Hvat er breyðbróting?
Breyðbróting, hvat er tað? Er breyðbróting bert eitt symbol? Er tað bara ein minnismáltíð? Nei, tað er sanniliga Kristu likam og blóð. Tað virkar sanniliga syndanna fyrigeving og frelsu. Í hesi grein fari eg greiða frá, hvussu breyðbróting er meir enn bert symbol og hevur ávirkan á okkara lív.
Biblían um breyðið og vínið
Ein kristin persónur, ið tú møtir í kirkjuni ella á gøtuni, veit nokk ikki, hvat breyðið og vínið er, tá tey luttaka í breyðbrótingini; tú spyrt: “Er breyðið og vínið av sonnum Kristu likam?” og hesin persónurin svarar: “Eg haldi tað er bara eitt tekin ella bert ein máti at minnast Harran”. Hetta sjónarmiðið, ið kallast memorialisma, er sanniliga vandamikið.
Paulus ávarar tann, ið luttekur í hesi máltíð á ein óverdan hátt, tí tá etur viðkomandi dóm yvir seg sjálvan. Hetta lesa vit í 1. Kor. 11:27-30. Hevði breyðið og vínið bert verið tekin, so hevði tað ikki verið vandi fyri hesum. Men vit síggja, at tað er ein stórur vandi.
Eisini sigur Paulus, “Tann, sum tí etur breyðið ella drekkur kalik Harrans óverdiga, verður sekur fyri likami og blóði Harrans.” (1. Kor 11:27). Hvussu kanst tú vera sekur fyri Hansara likami og blóði, um tað slett ikki er til staðar?
Kristus lærir okkum eisini, at breyðið og vínið av sonnum er Hansara likam og Hansara blóð. Í Jóhannesar evangeliinum kapittul 6 lesa vit eina langa røðu, ið Jesus hevur um tað ‘manna’ Ísraelitanir ótu í oyðimørkini, tá Móses leiddi tey út úr Egyptalandi. Í vers 51 sigur Jesus, Hann skal geva okkum breyð, sum er Hansara likam. Jesus sigur so aftur í vers 55 “Tí hold Mítt er av sonnum matur, og blóð Mítt er av sonnum drekka.” meira klárt enn hetta verður tað ikki. Vita lesa eisini víðari, at fleiri lærusveinar fara frá Honum (v66) og siga, at hetta kann ikki passa, tað at Hann kann geva hold sítt at eta (v52), men Jesus rættar ikki seg sjálvan og sigur “nei tað var hetta Eg meinti, tað er bert eitt symbol”. Nei hann sigur umaftur og umaftur “breyðið ER mítt likam, vínið ER mítt blóð”. Tú kanska hugsar: “Jesus sigur seg t.d. vera ein hurð og eitt víntræð, hvat við tí? Er Hann sanniliga eisini hesi tingini?” Nei, sjálvandi ikki.
Tá Jesus kallar seg eina hurð, skrivar Jóhannes eisini: “Hetta líknilsi talaði Jesus til teirra” (10:6). So Jóhannes ger tað klárt, at tað er ikki bókstavuligt.
“Hvussu so við víntrænum?” Jóhannes 15:1 kann virka til at vera tann besta mótgrundgevingin, tí Hann sigur: “Eg eri hitt sanna víntræið”, men eisini hetta er ikki gott nokk. Kristus talar enn einaferð uppá ein máta, sum skal skiljast sum eitt líknilsi. Hann myndar Faðirin sum ein víngarðsmann, men tað vita vit sjálvandi, at Hann ikki er. Hví sigur Jesus so ikki, at tað er eitt líknilsi, eins og Hann gjørdi síðst um hurðina? Tí tað er klárt í kapittul 15. Í Jóhannes kapittul 6 tosar Jesus ikki sum í einum líknilsi, og lurtararnir skilja tað ikki sum eitt líknilsi.
Fyri at tó gera tað meira klárt, so skulu vit sjálvandi hyggja eftir teimum versum, har Jesus heldur tí seinastu kvøldmáltíðina við lærusveinunum. Í Matteus kapittul 26 lesa vit soleiðis í vers 26 til 28
“26 Meðan teir nú ótu, tók Jesus breyð, signaði og breyt tað, gav lærisveinunum tað og segði: „Takið, etið! Hetta er likam Mítt.“
27 So tók Hann kalik, takkaði, gav teimum hann og segði: „Drekkið allir av honum!
28 Tí hetta er blóð Mítt, sáttmálablóðið, ið úthelt verður fyri mong til syndafyrigeving.”
Harrin sigur “hetta ER likam Mítt” og “hetta ER blóð mítt”. Ja, Hann sigur tað er einn minnismáltíð, men tað er eisini meir enn tað. Breyðbróting er ein máltíð, ið virkar fyrigeving syndanna, gevur lív, og hon er sanniliga likam og blóð Kristusar.
