Burdi eg fasta?

Nú hevur føstulávint júst verið og føstutíðin (40 dagar) er nú inntil páskir. Fyri mong er føstulávint bert bomm og klæðir, og ikki øll vita nakað um eftirfylgjandi føstuna. Í hesi tíð eru tað mong, sum fasta frá mati 1 dag um vikuna ella frá onkrum øðrum. Hevur tú aldrin hugsað um føstu, so les meir her.

Persónlig søga

Áðrenn eg fyrsti ferð fastaði, tá hevði eg aldrin hugsað serliga nógv um tað. Men so eftir føstuna, sum var í góðar 42 tímar í Kelduni, so merkti eg broytingar. Í sjálvari føstuni upplivdi eg sterkt Guds nærveru, og at ein nýggj tíð var fyri framman. Eftir føstuna, byrjaði eg at lesa Bíbliuna um dagin heldur enn seint um kvøldið, sum var orduliga gott. Eg byrjaði eisini at brúka telefonina minni og gjørdu so líðandi ymiskar góðar broytingar í lívinum. Eftirfylgjandi havi eg fastað fleiri ferðir og ynski at gera tað meira, tí hvørja ferð er okkurt gott komið burturúr; bæði bønarsvør og avnoktan av holdinum o.t. Eg stríddist fleiri mánaðar í 2025 við spurninginum, um eg skuldi blíva katolikk ella ikki. Tí eg las nógv um tað, og eg helt tað var tann einasta læran, sum gav meining. Eftir tí einu føstuna, har tað var høvuðs bønarevnið, tá sannførdi Gud meg um, at protestantisma var tað rætta.

  

Hvat er føsta?

Føsta er fyrst og fremst fráhald frá mati, tí matur er nakað, sum vit øll tørva og njóta. Summi fasta frá t.d. sosialum miðlum, ósunnum mati og øðrum keðiligum vanum. Tað kann mann eisini. So velur mann at fasta í eitt avmarkað tíðarskeið t.d. 12 tímar, 24 tímar, 3 dagar osv.


Hví fasta?

Bíblian sigur mangt um føstu, men her eru nøkur lyklavers:

Matt 6:16-18

  • 16 Táið tit fasta, gangið tá ikki við myrkum andliti sum hyklararnir! Tí teir avskapa andlit sítt, fyri at menniskjuni skulu síggja, at teir fasta. – Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína.

  • 17 Nei, táið tú fastar, salva tá høvd títt og vaska tær um andlitið,

  • 18 fyri at ikki menniskju skulu síggja, at tú fastar, men Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.

Leggið til merkis, at versið sigur: “Tá ið tit fasta” og ikki “um tit fasta”. Tað vil siga, at vit eiga at fasta. Skriftbrotið sigur eisini, at føstan fær løn sína, tá ið vit fasta fyri Gudi og ikki fyri at rósa okkum frammanfyri øðrum menniskjum. Fortel tí ikki fleiri fólkum, enn neyðugt, at tú fastar. Tað kann vera skynsamt at siga tað við tey, sum vanligt gera tær døgurða.

Esaias 58:6-7

  • 6 Er ikki hetta føstan, ið Mær líkar, at tit loysa leinkjur gudloysis, slíta okbondini, sleppa kúgaðum leysum og bróta hvørt ok,

  • 7 ja, at tú gevur hinum svanga burtur av breyði tínum, hýsir heimleysum neyðardýrum, klæðir hin nakna, ið tú sært, og vendir ikki tí bakið, sum er títt egna hold!

Føstan, táið hon verður gjørd í eyðmjúkleika fyri Gudi, gagnar og tænir okkara næsta, og hon brýtir gudloysis leinkjur í tínum egna lívið; eitt nú siðloysi, ovurát, bundinskap, keðiligir vanar osfr.

Jóel 2:12

  • 12 Men enntá nú – sigur HARRIN – vendið við til Mín av øllum hjarta tykkara og við føstu, gráti og venan,

Føsta er ein háttur at umvenda seg. Hetta sæst eisini í komandi versi:

Matt. 17:21

  • 21 Men hetta slagið fer ikki út uttan við bøn og føstu.“

Jesus tosar her um eitt slag av illum anda, sum bert fer út við bøn og føstu. Sama er galdandi við bundinskapi. Summir vanar fara bert vekk við bøn og føstu, tí tá krossfesta vit okkara likam av sonnum. Dømir í Bíbliuni, har fólk biðja og fasta og eftirfylgjandi fáa bønarsvar: 

Ester 4-7, Ezra 8:21-23, Neh. 1-2, Dán. 9-10, 2. Krøn. 20, Jón. 3, Áp. 13:2-3.  

Endamálið við føstuna er:

  • Vit koma at hungra eftir Gudi meir. Táið vit ikki nøkta okkara likamliga tørv, tá fylla vit okkum ístaðin andaliga.

  • Hon eyðmýkir okkum. Tí vit minna okkum á, at Gud hevur hægsta týdning, meir enn nakað, sum heimurin bjóðar. Tað brýtir stoltleikan. Vit minna okkum sjálvi á, hvussu nógv vit tørva Gud.

  • Biðja og lesa meir: Við eyka tíðini, sum máltíðirnar vanligt taka, so eiga vit biðja og lesa Bíbliuna meir enn vanligt. Soleiðis royna vit Guds vilja í føstuna og stevna eftir andaligari framgongd.

  • Rætta kumpass: Minnir okkum á, hvar okkara fokus eigur at vera. Við bønini og bíbliulesnaðinum verða vit mint á, hvat Guds vilji er fyri okkum, og vit innstilla okkara hjørtu til at hoyra Guds rødd betur.

  • Krossfesta holdið: Vit vaksa og styrkjast í trúnni við at áhaldandi læra at avnokta holdsins girndir og lystir. 

Niðurstøða

Bíblian sigur aldrin bókstaviliga, at vit SKULU fasta. Men hon leggur avgjørt upp til, at tað er nakað, vit kristin eiga at gera. Tey fyrstu kristnu í 1. øld fastaðu 2 dagar um vikuna smb. Didaké. Jesus, sum er fyrimyndin hjá okkum øllum, fastaði í 40 dagar, fyri at gera seg kláran til sítt guddómliga kall. Soleiðis er eisini gott at fasta, áðrenn vit skulu gera nakað umráðandi. Tað noyðist ikki at vera ræðuliga leingi. Byrja stutt og í smáum stigum, og so seinni kanst tú gera longri føstur so líðandi.


Dávid Berg

Dávid Berg er ein av stovnarinum av Epistul

http://davidberg.com
Next
Next

Tríeindarlæra (Athanasianska trúarjáttanin)