Er fosturtøka ein synd?
Vit liva í eini syrgiligari tíð. Frí fosturtøka upp til 12 vikur er nú lóglig í Føroyum. Øll tey, ið liva eftir Bíbliuni eiga at stremba eftir rættvísi. Hetta er ein stór synd, sum nú er frí at gera fyri øll.
Í hesi grein fari eg at kava niður í tvey evnir fyri at vísa á, at fosturtøka er klárt ein synd.
Tað fyrsta eg fari hyggja eftir: Er abort morð? Her má eg fyrst koma fram til tí støðuna, at barnið í móðurlívinum er eitt menniskja við egnum rættindum og ikki bert ein partur av kvinnuni, sum hon hevur rætt til at sleppa sær av við.
Tað seinna eg fari hyggja eftir: Er fosturtøka í sær sjálvum ein synd uttan at skula verða morð?
Er abort morð?
Ígjøgnum alla Bíbliuna síggja vit klárt, at morð er synd. Hetta lesa vit í teimum tíggju boðunum (2 Mós 20:13), vit hoyra eisini Jesus sjálvan siga tað (Matt 15:19), eisini Paulus (Róm 1:29), eisini Jóhannes (1 Jóh 3:15). So hvør er tá at siga, “morð er ikki ein synd”, um hann sigur seg fylgja Orði Guds?
Barnið í móðirlívinum er akkurát líka nógv eitt menniskja, sum tú og eg. Kvinnan hevur ikki fýra eygu, fýra armar, fýra bein, fýra oyru, og tvær nøsur, nei, tað er barnið, sum í henni livir, ið eigir helvtina av hesum lutum. Tá barnið er 12 vikur, hevur tað: sítt egna virkandi hjarta og virkandi heila. Alt hetta fleiri vikur áðrenn 12 vikur; barnið livir og virkar við egnum hjarta og heila fyri lív sítt. Um menningina av hjartanum kanst tú lesa meir á ‘the Endowment for Human Development’ (EHD), um heilan les meir á ‘healthline’.
Hvat sigur Bíblian?
Frá einum bíbilskum sjónarmiði, so lesa vit tríggjar ferðir, at eitt barn í móðirlívinum er í vilja Guds.
Dávid: Vit lesa í Sálma kapittul 139 vers 13 til 16, tá Gud skapti Dávid, so kendi Gud hann. Gud hevði longu eina plan fyri alt hansara lív, sum vit lesa í vers 16.
Jeramias: Í Jeremias kapittul 1 vers 5, lesa vit at Gud halgaði Jeremias til profet, áðrenn hann var føddur, meðan hann enn var í móðirlívinum.
Jóhannes Doypari: Í Lukas kapittul 1 vers 41 til 44 lesa vit, hvussu Jóhannes spælir í móðirlívinum, tá hann følir nærveru Kristusar.
Hesi vers vísa á, at barnið í móðirlívinum er partur av Guds ætlan. Eisini at fostrið veit, hvat sker rundan um seg uttanfyri móðurlívið.
Har er sjálvandi ein fjórði, Jesus. At siga, Maria kundi abortera Jesus, meðan Hann var í móðirlívinum, er tað sama sum lygilærurnar: nestorianisma og adoptionisma.
Nestorianisma: Læran, sum sigur at menniskjaliga og guddómliga náttúrunar hjá Jesusi kunnu skiljast sundur. Hetta er lygilæra, tí náttúrurnar hjá Jesusi kunnu ikki skiljast. Tað hevði gjørt Jesus til part Gud og part menniskja, men Jesus er fult Gud og fult menniskja. les meir her.
Adoptionisma: Adoptionsima lærir, at Jesus var adopteraður av Gudi við dópinum. At áðrenn Jesus var doyptur, var Hann ikki Gud.
Hetta er lygilæra; Jesus var Gud, eisini í móðirlívi. Tað síggja vit eisini frá Jóhannes doypara, at hann spælir og verður fyltur av Heilaga Andanum, tá hann merkir nærveru Kristusar.
Frá vísindi, Dávidi, Jeremiasi, Jóhannesi og Jesusi sum vitnir, kunnu vit koma fram til: Menniskjan er livandi í móðirlívi, tað er sjálvstøðugt í lívi sínum.
Er fosturtøka í sær sjálvum synd?
Í Bíbliuni lesa vit aldrin orðini “fosturtøka er synd”, men um tað er ein synd at drepa eitt menniskja, og barnið er menniskja, so er tað sjálvandi ein synd at taka lívið hjá barninum. Men lat okkum hyggja eftir tíðiliga kristna læru.
Um tú fylgir við á okkara poddvarpi, 2/3 Samlað, so hevur tú nokk hoyrt partin um tí apokryfisku bókina ‘Didaké’. Í Didaké lesa vit, at fosturtøka er beinleiðis synd. Tað er ein synd at taka lívið hjá einum barni í móðirlívinum:
“Tú skal ikki drepa eitt barn við fosturtøku, ei nakað sum er føtt”
Didaké, læra hina 12 ápostlanna, kapittul 2 (70-90 e.Kr.)
Longu millum ár 70-90 lesa vit, at Kristin læra sigur: “Abort er morð og ein synd”. Eisini ein tekstur, ið kallast “bræv Barnabasar” talar ímóti fosturtøku. Hetta er skrivað millum ár 70-130 e.Kr:
“Tú mást ikki drepa eitt barn við at taka fosturtøku, ei heldur mást tú drepa tað eftir tað er føtt”
Bræv Barnabasar, kapittul 19 (70-130 A.D.)
Vit síggja beinleiðis frá fornkirkjuni, at fosturtøka er ein synd. Fólk skriva meðan lærusveinanir enn eru á lívi um, at tað er skeivt. So tey hava helst hoyrt tað frá lærusveinunum.
Bið fyri okkara landi, at hendan lóg skal verða sett úr gildi. Amen.

