Møt toyminum
Tað er ikki eitt stórt toymi, vit hava í Epistul, men Kristus arbeiðir gjøgnum øll, sjálvt bara tvey ella trý fólk, tí sum Kristus segði “Tí har sum tvey ella trý eru savnað saman í navni Mínum, eri Eg mitt ímillum teirra.” So ikki sig, at tað ikki fer at ganga, bara tí tit ikki eru nógv. Kristus kann enn brúka tykkum.
-
Stovnari
Dávid er 20 ára gamal og bleiv liðugur á Glasi í summar 2025. Hann er uppvoksin í City Church, men gongur nú í Meinigheitshúsinum í Havn og í fólkakirkjuni. Dagliga arbeiðir hann sum matstovuleiðari í Angus Steakhouse Tórshavn. Eftir ætlan fer hann at byrja at lesa gudfrøði í Keypmannahavn í heyst 2027.
Hann skrivar epistular og er vertur á 2/3 Samlað poddvarpinum. Á heimasíðuni arbeiðir hann mest við rættlesing o.ø.
Hansara serfrøði liggur serliga innanfyri: reformatiónina, kirkjusøgu og sakramentologi
-
Stovnari
Boas Hansen er 20 ára gamal og lesur gudfrøði í Mariager Højskole í Danmark. Hann er uppvoksin í Kelduni, men gongur nú í fólkakirkjuni í Danmark.
Eftir ætlan flytir hann til Aalborg at lesa kandidat í gudfrøði.
Hansara arbeiði er fyrst og fremst at skriva epistlar. Eisini er hann vertur á 2/3 Samlað poddvarpinum. Hann hevur høvuðsuppgávuna av at halda epistul heimasíðuni í góðum standi.
Hansara serfrøði liggur serliga innanfyri: kirkjusøgu, fornfrøði, heimspeki og trúarbólkum
-
Nevndarlimur
Rógvi er 21 ára gamal, hann er uppvoskin í karismatisku samkomuni, men er nú farin inn í luthersku fólkakirkjuna. Í løtuni tekur hann HF, og ætlanin er síðani at lesa gudfrøði
Ísv. epistul kemur hann við nógvum hugskotum og ráðum um, hvørjir epistlar skulu skrivast. Eisini er hann við til at tryggja, at gudfrøðin ikki fer av leið.
Hann hevur nógv gudfrøðiligt arbeiði, sum hann ger við síðurnar av, har hann dúkkar niður í systematiska gudfrøði.
Hansara serfrøði liggur serliga innanfyri: systematikk, kirkjusøgu og lygilæru

