Orðatøk

“Tí Gud hevur ikki bert skapt okkum úr ongum, men eisini givið okkum náði frá Orðinum, so vit kunnu liva eitt lív eftir vilja Guds.”

— Athanasius úr Aleksandria

“Um tú bert trýrt tí, sum tær dámar í evangeliunum og avnoktar tað, sum tær ikki dámar, so er tað ikki evangeliið, tú trýrt, men tær sjálvum”

- Augustine úr Hippo

“Tit hótta við at kasta meg í eld, sum brennur í eina løtu, men eru vitaleys um eldin, ið er til tey gudleysu. Ger nú tað tit skulu gera”

- Polycarp

“Jesus Kristus, í Hansara óendaliga kærleika, bleiv gjørdur til hvat vit eru, soleiðis at vit kunnu vera tað, sum Hann er.”

— Irenaeus

“Okkum tørvar at hoyra evangeliið hvønn dag, tí vit gloyma tað hvønn dag.”

-Martin Luther

“Hav ikki Kristus í munni tínum og heimin í hjarta tínum.

— Ignatius úr Antioch

“Ein hundur goyr, tá hansara eigari verður álopin. Eg hevði verið ein tápulingur, um eg sá, at Guds sannleiki bleiv álopin, og kortini hevði verið tigandi.”

-John Calvin