Hvørjir eru vit?
Epistul er eitt toymi av tveimum ungum monnum, ið elska Jesus Kristus. Teir eita Boas og Dávid. Vit elska at granska Orð Guds, tí tað er tað týdningarmesta Orðið menniskjað hevur nakrantíð fingið. Tí halda vit, at tað er umráðandi at læra alt at kenna, sum Orðið hevur at siga.
Vit byrjaðu at seta heimasíðuna í gongd tann 31. mai 2025, bert nakrir fáir tímar eftir vit vórðu blivnir sannførdir um, at hetta var nakað, ið vit skuldu gera, tí tað nyttar einki at bíða, um mann kann fara beint í gongd.
Missión
At fáa hjálpartól til gudfrøði á føroyskum, tí Føroyar er ikki tað ríkasta landi, tá tað kemur til alnótina. Tað er ikki so lætt at finna hjálpartól á føroyskum.
Her á Epistul er okkara missión at granska Bíbliuna og kirkjusøgu, skriva tað niður og senda tað út á hesa síðu til allar føroyingar at lesa.
Visión
Okkara endamál er at hendan síðan kann vera brúkt allastaðni um alt Føroyar, og tá tað er nakar spurningur ein fær um Kristindóm, so kunnu tey bara fara inn á her og fáa allar upplýsingar beinaveg lætt og skjótt á móðurmálinum føroyskum.