Kirkjusøga um breyðbrótingina
Vit lesa gjøgnum alla kirkju søguna, at breyðið og vínið ikki bert vóru symbol. Vit lesa tað m.a. hjá lærusveininum hjá Jóhannesi, Ignatius frá Antiokia. Ignatius skrivar soleiðis:
“Tey halda seg frá breyðbrótingini og frá bøn, tí tey játta ikki at breyðið er likam vár Frelsara Jesus Kristusar, ið doyði fyri okkara syndir, og sum Faðirin, í Síni góðsku, reisti upp aftur.
-Bræv Ignatiusar, til samkomuna í Smyrna, kapittul 7 (107 e.Kr.)
Eisini ein annar maður, ið verður kallaður Justin Martyr (100-165 e.Kr.) skrivaði nógv týdningarmikil verk, m.a. sínar verjurøðir fyri kristindómi. Í síni fyrstu verjurøð skrivar hann soleiðis um breyðbrótingina:
“Tí ikki sum vanligt breyð og vín, taka vit ímóti tí; men á sama hátt sum Jesus Kristus, vár Frelsari, var vorðin menniskja av Orð Guds, í likam og blóð til okkara frelsu, á sama hátt sum vit eru lærd, hendan máltíð, sum er vælsignað við bøn av Hansara orðum, og verður endurskapað, so vit kunnu fáa føði, er likamið og blóðið hjá tí Jesusi, sum varð hold.”
-Fyrsta Verjurøða hjá Justin Martyr, kapittul 66 (150 e.Kr.)
Fyri at lesa meir um, hví vit skulu fylgja tí, sum hesir kirkju fedrar skriva, so les meira her (hald fast við traditión).
Frelsa og syndanna fyrigeving
Hvat nyttar breyðbrótingin so? Breyðbrótingin gevur lív. Hetta kann ljóða ørkymlandi, men eg skal royna at gera, so tað gevur meining.
Fyri at halda áfram við Jóhannes kapittul 6, so hevur Jesus nógv at siga, viðvíkjandi hvørja ávirkan hetta breyðið hevur. Vit lesa í vers 51, 53-54, 56-58 at breyðið og vínið geva lív, at ein kann ikki hava lív uttan at eta og drekka Hansara likam og blóð, sum er knýtt at breyðinum og víninum.
Aftur kunnu vit hyggja eftir kirkju fedrunum, teimum fyrstu kristnu, sum lærdu frá ápostlunum og teirra lærusveinum. Lat okkum síggja, hvat Ignatius frá Antiokia (35-108 e.Kr) og Irenaeus frá Lyon (130-200 e.Kr.) siga um hetta.
“… bróta eitt og tað sama breyðið, ið er heilivágur móti deyða og andeitur, ið heldur okkum frá deyða, men sum ger at vit liva í aldur og allar ævir í Jesusi.”
-Bræv Ignatiusar til samkomuna í Efesus, Kapittul 20 (107 e.Kr.)
“Tí eins og breyðið, sum er gjørt av jørðini, tá tað móttekur ákallan Guds, ikki er longur vanligt breyð, men er sakramenti, innihaldandi tveir veruleikar, jørðiskan og himmalskan; soleiðis er eisini við okkara likami, tá vit móttaka sakramentið, tá eru vit ei longur forgeingilig, men hava vón um uppreisn til ævigt lív.”
-Irenaeus, Ímóti lygilæru, bók 4, kapittul 18, vers 5 (180 e.Kr.)
Niðurstøða
Hvussu ávirkar hetta trúgv aleina? Vit trúgva jú, at tað er bert við trúgv, at vit verða frelst, hetta ikki við egnum gerningum.
Altarsins sakramenti er ikki okkara gerningur, tað er gerningur Guds. Tá breyði verður endurskapað til Kristu likam, er tað ikki vit, sum gera nakað, tí alt er tað Gud. Tað er Gud, sum virkar í sakramentinum, vit eru bara lýðin og taka lut. Eins og dópur ger, so at vit verða ein partur av Hansara sáttmála, so ger breyðbrótingin, at vit verða verandi í Hansara sátmala. Men tað er alt bert við trúgv. Dópur og breyðbróting gagnar einki, um tú ikki hevur trúgv. Tá etur tú tað bert til egnan undirgang. Trúgv er tað, sum alt virkar ígjøgnum. Dópur, breyðbróting, kærleiki og aðrir góðir gerningar gera okkara trúgv livandi. Paulus kallar okkum til at hava eina livandi trúgv. Dópur og breyðbróting eru náðimiðlar, sum Gud brúkar til at veita okkum Sína náði og fyrigeving.

