarum og Meletianarum fyri einum fjandsligum biskupamøti í Tyre (í nútíðar Libanon) í 335, sum hann noktaði at viðurkenna sum ein altjóða kirkjufund. Tá báðir partar hittu keisaran Konstantin í Konstantinopel í 336, varð Athanasius ákærdur fyri at hótta við at órógva korndyringina úr Egyptalandi, og uttan nakra rættargang varð hann útlagdur til Rhinlandið av Konstantin.
Keisarans deyði í 337 gav Athanasiusi møguleikan at venda aftur til Alexandria, men sonur Konstantins, Constantius, keisari í Eystara ríkinum, endurtók útleggingarboðið í 338. Athanasius leitaði sær skjól í Róm undir vernd Constans, bróður Constantiusar, sum var keisari í Vestara ríkinum. Ein arianskur biskupur, Gregor, varð settur í embæti í Alexandria. Athanasius helt tó samband við sítt kirkjufólk gjøgnum ársligu hátíðisbrøvini, sum kunngjørdu páskadagin. Pávinn Julius I skrivaði til onga nyttu fyri hann, og tann almenni kirkjufundurin, sum varð kallaður saman í 343, hevði heldur ongan framgang—bara vesturlendskir og egyptiskir biskupar møttust í Serdica (nútíðar Sofia, Bulgaria), og teirra áheitan um Athanasius varð ikki góðkend í Eystara ríkinum. Í 346 tryggjaði ávirkanin hjá Constans tó, at hann slapp aftur til Egyptaland, har hann varð móttikin sum ein fólksligur hetja.
“Gylta tíggjuáraskeiðið” hjá Athanasiusi við friði og vøkstri fylgdi, og í hesum tíðarskeiði savnaði hann skjøl viðvíkjandi útleggingum sínum og heimkomum í Varnarskrivi móti Arianarum (Apologia contra Arianos). Kortini, eftir deyða Constans í 350 og borgarakríggið, sum fylgdi, tók Constantius, sum nú var einaráðandi keisari, aftur upp sína pro-ariansku stevnu. Aftur vórðu politiskar ákærur reistar móti Athanasiusi, og útlegging hansara varð endurtikin. Í 356 varð roynt at handtaka hann undir eini vøku. Hesa ferð fór hann í útlegd til Eystara Egyptaland, har hann varð vardur í klostrum ella hjá vinarligum húskjum. Í útlegdini fullførdi hann stóra gudfrøðiliga verkið Fýra røður móti Arianarum (Orationes contra Arianos) og vardi atburð sín í Varnarskrivi til Constantius og Varnarskrivi fyri flýggjan síni. Treiskni keisarans og frágreiðingar um atsóknir í Alexandria undir nýggja arianska biskupinum Georgius førdu til, at hann í tí meira stríða verkinum Søgan um Arianararnar, lýsti Constantius sum ein forboðan um Antikrist.
Deyði Constantiusar og myrðingin av hinum ópopulera Georgi í 361 gjørdi tað møguligt fyri Athanasius at venda triðja ferð aftur í sigursríkum stíli til sítt embæti. Í 362 kallaði hann saman Synodin í Alexandria, har hann rópti á semju millum tey, sum høvdu somu trúgv men nýttu ymisk orð. Soleiðis varð grundarlagið lagt fyri hinum rætttrúaða lærdómi um Tríeindina—“tríggir Persónar í eini og somu guddómligu náttúru”—sum leggur meiri dent á mismunir í guddóminum enn Athanasius vanliga hevði gjørt. Nýggi keisarin, Julian Apostatin, sum var mótstríður og ovurhonds gramur, gav boð um, at Athanasius skuldi fara úr Alexandria. Hann sigldi tá aftur upp eftir Nilánni og var í útlegd í Eystara Egyptalandi inntil Julian doyði í 363.
Í 365 gav keisarin Valens, sum stuðlaði Arianismu, boð um útlegging hansara enn einaferð, men hesa ferð flutti tann fólksligi biskupurin seg bara út til útjaðaran av Alexandria í nakrar mánaðir, til teir lokalu myndugleikarnir fingu keisaran at endurskoða málið. At enda fekk Athanasius nøkur ár í friði, áðrenn hann doyði í 373.

