Hvat er Project Athanasius?

Project Athanasius er ein missión at sameina Kirkju Kristusar, sum er Hansara likam. Saint Athanasius, sum projektið er uppkallað eftir, er ein góð fyrimynd fyri øll kristin. Athanasius livdi undir tíðini hjá Arianismu trúarvilluni. Henda trúarvilla sigur tað, at Jesus er ikki Gud, Hann var bara skaptur sindur líka sum Gud. Tað sum Athanasius gjørdi var tað, at hann stóð fast við Bíbilsku trúnna, sum sigur at Jesus er Gud. Men hetta góðtók Constantine I ikki, tí hann var endaður á síðuni hjá Arius, so Athanasius bleiv bannaður bæði úr Kirkjuni og Egyptalandi, har hann var biskupur.

Eftir deyða Constantine’s, bleiv Athanasius vælkomin aftur til heimlandið, men hetta vardi ikki leingi, tí so kom sonur Constantine I sum æt Constantius og bannaði Athanasius enn einaferð. Men gjøgnum alt hetta her, so fór Athanasius ikki úr Kirkjuni. Hann fór ikki at stovna sína egnu Kirkju, nei hann bleiv við at berjast.

Eftir deyða Constantius bleiv Athanasius enn einaferð vælkomin heim, aftaná 30+ ár av banni frá 4 ymsum keisarum. At enda vann Athanasius og fekk Kirkjuna aftur til Bíbilsku trúnna at Jesus er Gud, og hann er grundin at vit eru frí at trúgva tað í dag.

Tað er umráðandi, at vit eru sum Athanasius, og sjálvt um vit hava ósemjur í Kirkjuni, so fara vit ikki frá fyri at gera okkara egnu samkomu, nei vit verða verandi og tosa um ósemjurnar, sjálvt tá eingin lurtar.

Jesus Kristus sigur eisini, hvussu umráðandi tað er at semjast í Matteus 18:15-17

Tænastur undir Project Athanasius:

2/3 Samlað

Verbum

Epistul