Sola Scriptura (Skriftin Aleina)

Lesitíð: Uml. 5-6 min

Sola Scriptura er latín fyri “Skriftin aleina”. Her meinar orðið “Skriftin” tað sama sum Bíblian. Tað er eitt av teimum 5 sola, sum eyðkenna protestantismuna:

Sola Gratia - náði aleina

Sola Fide - trúgv aleina

Solus Christus - Kristus aleina

Soli Deo Gloria - Guds dýrd aleina

Sola Scriptura - Skriftin aleina


Definitión

Sola Scriptura merkir, at Bíblian er tann einasti lýtaleysi (infallible) myndugleikin yvir Kristusar Kirkju. Tað er tann einasti lýtaleysi standardurin, ið leiðir trúgv og mannagongd kirkjunnar.

Anthony Lane segði: “Sola Scriptura is the statement that the church can err” [1]

Søgan aftanfyri

Fleiri kenna reformatiónina (trúbótina), tá Martin Luther 31. oktober í 1517 smíðaði tær 95 avlátssetningarnar á slotskirkjuna í Wittenberg. Hetta var bert byrjanin uppá rørsluna, har reformarnir vórðu tveittir úr Katólsku Kirkjuni vegna teirra gudfrøði. Viðhaldsfólkini hjá reformarunum (m.a. Luther, Calvin, Zwingli, Knox) vórðu róptir protestantar, tí teir protesteraðu ímóti Katólsku Kirkjuni.

“Ad fontes”

Reformatiónin hendi í tíðarskeiðinum, sum verður rópt Renaissancan ella endurburðartíðin (uml. 1450-1600). Tá var hugtakið “ad fontes” brúkt nógv, sum merkir “aftur til keldurnar”. Í kontekstinum av reformatiónini varð leitað aftur til frumtekst Bíbliunnar. Við tað at leitað varð aftur til Bíbliuna, og reformarnir tulkaðu Bíbliuna sjálvir og ikki bert hildið seg til tulkingina hjá Kirkjuni, so løgdu teir serliga dent á trúgv aleina og Skriftin aleina. Í kontekstinum er eisini umráðandi at vita, at leikfólkið ikki høvdu atgongd til eina Bíbliu, sum tey kundu skilja. Tí tað var alt á latín.

Vaksandi tørvurin á Sola Scriptura

At Katólska Kirkjan hevði tikið á seg rættin til at tulka Bíbliuna og traditión (kirkju fedrar, kirkjufundir o.a), so bleiv nógv gjørt til dogma og almenna læru, sum tyktist at stríða ímóti Bíbliuni. M.a. yvirfokus á verk til at ogna sær frelsu, at keypa avlátsbrøv til at stytta tíðina hjá ommu tíni í reinsanareldinum, at biðja til halgimenni o.a. Fyri at forða fyri hesum vildu reformarnir vera við, at onki annað var alneyðugt at trúgva sum dogma, enn tað, sum Bíblian segði. Tí Katólska Kirkjan vildi vera við, at um tú bert noktaði eitt av teirra dogma, so livdi tú í deyðsynd, og doyði tú tá, so vart tú ikki frelstur.



#1 Misskiljing: Bíblian er einasti myndugleikin

  • Munur er á at vera lýtaleysur og at vera ein myndugleiki. Alt, sum er lýtaleyst er ein myndugleiki, men ikki alt, sum er ein myndugleiki er lýtaleyst. 

  • Sola Scriptura noktar ikki at trúarjáttanir, katekismur og kirkjufundir hava myndugleika. Tað sigur bara, at hesir myndugleikar eru undir Bíbliuni við tað, at teir eru ikki lýtaleysir. 


Eitt ítøkiligt dømi er, at um ein er pastor í einari samkomu/kirkju, so hevur teirra trúarjáttan veruligan myndugleika yvir teimum, og um lært verður ímóti tí, so kann pastor/presturin ikki verða verandi í starvinum. 


#2 Misskiljing: Øll trúarlæra má vera klárt lærd í Bíbliuni

Her er munur á hvat hvør av protestantisku lærunum siga.

  • Anglikanarnir siga í Thirty-Nine Articles: “The Bible is sufficient for salvation”. Hetta sæst at vera í samsvar við 2. Tim 3:15-17. Hetta er greitt og ókontroversielt. Men sjálvt hetta kunnu t.d. katolikkar og orthodoks ikki taka undir við, sum siga at tú verður ikki frelstur uttan kirkjuna.

  • Luther segði, at trúarlærir, sum ikki eru prógvaðir í Skriftini, kunnu vera hildnar sum meiningar, men tað burdi ikki verið kravt sum dogma - meginregla. Bert tað, sum er prógvað útfrá Skriftini skal vera dogma.

  • Westminster confession hjá Reformed traditiónini sigur: “The whole counsel of God concerning all things necessary for His own glory, man’s salvation, faith and life, is either expressly set down in Scripture, or by good and necessary consequence may be deduced from Scripture”. [2]

T.d. er læran um Sola Scriptura ikki greidliga lærd í Bíbliuni, men ein kann nátúrliga koma til ta niðurstøðuna útfrá Bíbliuni. Meir um tað seinni í greinini. Allur sannleiki verður ikki klárt lærdur í Bíbliuni. 

Bíblian um Sola Scriptura

Bíblian pástendur, at hon er innblásta Orð Guds. 

2. Tim 3:15-17

  • 15 og tú kennir frá barni av hinar heilagu skriftir, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Kristus Jesus.

  • 16 Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,

  • 17 so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.

Seinna bræv Pæturs sigur, at rithøvundar Bíbliunnar vóru drivnir av Heilaga Andanum, so at upprunin er guddómligur og ikki menniskjaligur.

