Hvussu verði eg frelstur (bjargaður)?
Fyrsta stig er, at vit síggja, at vit hava nakað, sum vit mugu blíva bjargað frá.
Hví tørvar mær frelsu?
Eingin verður føddur frelstur. Vegna syndina hjá Ádam og Evu í Edens hava, so eru øll menniskju fødd við arvasynd og einum lyndi til at synda. At synda merkir onki annað, enn at vit raka við síðurnar av málinum. Vit raka tá við síðurnar av, hvat Gud hevði ætlað fyri okkum.
Róm 3.23: “øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds;”
Øll menniskju skulu ein dag dømast eftir lóg Guds, og millum teirra eru tey 10 boðini. Eingin av okkum hevur klárað at hildið tey 10 boðini. Nei, hevur tú stjolið, drivið hor, vanært faðir og móðir ella verið øvundsjúkur bert eina ferð, so stendur tú sekur. Biblían sigur, at tann, ið snávar í einum er sekur í øllum (Ják. 2.10).
Tann, ið hevur framt lógarbrot skal revsast. Koyrir tú ov skjótt, so fært tú bót. Drepur tú onkran, so fert tú í fongsul. Tá ein dómari dømir rætt, so virða vit hann og siga: “gott og rættvíst dømt, dómari”. Á sama hátt er við Gudi. Hann er dómari hjá øllum, og Hann dømir altíð rættvíst.
Róm 6.23: “Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.”
Fyri okkum er tað trupult at skilja Guds dóm, tí vit eru ikki rættvís. Men Gud er rættvísur, og Hann hevur givið okkum ein frían vilja til at synda. Vit velja sjálvi, um vit vilja renna til Gud, ella um vit vilja renna frá Gudi. Renna vit frá Gudi, so letur Gud okkum fáa okkara vilja, og Hann tvingar okkum ikki at vera saman við sær í Himli í allar ævir. Hví skuldu vit vilja verið saman við Honum í allar ævir, um ikki vit vilja tað her á jørð?
Hvat skal eg gera fyri at blíva frelstur?
Róm 10.9: “Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur.”
Trúgva vit, at Hann er Harri, ikki bert í høvdinum, men í hjartanum, so hava vit livandi trúgv. Tá liva vit trúnna út. Elska vit Jesus, so halda vit boð Hansara (Jóh 14:21) og angra, tá vit synda. Tó er tað ikki okkara verk, sum frelsa okkum.
Ef. 2.8-9: “Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds, ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.”
Tað einasta verkið, sum frelsir okkum, tað er Jesusar verk á krossinum. Vit taka ímóti hesum við trúgv. Tað merkir, at vit hava álit á Hann og á tað, ið Hann sigur.
Áp 16.31: “Teir svaraðu: „Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur, tú og hús títt!““
Hvat geri eg, eftir eg eri blivin frelstur?
Nú tá tú hevur játtað Jesus sum Harra og ert frelstur, so er bert eitt eftir at gera: At dagliga liva fyri Gud. Hetta merkir, at tað eru ei longur eg, sum livi, men tað er Kristus, sum livir í mær (Gal 2.20). Tá vit verða frelst, tá býr Heilagi Andin (sum er Gud) í okkum. Hetta merkir als ikki, at vit ikki synda longur. Minni enn so, tí vit synda framvegis dagliga, og tá játta vit okkara syndir fyri Gudi; t.e. siga at vit hava gjørt okkurt skeivt, og at vit vilja steðga at gera tað (1. Jóh 1:9)
Gud hevur longu gjørt alt fyri okkum, og okkara trúgv eigur at virka við kærleika (Gal 5:6), og tá spretta góð verk frá okkara lívið. Tí tá Gud hevur givið okkum alt við Syninum, tá eiga vit at geva Honum alt okkara lív afturfyri.
Er trúgvin livandi, so ber Heilagi Andin ávøkst í okkum og heldur okkum nær at Jesusi (Jóh 6.44). Tað eru ikki hesi verk, sum frelsa okkum, men tey koma, tá vit eru frelst.
Praktisk stig
Far á møti: Fyri at trúgvin skal verða verandi livandi, so er tað av stórum týdningi, at vit fara í kirkju/samkomu hvønn sunnudag, og sum heild hava samfelag við onnur Kristin. Bíblian sigur, at vit skulu savnast regluliga. Tá styrkjast og búnast vit í trúnni. Um tú ikki hevur eina kirkju/samkomu, so kanst tú finna eina nær við teg her.
Les Bíbliuna: Eisini er umráðandi at dagliga lesa Guds Orð (Bíbliuna), sum fortelur okkum, hvør Gud er, hvørji vit eru, og hvussu Gud ynskir, at vit skulu liva. Orð Guds er livandi og hevur kraft, og tað gevur einum og hvørjum trúgvandi styrki. Tað er okkara andaligi matur (5. mós 8:3)
Lat teg doypa: Um vit eru frelst, tá eiga vit at lata okkum doypa. Tí hetta hevur Jesus Kristus sjálvur boði okkum:
Matt 28.19: “Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans,”
Mark 16.16: “Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal verða fordømdur.”

