Luther um dópin
Læran í hesi grein kemur úr bókini “Luthers lítla og stóra katekismus”, og keldan er at finna niðast. Henda grein viðger ikki barnadóp, men um Harrin vil, so verður tað vónandi ein viðgerð seinni.
Hvat er dópurin?
“Hann [dópurin] er ikki bert vanligt vatn, men vatn, sum er fevnt av Guds orði og boðið og halgað av Guds orði og boði” (Luther, s. 236). Vit verða doypt í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans. Tað merkir, at vit verða doypt til samfelag við Gud og til at fáa lut í hansara náði og gávum. Vit noyðast at trúgva á Faðirin, Sonin og Heilaga Andan. Luther ávarar ímóti at skilja orðið og vatnið hvørt frá øðrum.
Noyðast at hava trúgv
Dópurin gagnar okkum bert, um vit hava trúgv. Sáttargerð Jesus Krists kemur okkum ikki til góða uttan trúgv. Hetta merkir, at vit játta Hann sum frelsara og hava inniligt álit á Hann. “Tað merkir, at trúgvin eina ger persónin verdan til at taka móti tí frelsandi, guddómliga vatninum á ein gagnligan hátt” (Luther, s. 239).
Hvat gagnar dópurin?
“Dópsins kraft, gerningur, nytta, frukt og endamál er, at hann frelsir. At verða frelstur, vita vit merkir einki annað enn at verða loystur frá synd, deyða og Djevli, koma inn í Kristi ríki og live ævigt saman við honum ” (Luther, s. 238). Biblían knýtir dópin og frelsu saman:
Mark. 16,16: Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal verða fordømdur.
Áp. 2,38: Pætur svaraði teimum: „Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans.
Áp. 22,16: Og nú, hví drálar tú? Reis teg, lat teg doypa, og fá syndir tínar avtváaðar, táið tú ákallar navn Hansara!“
Hvussu kann vatn frelsa?
Luther sigur, at tað er trúgvin eina, sum frelsir, og hann leggur afturat: “Trúgvin má hava okkurt at trúgva á, tað er: okkurt, sum hon kann byggja á og halda seg til. Trúgvin krøkir seg til vatnið og trýr, at tað er dópurin, sum er fullur í sælu og lívi. Tað ger trúgvin, sum longu er nevnt, ikki tí at vatnið er vatn, men tí at tað er sameint við Guds orð og fyriskipan, og tí at Guds navn er knýtt til vatnið” (Luther, s. 238).
Vatnið frelsir ikki. Tað er Guds orð, fyriskipan og navn, sum vatnið er knýtt at. Orðið ger vatnið til eitt sakramenti, og hetta skrivar Augustine (354-430 e.Kr.) eisini um.
Vit verða jú doypt í navni Guds, og tískil er vatnið ikki bert vatn. Vatnið, knýtt at Guds navni, kalla vit dóp. Dópurin er eitt náðiríkt lívsins vatn og eitt endurføðingarinnar bað í Heilaga Andanum, sum Paulus skrivaði um í Titus 3:5.
Titus 3,5: frelsti Hann okkum, ikki fyri rættvísiverk, ið vit høvdu gjørt, men eftir miskunn Síni, við baði endurføðingar og endurnýggjanar í Heilaga Andanum,
Er dópurin ikki bert ein útvortis fyribrigdi?
Um hetta sigur Luther, at vit skulu ikki meta dópin eftir útsjóndini, men heldur eftir Guds orði og lyfti, sum er í vatninum. Eisini greiðir hann sera væl frá, hví trúgvin má vera bundin at einum útvortis tingi. Á sama hátt, sum evangeliið sjálvt er ein útvortis prædika:
“Tað má og skal vera okkurt útvortis, fyri at vit kunnu nema tað við sansunum og bera tað inn í hjartað, líkasum alt evangeliið er ein útvortis, munnlig prædika. Stutt sagt, tað, sum Gud ger og virkar í okkum, vil hann gera gjøgnum eina sovorðna útvortis fyriskipan” (Luther, s. 239)
Niðurstøða
Dópurin er ein máti at móttaka Guds náði. Satt er, at vit eru frelst av náði, við trúgv, og ikki av gerningum (Ef. 2,8-9). Dópurin er tó ikki okkara gerningur, men tað er gerningur Guds. Hetta leggur Martin Luther eisini dent á í síni stóru katekismu. Gud gevur Sína náði gjøgnum Sítt Orð, breyðbróting og dóp, og tað kann bert frelsa, um tikið verður við tí við trúgv.
Gott er, at dópurin er eitt útvortis ting, fyri at vit kunnu nema tað við sansunum og bera tað inn í hjartað. Á sama hátt er alt evangeliið ein útvortis prædika.
Keldur:
Balslev, C.F.; Luther, Martin (2017): Luthers lítla og stóra katekismus. Føroyskt Kirkjumál
Lær meir:
Lurta eftir podcastinum hjá heimamissiónini á Spotify, har Torleif Johannesen greiðir sera væl frá lutherska sjónarmiðinum av dópi:
HMU Podcast #017 - Dópur
Dópur, frelsa, fyrigeving, Martin Luther, sakrament, gerningar, reformatiónin, trúbótin

