Hvat er pinsasamkoman?

5 min lesitíð

Um tú ert kristin í Føroyum, so hevur tú allarhelst fingið spurningar um, hvat munurin er á baptistum og kirkjufólki. Sigur tú, at tú ert pins, so spyrja tey, um tað ikki er tað sama sum baptist. Men tað er tað ikki, og í hesi grein verður stutt greitt frá, hvat ger pinsasamkomuna/karismatisku samkomuna sermerkta. 

Hvat trúgva pinsar?

Samanborið við aðrar trúargreinar sum Lutheranarar, katolikkar o.t., so líkist pinsalæran nokkso nógv læruni hjá baptistum. Tó ein munur er, at pinsar trúgva typiskt ikki upp, at um tú einaferð bleiv frelstur, so verður tú altíð frelstur. Við øðrum orðum, so trúgva pinsar, at ein kann falla frá trúnni. 

Til hetta havi eg m.a. nýtt 4 ymiskar trúarjáttanir hjá 4 karismatiskum samkomum í Føroyum - Keldan, City Church, SDG og Lívsins Orð.

  • Náðigávur: Karismatiska samkoman leggur dent á, at náðigávur verða givnar samkomuni frá Heilaga Andanum til at styrkja samkomuna. Hesar eru m.a. kunnskaparorð, profetera, grøða og tungutala. Hetta tosa 3 út av 4 játtanum um. Karismatikarir verða nevndir continuationist (móts. cessationist). Hetta merkir, at teir trúgva at náðigávurnar allar halda fram og ikki eru hildnar uppat.

  • Dópur Heilaga Andans: 3 út av 4 játtanum nevna dóp Heilaga Andans, sum er nakað annað enn bert at fáa Heilaga Andan, við tað, at tað hendir eftir ein er blivin frelstur. Aðrar trúargreinar trúgva, at ein móttøkan av Heilaga Andanum og dópurin av Honum eru ikki tvær ymiskar hendingar. 

  • Tungutala: Fleiri pinsar trúgva, at tungutala vísir, at ein doyptur í Heilaga Andanum. Hetta hevur serliga sítt grundarlag í Áp. 2 á hvítusunnu og 1. Kor. 14. SDG nevnir hetta í síni trúarjáttan, umframt greinin “Pentecostal Theology” hjá The Gospel Coalition.

  • Dópur: 3 út av 4 trúarjáttanum nevna dópin. Tær siga allar, at dópurin bert er ein mynd (symbol), og at dópurin bert er fyri tey, sum longu trúgva.

  • Breyðbróting: Somuleiðis trúgva tey, at breyðbrótingin bert er eitt symbol, og tey leggja dent á, at tað er ein minnisgerð (memorialism). Keldan og Lívsins Orð nevna hetta í síni játtan. 


Annars leggja tey dent á persónliga uppliving av Heilaga Andanum og kraft Hansara gjøgnum náðigávurnar. Tey hava ofta modernaðan og spontanan lovsang (móts. sálmum o.t.). Leggja eisini stóran dent á sterku nærveru Guds, og ofta leggja tey dent á, hvussu hvør einstakur limur kann læra at hoyra frá Gudi persónliga. 

Líkheitir og ólíkheitir

Flestu søguligu trúarbólkarnar, m.a. katólska-, lutherska- og ortodoksa kirkjan trúgva, at dópurin og breyðbrótingin frelsa, fyrigeva syndir, og eru meir enn eitt symbol. 

Annars líkist pinsasamkoman serliga non-denominationalism og øðrum evangelisk trúgvandi samkomum. Pinsasamkoman, umframt baptistar, fólkakirkjan, metodistar o.t. eru tó sameind við at tey játta øll almennu kristnu trúnna (sí Ápostolska trúarjáttan). Hendan trúgv er m.a., at vit trúgva á ein tríeinigan Gud, at frelsan er av náði eina og við trúgva eina, at Jesus doyði og reis upp, at Bíblian er innblásta Guds Orð, osv. Tað eru sostatt fleiri lærusetningar, ið sameina hvønn kristnan trúarbólk enn lærusetningar, ið skilja tær sundur.

