Finn góðar bøkur til andaliga uppbygging og læru

Lívið nær Gudi

Rithøvundur: Rúni Rasmussen

Bókin snýr seg um samfelagið við Gud. Hon lýsir týdningin av at liva nær Gudi og fyri Hann. Les meir her

Blaðsíður: 163

Keypast: Kann keypast í bókabúðunum kring landið og frá forlagnum Parakletos

Alt Av Náði

Rithøvundur: C.H. Spurgeon

Bókin snýr seg um okkara syndafullu náttúru og hvussu uttan Kristus er einki gott í okkum. Hon fer eisini nógv inná Guds rættvísi.

Blaðsíður: 142

Keypast: forlagið leirkerið

Játtanir

Rithøvundur: Augustine of Hippo

Stóri og kendi kirkjufaðirin St. Augustine skrivar í sínum kendasta verkið um sína umvending til Harran í vaksin aldri eftir eitt vanheilagt liv. Les meir her

Blaðsíður: 352

Keypast: ritográk.fo

Ápostolsku Fedranir

Týddi: Martin R. Jacobsen

Bókin er ein samling av skriftum frá teimum fyrstu kristnu, sum t.d. lærusveinarnir hjá Jóhannes. Allar skriftinar vóru skrivaðar millum 60-180 A.D.

Blaðsíður: 311

Keypast: ritográk.fo

Evangeliskt-Lutherskar Bøkur

Trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar

Rithøvundur: Hans J. Joensen

Bókin inniheldur tey 5 játtanarritini, sum Fólkakirkjan í Føroyum er bundin at trúgva og læra: tær 3 vanligu trúarjáttanirnar, Augsburgska játtanin og Martin Luthers lítla katekismus

Blaðsíður: 83

keypast: Bókamiðsøluni og í bókabúðunum kring landið.

Luthers lítla og stóra katekismus

Rithøvundar: C.F. Balslev og Martin Luther

Luther áminti foreldrini til at uppala børn síni væl og læra tey tey 10 boðini, trúargreinirnar, Faðirvár, dópin og kvøldmáltíðina á móðurmálinum. Les meir her

Blaðsíður: 285

Keypast: Kann keypast fyri 200,- á manna.fo og í bókabúðunum

Frælsi teirra kristnu

Rithøvundur: Martin Luther (David Johannesen týddi)

Bókin inniheldur útvaldar greinar og ritgerðir hjá Dr. Martin Luther, eitt nú um dópin og barnatrúnna við dópin, fortala til rómbrævið og tær 95 avlátssetningarnir. Meir her.

Blaðsíður: 162

Keypast: Bókamiðsøluni og bókabúðunum kring landið

Sannleikans Orð

Rithøvundur: Martin Luther (David Johannesen týddi)

Bókin inniheldur fortalurnar hjá Martin Luther til bøkurnar í Bíbliuni, sum Luther lat standa í sínum bíbliutýðingum frá 1534 og 1545.

Blaðsíður: 200

Keypast: Bókamiðsøluni og bókabúðunum kring landið. Prísur einans 50,-

The Book of Concord

Rithøvundar: Luther, Melanchton, Chemnitz v.m.

Um ein vil læra lutherska gudfrøði, so eru luthersku trúarjáttanirnar tað fyrsta og besta staðið at leita sær til. Eisini um ein er kirkju/missiónfólk, so er bókin góð til at lesa, hvørja gudfrøði eins egna kirkja og meinigheit byggir á. Les meir her.

Blaðsíður: 792

Keypast: Amazon

Lutherbókin

Rithøvundur: Svend Lerfeldt (David Johannesen týddi)

Bókin snýr seg lívið hjá Luther, um hansara gudfrøði og tankar, hvussu tað mennist gjøgnum lívið - alt útfrá og sitatum úr Luthers egnu verkum. Eitt nú lesa vit, um hvussu Luther kom fram til sína fatan av evangeliinum og Skriftini.

Blaðsíður: 256

Keypast: Bókamiðsøluni og bókabúðunum kring landið