Vitnisburðar
Dulnevndir vitnisburðar frá føroyingum
Lat fólk lesa tín vitnisburð: trýst her
“Vaks upp sum kristin, tá eg var 11 ár gavst eg. Fekk aðrar vinir, ið ikki gingu á møti, bleiv skít fyri fyrstu ferð sum 14 ára gamal. Alt lívið bleiv eitt ball, byrjaði at taka rúsevnir viðhvørt.
Eg byrjaði at hata fólk og halda meg vera betri enn øll hini. Haturin fylti hjartað mítt, og har var einki annað har.
Februar 2024 doyði omma mín, og tað var ein sera tung tíð í lívinum. Lívsgleðin sakk niður á botn.
15. mars koyrdi eg abba til føðingardagin hjá mær. Í meðan vit koyra, spyr hann, hví eg ikki gangi á møti, og eg visti ikki, hvat eg skuldi siga, men segði so, at eg helt meg ikki hava nakra grund at fara har. Hann sigur so nøkur orð, sum eg aldri gloymi. “Tú hevur einki at missa, men tú hevur ALT at fáa.”
Eg sigi so, at eg skal royna, og dagin eftir fór eg á ungdómsmøti. Eg havi gingið á møtið líka síðan og gav mítt lív til Jesus Kristus í Apríl 2024.”
“Eg eri uppvoksin í einum kristnum húsarhaldi í Vestmanna. Eg havi altíð fingið at vita, at Jesus er Gud, vára frelsari og harri. Mamma mín lærdi meg altíð, at kirkjan er umráðandi, tí felagsskapurin er ein hjálp at vaksa við Gudi.
Sum 6 ára gamal flutti eg til Danmarkar, og har hava tey ikki líka kristnar hjartans røtur sum í Føroyum, men tey eru meiri kulturkristin.
Tá eg var 13-18 ár fall eg sindur vekk frá trúnni og livdi mítt egna lív. Eg var fullur av girnd, eg drakk meg skít, fylti mín kropp við giftigum royki og livdi ordliga nógv eftir at síggja, hvat heimurin kundi bjóða. Eg hataði meg sjálvan alla ta tíðina og fann ikki útav at elska meg sjálvan. Eg visti, at tað eg gjørdi var djúpt forkert.
Tá eg bleiv 18 ár, vildi eg taka lívið av mær sjálvum. Eg stóð og var klárur at hoppa út gjøgnum vindeygað. Eg rópti til Harran um at bjarga mær. Eg bleiv bara møttur av hesum ófatandi og ovfarandi kærleikanum, sum gav mær frið og fortaldi mær, at Gud elskar meg og altíð er hjá mær.
Síðan vendi eg mær fullkomiliga frá mínum gamla lívsstíli til Kristus og tað lívið, sum Hann hevði kallað meg til. Eg setti mær fyri, at mítt lív skuldi reflektera Jesus og Hansara kærleika.”
“Seinastu tvey árini hava verið eitt sindur øðrvísi fyri meg enn undanfarin ár. Eg havi verið volontørur eitt hálvt ár í Grønlandi og eitt hálvt ár í Íslandi. Hesi tíðarskeiðini hava verið sera ymisk, og eg havi lært sera nógv ymiskt av báðum. Men tað er eitt, ið báðar ferðirnar hava havt til felags. Eg havi fingið møguleikan at koma niður í ferð og steðga á. Tá ið gerandisdagurin heima koyrir, er tað lætt bara at koyra á. Skúli, arbeiði, vinir, avtalur og alt møguligt annað fyllir nógv. Men sum volontørur upplivdi eg ein annan frið. Eg hevði betri tíð til bara at vera. Og tað gav mær møguleika at brúka meira tíð saman við Guði. Eitt er at eg las meira í Bíbliuni, men eg upplivdi eisini, at eg hevði betri tíð at biðja, lurta og bara vera stillur saman við Guði. Eg føldi veruliga, at eg vaks andaliga í hesum tíðarskeiðunum, meira enn eg vanliga geri, tá ið eg eri heima. Tað hevur lært meg, at eg ikki altíð havi brúk fyri at gera meira, og at eg ikki altíð skal siga ja til allar uppgávur. Viðhvørt skal mann steðga á og verða stillur, steðga á og lurta eftir Guði.”
“Eg havi altíð verið Kristin, men sum hvør og ein, so valdi eg í eina tíð at ganga vekk og prøva at liva í verðini.
Eg livdi lívið, sum gagnaðist mær, men erligt so hevði eg tað forferdiligt. Eg føldi meg tóman.
Men ein dagin hoyrdi eg Guds rødd klárt, eg royndi at skumpa tað vekk, men røddin kom aftur, dag eftir dag.
Til endans gav eg upp, eg lurtaði eftir røddini, og spakuliga rættaði upp mína kós.
Eg trúgvi við fulla vissu, at hevði eg ikki fari ígjøgnum hesa tíðina í mínum lívið, so hevði eg ikki veri so brennandi í trúnni sum eg eri í dag.”
