Hald fast við traditión

Tá vit lesa Bíbliuna, er altíð gott at hava okkurt annað tilfar aftur við. Hetta tilfar kann vera ein bók, ein heimasíða, ella bara ein undirgrein. Tað er sjálvandi altíð gott at hava okkurt sovorði, og tað skulu vit halda fram við. Men er tað nokk?

Teir 12 ápostlanir hjá Kristusi hildu fram við at tala Hansara orð, men meðan teir gjørdu hetta, tóku teir fleiri lærusveinar til sín sjálvs; tað síggja vit hjá t.d. skrivaranum av Markusar evangeliinum, Markus , ið sjálvur var lærusveinur hjá Pæturi. Tað sum Markus skrivar er komið frá Pætur sjálvum (lesa vit hjá Kirkjufedrunum, t.d. Irenaeusi)

Hinir ápostlanir høvdu eisini lærusveinar; 

Jóhannes: Polycarp, Ignatius og Papias. 

Paulus: Timoteus, Titus og Lukas. 

Pætur: Markus, Linus, og Klement.

Enn er man ósikkur um, hvørjir lærusveinar hinir ápostlarnir høvdu. Grundin til man veit hesar, er tí Jóhannes var tann síðsti ápostul at doyggja, so hann livdi inn til tí tíðina, har Kirkjan var blivin uppbygd og byrjað at skriva nógv meir niður. Paulus er sjálvandi tann ápostulin, sum hevur skrivað størsta partin av Nýggja Testamentinum, so vit hava orð frá honum sjálvum, sum nevna hansara lærusveinar. 

Pætur er ein tann týdningarmesti lærusveinurin í Kirkju søgu, tí hann verður sagdur at vera tann fyrsti pávin. Eisini verða Linus og Klement nevndir í Bíbliuni. Linus (2 Tim 4:21) var tann næsti pávin frá 67-76 e.Kr. (Irenaeus; Against Heresies, 180 e.Kr.), og Klement (Fil. 4:3) var tann fjórði pávin frá 88-99 e.Kr. (Irenaeus, Against Heresies, 180 e.Kr.) aftaná Pætur.

Hesir lærusveinarnir hjá ápostlunum hava eisini sjálvir skrivað nógv niður, sum teir hava lært beinleiðis frá ápostlunum. 

Klement hevur skrivað: Bræv Klements til Kirkjuna í Korint (96 e.Kr.)

Ignatius hevur skrivað: Bræv til Efesus, Bræv til Magnesians, Bræv til Trallians, Bræv til Róm, Bræv til Filidelfia, Bræv til Smyrnaeans, og Bræv til Polycarp. (Alt skrivað millum 107-110 e.Kr.)

Polycarp hevur skrivað: Bræv til Filippi (125 e.Kr.)

Papias hevur skrivað: Expositions of the Sayings of the Lord (110 e.Kr.)

Lukas hevur skrivað: Lukasar evangeliið (60 e.Kr.), og Ápostlasøguna (64 e.Kr.)

Markus hevur skrivað: Markusar evangeliið (58 e.Kr.)

Flest fólk siga um evangeliini hjá Markusi og Lukasi: “Ja hasa læruna skulu vit fylgja”, men hví ikki fylgja læruna hjá Ignatius, Polycarp, Klement og Papias? Hvat er øðrvísi hjá teimum? Akkurát líka sum Markus og Lukas, so vóru teir eisini lærusveinar hjá Ápostlunum. “Ja, men Markus og Lukas eru í Bíbliuni” - ja tað eru teir, men hví? Jú tað er vegna traditión. Kirkjan hevur sagt, at tær bøkurnar eru innblástar av Gudi. Í fyrsta fundinum um kanoniseringina av Bíbliuni, sum var í Róm í ár 382 e.Kr. var Bíbliu kanónin ásett. Hetta er orsøkin, hví vit hava tað Nýggja Testamentið, sum vit hava í dag við 27 bókum.

Hetta vil tó ikki siga, at hinar skriftinar ikki skuldu verða brúktar til læru - tí tað skulu tær vera. 


