Tríeindarlæra (Athanasianska trúarjáttanin)
Athanasianska trúarjáttanin verður á enskum kallað Athanasian Creed. Luthersk-evangeliska Fólkakirkjan í Føroyum hevur 5 játtanarrit, sum eru bindandi fyri trúgv og læru kirkjunnar (Joensen (2012): s. 7). Tey 5 ritini eru:
Ápostólska trúarjáttanin (Symbolum apostolicum)
Nikenska trúarjáttanin (Symbolum Nicaenum)
Athanasianska trúarjáttanin (Symbolum Athanasii)
Sostatt er athanasianska trúarjáttanin, sum nevnd er eftir grikska kirkjufaðirinum Athanasius (296-373 e.Kr.), ein av játtanarritunum.
Hvar stavar játtanin frá?
Athanasius var tann mest týdningarmikli tríeindar trúarverjin nakrantíð, serliga móti arianismu. Meir um hann her. Trúarjáttanin sigst at stava frá uml. 5.-6. øld, so hóast Athanasius ikki sjálvur hevur skrivað hana, so er hon kortini nevnd eftir honum vegna hansara óvikaligu tríeindar læru, ið er grundarlagið fyri hesi trúarjáttan.
Týdningur
Játtanin hevur síðani verið definitiónin av rættari (orthodoksari) kristnari læru, sum greiðir frá loynidómunum hjá tríeindini og inkarnatión Kristusar. Játtanin hevur vart ímóti fornum vranglærum, verjandi sínamillum javnbjóðis (co-equal) og sínamillum ævigu (co-eternal) náttúruna hjá Guddóminum. Enn í hevur hon týdning fyri at døma uppstandandi og altíð herjandi vranglærir.
Innihald
Inngangur (1-3)
Trúarjáttanin er stutt, uml. 2,5 normalsíður, og hon er býtt upp í 40 reglur.
Inngangur (1-3): Forklárar, at henda tríeindar læra er tann almenna trúgvin og hon skal varðveitast rætt fyri tann, ið ynskir at verða frelstur.
Fordømir partialismu og modalismu (4-6)
(4) Vit skulu ikki “blanda saman persónarnar ella býta sundur guddómin”.
(Allar endurgevingar eru úr bókini “Trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar” (2012))
Trúarjáttanin fordømir hervið partialismu og modalismu.
Partialisma: Er vranglæran, ið býtur guddómligu veruna (essence) í tríggjar partar - Faðir, Son og Heilagan Anda - heldur enn at viðurkenna teir hvør sær sum fult Gud. So at hvør persónur er bert 1/3 av Gudi.
Modalisma: Er vranglæran, ið sigur at Gud er ein eind, ið opinberar Seg so líðandi í trimum “modes” ella “maskum” (Faðir, Son og Heilagan Anda). Viðurkennir ikki tríggjar persónar, sum allir eru til í senn hvør Sær.
(6): “Men Faðirsins og Sonarins og Heilaga Andans guddómur er ein, dýrd teirra líka stór, og hátign teirra líka ævig”.
-Hetta sigur, at allir 3 persónarnar eru av sonnum og fult Gud, tvs. hava guddómliga dýrd og hava allir verið til áðrenn upphavið (Jóh 8:58)
Allir tríggir persónar eru av somu veru, “essence” (7-19)
(7): “So sum Faðirin er, soleiðis er Sonurin, soleiðis er eisini Heilagi Andin”.
-Allir persónarnar eru av somu veru (essence). Til dømis kann ein ikki siga, at Faðirin er kærleiki, og at Sonurin er náði o.t. Nei, teir hava somu natúru.
Um hetta sigur Jesus sjálvur í Jóh. 5:
19: Jesus tók tí til orða og segði við teir: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Sonurin kann einki gera av Sær sjálvum, men bert tað, ið Hann sær Faðirin gera; tí tað, sum Hann ger, ger Sonurin somuleiðis.
(8-19): Ein listi av, hvat tað merkir, at persónarnar eru líka. Teir eru allir óskapaðir, ómetaligir, ævigir, alvaldir, Gud, Harri. Men tó eru teir ikki tríggir Harrar ella tríggir ævigir, men ein Harri, ein ævigur, ein Gud. Faðirin er alvaldur, Sonurin er alvaldur, Heilagi Andin er alvaldur, men tað eru ikki tríggir alvaldir osfr.
Sambandið millum persónarnar (20-26)
Faðirin er ikki skapaður ella borin. Hinvegin er Sonurin heldur ikki skapaður, men er borin av Faðirinum eina. Heilagi Andin er av Faðirinum og Soninum (filioque), ikki borin ella skapaðir, men Hann er gingin út frá teimum.
(24-25): “Og í hesi tríeind er einki fyrr ella seinni, einki størri ella minni, men allir tríggir persónarnir eru sínámillum líka ævigir og javnlíkir, so at, sum áður sagt, tríeindin í øllum má verða ærað í eindini, og eindin í tríeindini”.
Hetta sigur, at t.d. Sonurin er ikki minni enn Faðirin ella manglar ávísar eginleikar, sum bert Faðirin hevur. Sonurin er æviga borin av Faðirinum, ikki so at Sonurin hevur nakra byrjan ella enda.
Inkarnatiónin og kristologi (27-40)
Játtanin lærir at Jesus, Guds Sonur, er bæði fullkomin Gud og fullkomið menniskjað.
(29): “Hann er Gud, føddur av veru Faðirsins fyri allar øldir, og menniskja, føddur í tíðini av veru móður sínar”
Hetta er, sum Jesus segði í Jóh 8:58: “Áðrenn Ábraham varð til, eri Eg!”. Tí Guds Sonur hevur altíð verið, og í 1. øld tók Hann á Seg menniskja natúruna frá Mariu Moy.
Jesus er Faðirinum líkur í guddómi, men sum menniskja er Hann minni enn Faðirin (31). Hetta er, sum Jesus sigur í Jóh. 14.28: “tí Faðirin er størri enn Eg”. Hetta skal skiljast við atliti til, at Jesus hevur 2 náttúrur, sum eru sameindar í eina persóninum Kristus. Gud og menniskja er ein Kristus. Náttúrarnar kunnu ikki skiljast sundur (32,34), tí tað er vranglæran nestorianisma.
Gudsnatúra Kristusar bleiv ikki broytt við inkarnatiónini, men Guds Sonur tók á Seg mannanatúr (33). Heldur ikki eru báðar natúrurnar samanblandaðar, men tær eru sameindar í persónseinleika (34). Hetta eins og skynsama sálin og holdið eru eitt menniskja og ikki tvær samanblandaðar natúrur ella 2 ymiskir persónar (35).
Hetta er hin almenna trúgvin, sum øll trúgvandi eiga at taka undir við.
Les meir (keldulisti)
Les øll 5 játtanarritini á føroyskum í bókini niðanfyri:
Joensen, H.J. (2012): Trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar. Føroyskt Kirkjumál
Les athanasiansku trúarjáttanina á enskum: https://www.crcna.org/welcome/beliefs/creeds/athanasian-creed
Les játtanina á føroyskum her: https://glyvra.fo/athanasianska-truarjattanin/
Tríeindin, Athanasius, Nestorianisma, Partialisma, Modalisma, trúarjáttan