Søgan aftanfyri pinsasamkomuna

Pinsasamkoman byrjaði í Asuza Street vekingini, har sum fleiri vekingar møtir vóru hildin í Los Angeles í California í 1906.

Karismatiska vekingin fekk sína “seinnu aldu” sum ein rørsla í 1961 í USA og gjørdist til eina heimsumfatandi rørslu, ið eisini kom til Norðanlond, har Noreg var tað fyrsta landið.

Føroyum fekk at kenna nakað til hesa rørslu fyrst í 1970-unum og í 1980-unum. Tey skipaðu fyri tjaldmøtum á Gøtueiði, sum vóru væl umtókt. Hon skuldi vera eitt savningarstað  Útlendskir talarir komu til Føroya. Tað kom røringur í fólkið, og tað vísti seg at vera sera opið fyri boðskapinum, sum hevði sterka ávirkan. Fyri mong var mátin, sum orðið varð praktiserað uppá øðrvísi enn tey vóru von. 

Í Føroyum vóru tað fleiri, sum vóru opin fyri hesi veking, og tey vildu tí vera við til at vekja føroyingar andaliga.

Tá tjaldmøtini á Gøtueiði fingu sín enda, byrjaðu nakrir menn at taka stig til at stovna samkomuna Kelduna. Hon skuldi vera savningarstað fyri karismatisku rørsluna, ið var sprottin fram í Eysturoynni. Samkomu arbeiði í Kelduni byrjaði í 1987. Oasan byrjaði sítt samkomu virksemi í 1981. Lívsins Orð var stovnað í 1990’unum. Karismatiska rørslan hevur yvir 600 mió. limir og er skjótast vaksandi rørslan í dag. Sambært eini spurnarkanning frá hagstovuni frá 2011 hoyra 3,7% av føroyingum til eina karismatiska samkomu. 

Støðan í dag

Karismatiska samkoman í Føroyum er væl nýggjari enn fólkakirkjan og brøðrasamkoman, men hon er skjótt vaksandi í limaskapi. Alsamt fleiri í Føroyum og kring heimin blíva karismatisk og non-denominational. Tá verður høvuðs fokus lagt á, hvussu hvør einstakur týðir Bíbliuna, og pláss verður givið fyri, at fólk kunnu vera ósamd. Á tann hátt klára karismatiskar samkomar ofta at samarbeiða tvørkirkjuliga, sum t.d. við tiltakinum ekkó. Hóast samkomurnar, ið skipa fyri ekkó eru í einum sokallaðum fríkirkju netverkið, so eru tær tó ymiskar, við ymiskum trúarjáttanum - men rúma tó hvørøðrum.

Niðurstøða

Vónandi hevur tú nú fingið eitt sindur betur skil uppá, hvussu pinsasamkoman/karismatiska samkoman er øðrvísi enn aðrir kristnir trúarbólkar. Karismatiska samkoman er skjótast vaksandi trúarrørslan í heiminum í løtuni, og hevur serligt fokus á náðigávur, dóp Heilaga Andans, tungutalu og sterku nærveru Heilaga Andans í lovsangi og lív hins trúgvandi.



Keldur:

Trúarjáttan hjá Kelduni: https://keldan.fo/laeran

Trúarjáttan hjá City Church: https://citychurch.fo/assets/uploads/2025/01/Truarjattan-heimasidan-statement-of-faith.pdf

Trúarjáttan hjá Soli Deo Gloria: https://www.sdg.fo/trarjttan

Trúarjáttan hjá Lívsins Orð: https://www.livsinsord.fo/um-okkum/hvat-vit-laera/

Pentecostal theology: 

https://www.thegospelcoalition.org/essay/pentecostal-theology/

Søgan hjá Kelduni: https://keldan.fo/sogan_samkoman

Søgan hjá Oasuni: https://oasan.fo/sogur/

Asuza Street Revival:

https://en.wikipedia.org/wiki/Azusa_Street_Revival

Spurnarkanning hjá hagstovuni: https://hagstova.fo/fo/folk/manntal-2011/atrunadur

Dávid Berg

Dávid Berg er ein av stovnarinum av Epistul

http://davidberg.com
Next
Next

Sola Scriptura (Skriftin Aleina)