“Havi altíð verið Kristin, men tá eg var tannáringur, livdi eg bert fyri meg sjálvan og gjørdi tað, sum hold mítt tyktist best.
Eg leitaði mær gleði í góðum úrslitum frá ítrótti og skúla, men alt hetta vísti seg at vera tómt og eftirsókn eftir vindi.
Eg kom í ein bíbliubólk, og tá byrjaði eg sjálvur av álvara at lesa í Bíbliuni, ganga á møti og fáa góðan felagsskap, og tað broytti mítt lív!
Síðan tá hava fleiri upp og niður túrar verið, men tað hevur víst seg, at hvørja ferð eg havi tikið eitt stig longri í trúnni, hevur tað verið 100% tað vert!”
“Eg er uppvaksin í einum trúgvandi heimi, so eg havi altíđ veriđ trúgvandi, trúđ uppá at Jesus er til, og at eg skal koma til himmalin. Men vinirnir sum eg hevđi, vóru ikki
uppbyggjandi, og bíbliulesnađurin var minimalur, so trúgvin var altíđ eitt sindur lunkađ. Ikki fyrr enn eg kom í ein bíbliubólk sum 20 ára gamal, har vit komu saman fyri at lesa Orđiđ, fordjúpa okkum í tí, og fingu spurningar, sum settu tankarnar í gongd, tá sá eg, hvussu stórur Guđ veruliga er og at Hann krevur nógv meira av mær, enn eg gav Honum í tí løtuni. Tann bólkurin vakti meg ordiliga, og síđan havi eg liva eitt lív, har Jesus er ikki bara frelsari, men eisini harri. Og tađ gongur ikki ein løta, har eg ynski tađ gamla aftur.”
“Sum tannáringur helt eg, at skuldi eg finna gleði og lukku, mátti eg venda Guði bakið. Eg sá upp til kend fólk og fekk ta fatan, at trúgvin á Jesus stóð í vegin fyri einum fríum og eydnuríkum lívi. Tí valdi eg Guð frá og fór inn í eitt lív, sum gekk ímóti øllum tí, eg var uppvaksin við.
Men jú meiri eg leitaði eftir gleðini í tí, sum heimurin bjóðaði, jú tómari kendist lívið. Sum 17 ára gamal gekk tað upp fyri mær, at einki í hesum heimi kundi fylla tómrúmið eg hevði í mínum hjarta. Sama kvøld vísti Jesus seg fyri mær í einum dreymi, og lív mítt broyttist. Eg ynskti ikki Jesus – men hann ynskti meg. Eg elskaði ikki Jesus – men hann elskaði meg.
Hann kallaði meg til sín og vísti mær tað á ein yvirnáttúrligan hátt. At hann valdi meg – og ikki eg hann – er vorðið ein so stór troyst í mínum lívi. Tí kann eg ikki annað enn vitna um ta gleði, vón og tann frið, sum hann hevur givið mær. Takk, Jesus, fyri frelsuna!”
“Eg vaks upp í einum trúgvandi heimi í brøðrasamkomuni. Eg gekk í sunnudagsskúla øll árini eg kundi, og eg havi annars verið á møti hvønn sunnudag alt eg minnist. Tá ið eg so kom í aldurin har sum øll hini blivu konfirmeraði tók eg avgerðina at lata meg doypa sum 13 ára gamal í 2018. Hetta var kanska for skjót avgerð, tí at tað fór bara niður á bakka harfrá. Eg hevði rættiliga ringt at snakka við fólk, so eg tordi illa á ungdómsmøti. Eg hevði fáar vinir sum vóru trúgvandi, og kanska fáar vinir yvirhøvur. Tá ið eg gekk í 9. fl royndi eg fyri fyrstu ferð at drekka meg til eina kenning, og eftir tað tók eg og vendi trúnni bakið. Frá ta tíðina av bleiv eg ein partur av ballingarlívinum. Eg hevði eina damu eisini um hetta tíðspunkið, har ið vit ikki gjørdu serliga kristin ting saman, men eg hevði tað heilt fínt við tað. Eg byrjaði eisini eina tíð aftaná hetta at hyggja eftir pornografi. Tað helt so á inntil eg bleiv liðugur á Glasi. í 2024 Tá kom okkurt vend í. Eg byrjaði at vilja fara á møti, og forholdið hjá mær við gentuna bleiv liðugt. Eg kom nærri og nærri við at venda aftur, inntil eg ein dagin fekk eina uppgávu, sum hjálpti mær at síggja, hvussu langt eg var farin, og at eg skuldi venda við og koma heim aftur. Eg hevði tað knappliga nógv lættari við at snakka við fólk, og havi fingið nógv vinfólk síðani tá. Eg legði mínar syndir fram fyri Gudi, og bleiv umvendur. Sjálvt um eg stríðist enn við leivdir frá mínum gamla lívi, so eri eg vissur í at eg megni tað við Harrans styrki.”