Paulus sigur fleiri ferðir, hvussu umráðandi tað er at halda fast við traditión:

2 Tess. 2:15

  • Standið tí fastir, brøður, og haldið fast við lærdómarnar (Traditión), ið tit hava fingið frá okkum, veri tað við talu ella brævi!

1 Kor. 11:2

  • Eg rósi tykkum fyri, at tit í øllum minnast meg og halda fast við lærdómarnar, soleiðis sum eg gav tykkum teir.

Hetta skriva Paulus í fyrsta brævinum til Korint, so t.v.s. at hann hevur verið hjá teimum og givið teimum læru munnliga, sum hann sigur tey skulu fylgja.

Fil 4:9

  • Tað, sum tit eisini hava lært og tikið við og hoyrt og sæð hjá mær – gerið tað, so skal Gud friðarins vera við tykkum!


2 Tim 1:13

  • Hav til fyrimynd hini heilnæmu orð, ið tú hevur hoyrt av mær, í trúgv og kærleika í Kristi Jesusi!


2 Tim 2:2

  • Tað, sum tú hevur hoyrt meg tala fyri mongum vitnum, fá trúføstum monnum tað í hendur, sum eru førir fyri aftur at læra onnur!

Eisini sigur Jóhannes, at har er nógv annað sum Harrin segði og gjørdi, sum ikki er skrivað niður:


Jóh 21:25

  • Men eisini er mangt annað, sum Jesus hevur gjørt; skuldi tað verðið skrivað, hvørt fyri seg, haldi eg, at allur heimurin hevði ikki rúmað bókunum, ið tá høvdu verðið skrivaðar.

Har kunnu eisini vera summi vers, sum far ímóti traditión:

Mark 7:8-9

  • 8 Tit beina boð Guds av vegnum og halda viðtøku manna!“

  • 9 Og Hann segði við teir: „Vakurt er! Tit gera boð Guds til einkis fyri at halda viðtøku tykkara!


Kol 2:8

  • Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi!


Hesi versini fara ímóti traditión av menniskja, men tað er ikki tað, sum Kirkjulig traditión er. Kirkjulig traditión kemur frá Gudi og er leitt av Heilaga Andanum, eisini sum Bíblian sigur, at Kirkjan skal vera leitt inn í allan sannleika og er grundvøllurin til allan sanleika:


1 Tim 3:15

  • Men skuldi eg ikki komið enn, skalt tú av hesum vita, hvussu ein eigur at bera seg at í húsi Guds, sum er samkoma hins livandi Guds, stuðul og grundvøllur sannleikans.


Jóh 16:13

  • Men táið Hann, Andi sannleikans, kemur, skal Hann leiða tykkum í allan sannleikan. Tí Hann skal ikki tala av Sær sjálvum, nei, tað, sum Hann hoyrir, skal Hann tala, og tað, sum koma skal, fer Hann at kunngera tykkum.



So tað Bíblian sigur er hetta:

  • Har er læra frá Jesusi, sum ikki er skrivað.

  • Ápostlarnar hava lært munnliga og vilja, at vit fylgja tí læruni.

  • Kirkjan er sannleiki og vit skulu fylgja Kirkjuni.

Hesa læruna finna vit hjá lærusveinunum hjá ápostlunum. Teir hava skrivað niður nógv, sum ápostlarnir hava lært munnliga, og ymiskt Jesus hevur sagt og gjørt, men sum ikki er skrivað niður.

Kirkju fedranir eru ein stórur myndugleiki, sum skal fylgjast og sum Kristin kunnu vit ikki koyra tað til síðis, tí tað er læra frá okkara Harra, Jesusi Kristusi.

Umráðandi: Bíblian er innblást Orð Guds og hevur hægri myndugleika enn kirkju fedrarnar, og teir eru harafturímóti ikki lýtaleysir, sum Bíblian er. Eisini vóru kirkju fedrarnir langt frá altíð serliga samdir í øllum evnum, sum summi vilja vera við.


Boas Hansen

Boas er ein av stovnarinum av Epistul

http://boashansen.com
Previous
Previous

Luther um dópin

Next
Next

Er Maria mamma Guds? Hvat er nestorianisma?