2. Pæt 1:20-21:

  • 20 Fyrst og fremst mugu tit vita tað, at einki profetorð í skriftini er givið til egna týðing.

  • 21 Tí aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds.


Róm 3:2 kallar Gamla Testamentið fyri Orð Guds. Og óansæð hvørja kristna traditón tú spyrt, so hevur ongin kirkjufundur ella Traditión heitið “Guds innblást Orð”, sum Bíblian hevur [3]. Í Matt 19:4-5 endurgevur Jesus bíbliutekstin, sum um at Gud sjálvur tosar. Tá ið staðfest verður, at Skriftin er Guds egna tala, so kemur ein fram til niðurstøðuna, at orðini eru lýtaleys og feilfrí, tí at Gud er lýtaleysur. Jesus sigur sjálvur í Jóh 10:35 at “skriftin vikast ikki”. 

Spurningurin er so: Hví skuldu vit góðtikið at tað, sum ikki er Guds tala, hevði havt sama myndugleika sum Guds talaða Orð? Gud er serstakur tískil er Hansara tala serstøk.

Gal 1:8

  • 8Men um so vit ella eingil av Himli kunnger tykkum annað evangelium enn tað, sum vit hava kunngjørt tykkum – hann veri bannaður!

Bæði ápostólsk og eingla læra má verða roynt upp móti tí grundlæruni, sum longu er blivin løgd av ápostlunum - og sum bleiv til Nýggja Testamenti. Um nakað, sum seinni verður ment, stríðir ímóti tí ápostólsku læruni, so er tað ikki satt.

Týdningur Skriftunnar fyri Guds fólk

Í Gamla Testamentinum síggja vit fleiri ferðir, at Guds fólk verða heitt á at grunda á Guds lívgevandi Orð (Jos 1:8, Sl. 1:2, 19, 119). Eisini sæst í 2. Kong. 22, at tá Skriftin (5. Mós) verður funnin aftur undir Josias kongi, verður Ísrael endurnýggjað og bøtt um. 


Jesus setur Guds Orð yvir traditión

Í Matt. 15 og Markus 7 setur Jesus Skriftina yvir traditión. 

Mark 7:13

  • 13 “Soleiðis gera tit orð Guds til einkis við viðtøku tykkara, sum tit hava álagt menniskjum. Og mangt tílíkt gera tit.“

Jesus viðurkendi sjálvur, at Farisearnir høvdu ein Gud givnan myndugleika at undirvísa Guds fólki

Matt 28:2-3

  • 2 „Á stóli Mósesar sita hinir skriftlærdu og Fariseararnir.

  • 3 Gerið og haldið tí alt, ið teir siga tykkum! Men takið ikki eftir verkum teirra! Tí teir siga tað víst, men gera tað ikki!”

Farisearnir sóu ikki sjálvir sínar traditiónir sum mannagjørdar. Sambært D.A. Carson og F.F. Bruce hildu teir at sínar traditiónir kundi nærum setast javnt við Guds skrivaðu lóg. Soleiðis høvdu teir ein tvær-keldu-teori líknandi við tað Katólsku Kirkjuni í dag. [4]

Soleiðis setti Jesus ikki bert Orð Guds yvir eina ávísa traditión, men setti tað yvir traditión sum heild. Tí Hann sigur, “og mangt tílíkt gera tit”.

Bíblian kvirr um annað lýtaloysi

Sjálvt um Bíblian í smálutum greiðir frá ymsum embætum í kirkjuni (m.a. elstum), so er onki, sum sipar til, at nakað embæti inniber eginleikan at vera lýtaleyst. Um nakað post-ápostólskt embætið var givið Kirkjuni til at tulka traditión og Skriftina og harvið seta dogma, hevði tað so ikki verið eitt tað týdningmesta hjá Nýggja Testamentinum at fortalt okkum? Og hví greiðir Bíblian fleiri staðnis um elsta embæti, men onki um páva embætið, sum yvirlutar øll onnur embætir? Sambært Gavin Ortlund er post-ápóstólskt lýtaloysi eisini ókent í Frumkirkjuni og er primert ein menning frá miðøldini. [5] Hetta serliga eftir Great Schism í 1054.

Niðurstøða

Sola Scriptura merkir, at Bíblian er tað einasta innblásta Orð Guds, og harvið er tað einasti lýtaleysi myndugleikin, sum er givin Guds Kirkju. Hetta merkir als ikki, at frumkirkju vitnisburðir og kirkjufundir o.t. ongan týdning ella myndugleika hava, men bara at tað kann taka feil. Av tí at Guds tala er serstøk, so hevur hon eisini ein serstakan myndugleika. Hetta merkir ikki, at allur sannleiki verður týðuliga lærdur í Bíbliuni. Biblian sjálv setur seg yvir traditión og alt annað.

Men tó er tað av stórum týdningi, at vit fáa hjálp frá Heilaga Andanum og vísum í samkomuni/kirkjuni til at skilja Bíbliuna. Hetta á sama hátt sum í Áp 8:30-31, tá Filip mátti útleggja Skriftina fyri einum hirðmanni, so hann kundi skilja tað og blíva frelstur. Í Luk. 24:45 stendur: “So læt Hann (Jesus) upp vit teirra, so teir skiltu skriftirnar.” Bið um at Gud skal gera tað sama fyri teg.



Keldulisti

Ortlund, Gavin (2024): What it means to be protestant. Zondervan Reflective

Notur:

[1] Ortlund (2024): s. 72
[2] Ortlund (2024): s. 74-75
[3] Ortlund (2024): s. 78
[4] Ortlund (2024): s. 80

[5] Ortlund (2024): s. 83

Dávid Berg

Dávid Berg er ein av stovnarinum av Epistul

http://davidberg.com
Next
Next

Burdi eg fasta?