Fjernaði Martin Luther 7 bøkur úr Bíbliuni?
Martin Luther og hinir reformarnir valdu ikki bara at koyra 7 bøkur úr Bíbliuni, men teir vóru samdir við jødarnar og nógvar av kirkjufedrunum um, hvussu Gamla Testamentið skuldi síggja út. Umframt søguligar orsøkir, so vóru eisini ymiskar gudfrøðiligar orsøkir at halda bøkurnar uttanfyri Skriftina.
Luther um dópin
Dópurin virkar fyrigeving syndanna og veitir øllum teimum, ið trúgva, frelsu. Frelsan er av náði, við trúgv. Tó má trúgvin hava dópin at krøkja seg til. Dópurin er tó ikki okkara gerningur, men Guds.

