Er Maria mamma Guds? Hvat er nestorianisma?

Nestorius

Nestorius varð føddur í 4. øld í Germanicia, Syria Euphratensis, í Asia Minor – deyður umleið 451 í Panopolis, Egyptalandi.
Føddur av persiskum foreldrum, hann las í Antiokia og varð vígdur til prest. Sum biskupur í Konstantinopel frá ár 428.
Eftir at Nestorius hevði lagt fram sínar meiningar um, at Jesus hevði 2 ymiskar náttúrur og at Maria ikki var Theotokos, varð hann dømdur og sendur í útlegd, fyrst í Libyiska oyðimørkina og síðani í Ovasta Egyptaland.

Ráðið í Efesus (431 e.Kr.)

Eftir at Nestorius var dømdur á einum ráði í Róm árið fyri (430), varð øll kirkjan aftur kallað saman í Efesus fyri at viðgera spurningin um tvær náttúrur Kristusar – menniskjansligu náttúruna og Guðs náttúru (Nestorianisma).
Hóast Nestorius sjálvur varð kallaður tríggjar ferðir at møta, so kom hann ongantíð.
Ráðið varð sett í gongd av Kyrillos av Alexandria, áðrenn sendiboðini frá Róm og eystaru biskuparnir undir leiðslu av Jóhannesi av Antiokia komu.
Meðan ráðið var í gongd og dómur skuldi verða feldur yvir Nestorius og hansara trúgv,197 luttakarar atkvøddu beinanvegin fyri bann og at teir álitu hann sum villlæru. Aðrir tóku undir við hesum seinni.

Ráðið í Kalcedon (451 e.Kr.)

Ráðið í Kalcedon, fjórða altjóða kirkjuráð, varð hildið í Kalcedon (nútímans Kadiköy í Turkalandi) í 451.
Keisarin Marcian kallaði ráðið saman, og tað vóru umleið 520 biskupar ella umboð teirra til staðar – størsta og best skrásetta ráðið í kirkjusøguni tá.
Ráðið góðtók trúarjáttanina í Nikea (325), trúarjáttanina í Konstantinopel (381; seinni nevnd Nikenska játtanin), tvær brøv frá hinum heilaga Kyrillos av Alexandria ímóti Nestorius, sum undirstrikaðu einleikan millum Guðs og manna náttúru í Kristusi, og so eisini "Tómu" frá pávanum Leo I, ið váttaði at Jesus hevði tvær sjálvstøðugar náttúrur og noktaði monofysitisma (trúgvin at Kristus bert hevði eina náttúru).
Ráðið greiddi síðani hesar lærdómar í síni egnu trúarjáttan.

Nestorianisma

Nestorianarar trúgva, at Jesus hevur tvær hvør sær náttúrur:
Menniskjansligu náttúruna, umboðað við navninum Jesus, og Guds náttúruna, sum bara verður nevnd Gud – og so navnið Kristus, ið er ein samanseting av báðum.
Villlæran í hesum er, at hesar náttúrur eru atskildar og kunnu skiljast sundur, meðan allur Kristindómur lærir, at Jesus Kristus hevur tvær náttúrur, men tær eru óskiljandi – tú kanst ikki skilja Jesus og Gud sundur, tí Jesus er Gud; Hann var altíð Gud og er altíð Gud.
Tað at siga, at tær tvær náttúrurnar kunnu skiljast sundur merkir, at Kristus er bert partvíst Gud – ella, sum gnostikarar søgdu, so var Jesus bert eitt vanlig menniskja, men varð "tikin yvir" av Guðs anda.
Men vit vita at hetta er skeivt, tí sum stendur í Jóhannes 1:1:

"Í upphavið var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud."
Og í Jóhannes 1:14 stendur:
"Orðið varð hold og búði millum okkum" – ikki at Orðið tók á seg hold ella búsettist í hold, men varð hold.

Theotokos (Maria Guds móðir)

Ein annar týðandi spurningur er um Mariu, móðir Jesusar.
Nógv fólk, um tú spyrt tey: "Er Maria móðir Guðs?" – so svara tey nei og kalla tað gudsspottan.
Men tað tey ikki skilja er, at tey tá læra villlæru sambært Nestorius.
Um Maria ikki er móðir Guðs, so merkir tað, at Jesus ikki altíð var Gud, og at tú kanst skilja Jesus og Gud sundur.
Men sannleikin er, at Jesus var og er altíð Gud – eisini í móðurlívi.
Sum vit lesa í Lukas 1:44, so leyp Jóhannes doyparin av gleði í móðurlívi, tá hann kendi nærveruna av Jesusi í móðurlívi Maríu – tað vísir, at Jesus ikki var eitt vanligt menniskja í móðurlívi.
So um Jesus var Gud í móðurlívi, og Jesus er óskiljandi frá Gudi, so er Maria móðir Guðs, tí hon føddi Gud.

Umráðandi: Maria er ikki móðir Guðs í tí týdningi, at hon hevði vald yvir honum ella skapti hann – men bert í tí týdningi, at hon bar Gud inn í heim okkara. Maria er ei heldur mamman hjá Gudi Faðir, men bert hjá Guds Soni, Orðinum, Jesusi.

Samandráttur

Nestorianska villlæran
Jesus hevur 2 náttúrur, sum kunnu skiljast sundur: menniskja og Gud.

Kristin læra
Jesus hevur 2 náttúrur, sum ikki kunnu skiljast sundur: menniskja og Gud.

Boas Hansen

Boas er ein av stovnarinum av Epistul

http://boashansen.com
Previous
Previous

Hald fast við traditión

Next
Next

Athanasius og kríggið móti Arianismu