Enskar bøkur
Les hesar bøkur fyri at fáa eitt djúpri gudfrøðiligt grundarlag
The Awe of God
Rithøvundur: John Bevere
Um hvussu gudsótti er lykilin til eitt lív í nærleika við Gud, heldur tær frá at fella, og gevur tær kraft til at enda lívið væl. Les meir her.
Blaðsíður: 304
Keypast: Amazon og johnbevere.com
The Confessions of Saint Augustine
Apostolic Fathers
Rithøvundur: J.B. Lightfoot & J.R. Harmer
Bókin er ein samling av skriftum frá teimum fyrstu kristnu, sum t.d. lærusveinarnir hjá Jóhannes: Ignatius, Polycarp og Papias. Bókin inniheldur eisini: 1 og 2 Klemensbræv, Bræv Barnabasar, Hirðin Hermas, Læra Ápostlanna og Teir Heilagu Elstarnir
Blaðsíður: 576
Keypast: Saxo.com
Sinner Saint
Rithøvundur: Luke Kjolhaug
Bókin snýr seg um, hvussu vit, sum Guds børn, eru bæði syndari og heilagur samstundis. Kjolhaug greinar, hvussu hetta riggar í gerandisdegnum.
Blaðsíður: 145
Keypast: Saxo.com
Mere Christianity
Rithøvundur: C.S. Lewis
Ein av mest kendu bókunum um kristnu trúnna, sum nakrantíð er skrivað. Elskað, tí C.S. Lewis lýsir almenna kristna læru, so at ymsu trúarbólkarnar ikki verða býttir sundir. Eisini orðar hann seg sterkt, einfalt og við nógum myndum. Les meir her
Blaðsíður: 227
Keypast: manna.fo, kann eisini keypast á donskum undir heitinum “Fælles Kristendom”
On The Incarnation
Rithøvundur: Athanasius of Alexandria
Kendi kirkjufaðirin og tríeindarverjin St. Athanasius, ið okkara verkætlan er uppkallað eftir, skrivar um ár 319 ein av mest týðandi tekstunum í frumkirkjuni. Grundleggjandi er bókin ein trúarverja um, hví og hvussu Orð Guds kom á jørð í holdinum. Bókin er bert 54 síður. Les meir her
Blaðsíður: 54
Keypast: Amazon
The Spirituality of the Cross
Rithøvundur: Gene Edward Veith Jr.
Bókin snýr seg um, hvussu krossurin er miðdepilin hjá luthersku læruni og andligleikanum. Umrøtt verða millum annað luthersku dogmaðini: Trúarlæran um krossin, syndari/heilagur fyrimyndinin, altargongdin o.t. Hetta v.m. eru lykla andaligir trúarsetningar, sum alt samlað formar “The Spirituality of the Cross”.
Blaðsíður: 237
Keypast: Saxo.com
Luthers Christological Legacy
Rithøvundur: Johannes Zachhuber
Bókin er ein samlað greining av, hvussu Luthers kristologiska standpunkt systematiskt hongur saman. Hetta er blivið samlað saman av fleiri av Luthers verkum.
Blaðsíður: 148
Keypast: Saxo.com
What It Means To Be Protestant
Rithøvundur: Gavin Ortlund
Gavin Ortlund skrivar lætt-lesiliga og meistarliga, hvat protestantisma er, hví reformatiónin mátti henda sum endurnýggjan av gleðiboðskapinum, og hví vit eiga at vera protestantar. Herundir er ein verja av sola fide (trúgv aleina), sola scriptura (skriftin aleina), og kritikkir av m.a. pávavaldinum og katólskum siðum. Les meir her
Blaðsíður: 288
Keypast: Amazon
Holy Baptism
Rithøvundur: Charles Krauth
Bókin greiðir frá, hvussu calvinistiski dópurin ikki gevur meining frá einum bíbilskum sjónarmiði. Síðan setur hann bæði calvinistiskan og lutherskan dóp systematiskt upp og greiðir frá, hví lutherski dópurin er tann, sum samsvarar best við Bíbliuni.
Blaðsíður: 182
Keypast: Saxo.com
Church History in plain language
Rithøvundur: Bruce L. Shelley
Bruce Shelleys klassiska kirkjusøga førir søguna um heimsfevnandi kristindóm heilt inn í 21. øld.
Shelley tekur lesaran frá teimum fyrstu øldunum í kirkjuni og fram til okkara modernaðu tíð og greiðir frá søguni um veruligar persónar í einari ávísari støðu, sum taka stig ella verða ávirkaðir av hendingunum. Samstundis gevur hann lesaranum eitt innlit í umstøðurnar og søguliga samanhangin og byggir haðani søguna upp um eitt týdningarmikið tíðarskeið ella evni í kristindómssøguni. Les meir her.
Blaðsíður: 624
Keypast: Rit og rák og bókabúðum kring landið

