Epistlar
Ein nýggjur epistul kemur út 2. hvørja viku
Hvat er breyðbróting?
Flestu kristin í dag trúgva, at breyðbróting bert er eitt symbol. Hetta sýnið á breyðbróting er vandamikið. Tí, í hesi grein kanst tú lesa um, hvussu breyðið og vínið sanniliga er Kristi likam og blóð. Eisini kanst tú lesa um, hvussu breyðbróting er frelsandi og fyrigevur syndir.
Luther um dópin
Dópurin virkar fyrigeving syndanna og veitir øllum teimum, ið trúgva, frelsu. Frelsan er av náði, við trúgv. Tó má trúgvin hava dópin at krøkja seg til. Dópurin er tó ikki okkara gerningur, men Guds.

