Hvør var Polycarp?

Lív

Polycarp var føddur umleið ár 69 A.D. Hann var uppvoksin í eini trúgvandi familju og hevði sjálvur tænt Harranum øll árini. Polycarp, í sínum ungu árum, var ein lærusveinur hjá Jóhannesi Ápostuli saman við Ignatiusi úr Antiokia (35 A.D - 110) og Papias úr Hierapolis (60 A.D - 140). Síðst í fyrstu øld, bleiv Polycarp biskupur í Smyrna. Í gerandisdegnum lærdi Polycarp í Smyrna, har fleiri lurtaðu. Millum teirra var ein drongur, ið æt Irenaeus frá Lyon (125 A.D -202), sum seinni endaði við at vera ein tann týdningarmesti gudfrøðingurin í kirkju søguni.

Í sínum lívi kom Polycarp upp ímóti einum kendum lygilærara, Markión. Markión biðjur Polycarp leggja sær til merkis, men Polycarp svarar honum “sanniliga leggi eg til merkis at tú ert hin fyrsti føddi hjá Satan”.

Polycarp livdi eitt ólastandi og heilagt lív. Hann fylgdi Kristusi øll 86 árini hann livdi.

Deyði

Í árinum, ið leiddu upp til Polycarps deyða vóru nógv kristin dripin í Smyrna. Hesi kristnu vóru pínd so illa, at kjøt og æðrar vóru sjónlig. Nøkur av hesum vóru tó fólk, sum frítt høvdu givið seg til at doyggja sum blóðvitni, av tí at tey trúðu, at tú sleppur uttan iva til himmals, um tú doyrt fyri trúnna.

Tá fólkið, ið hoyrdi til kirkjuni í Smyrna, sá øll hesi fólkini verða dripin fyri trúnna, bóðu tey Polycarp goyma seg, men tað vildi hann ikki. Eftir eina tíð gjørdi hann, so sum tey søgdu, og goymdi seg á einum bóndagarði úti í landinum. Meðan hann var á bóndagarðinum saman við øðrum, bóðu tey til Guð dag og nátt fyri øllum kirkjunum í heiminum.

Trýggjar dagar áðrenn Polycarp bleiv handtikin, fall hann í tungan svøvn. Meðan hann svav, hevði hann ein dreym um, at har var eldur í koddanum, tá segði hann “eg skal brennast”.

Polycarp flýddi til ein annan bóndagarð, av tí at løgreglan nærkaðist. Løgreglan fekk nú fatur á tveimum trælum og spurdu teir, hvar Polycarp var. Undir pínslu endaði tann eini við at siga frá, hvar Polycarp var staddur.

Teir funnu nú Polycarp og skuldu til at handtaka hann, men fólki undraðist á, hví teir mundu vilja taka ein so gamlan og óskyldigan mann. Tá spurdi Polycarp, um fólkið ikki kundu eta, og um hann kundi biðja í friði í ein tíma. Í tveir tímar bað Polycarp, fullur av Guðs náði. Nógv komu til trúgv av at síggja ta trúgv Polycarp hevði.

Meðan teir koyrdu til ta stað Polycarp skuldi verða dripin siga menninir við hann: “Hví sigur tú ikki bara at Cæsar er harri?”, men Polycarp gevur einki svar, bert sigur hann: “Eg geri ikki, sum tit biðja meg”. Eisini framman fyri rættinum verður hann biðin um at avnokta trúnna, men tað ger hann ikki. Hann og alt fólkið til staðar hoyra eina rødd av himli siga: “Ver sterkur, Polycarp, ver ein maður”.

Hann fær møguleika aftaná møguleika at venda seg frá Kristusi. Tey hótta at kasta hann í eld, men hann sigur: “Tit hótta við at kasta meg í eld, sum brennur í eina løtu, men eru vitaleys um eldin, ið er til tey gudleysu. Ger nú tað tit skulu gera”. Nógv meir enn hetta talaði Polycarp eisini. 

Nú kom løtan har Polycarp skuldi brennast. Hann skuldi til at vera smíðaður til træ, men hann segði: “Lat meg vera, sum eg eri. Hann, sum hevur givið mær styrki til at halda fram, skal eisini geva mær styrki til at vera verandi í eldinum”. So tey smíðaðu hann ikki, men bert bundu hann. Bundin fastur har, gjørdi Polycarp tað einasta hann kundi og bað til Guð. Tá hann segði “amen”, bleiv eldur settur á, men eldurin nam hann ikki. Tað sá eins út sum tá gull ella silvur blíva reinsa í einum ovni og luktar sum brent roykilsi. Eftir teir sóu, at eldurin ikki ávirkaði hann, sendu teir ein at stinga Polycarp í síðuna. Tá kom blóð út (summar siðvenjur nevna eisini eina dúgvu) og slókti eldin. 

Nú var Polycarp deyður, í árinum 155 A.D, 23. februar, áttanda tíman, 86 ára gamal. Dripin saman við ellivu øðrum frá Filidelfia, í Smyrna. Dripin av Heródesi, tá Filip av Tralles var høvuðsprestur, tá Statius Quadratus var prokonsulur, men í ráðinum hjá tí æviga konginum Jesus Kristusi. Sitandi saman við ápostlunum í himli, har hann tilbiðjur Kristus í aldur og allar ævir.

Eftir hansara deyða, spurdu tey trúgvandi eftir hansara likami, men við ótta av, at tey nú fóru at tilbiðja hann sum gud, eins og tey gjørdu við Kristusi, so góvu tey ikki loyv til tað. Hesin óttin um, at tey nú skuldu tilbiðja Polycarp sum gud, kom frá at trúgvin millum vantrúgvandi um Jesus var tann ,at lærusveinarnir stjólu og goymdu Hansara likam og tey óttaðust at hetta skuldi henda umaftur. Likamið hjá Polycarp bleiv so brent umaftur - av tí at tað ikki vildi brennnast fyrr - men so tók fólki hansara beinagrind og goymdu hana í heilagum støðum.


Læra Polycarps

Um læruna hjá Polycarp hava vit eitt bræv, sum hann skrivar til kirkjuna í Filippi og nøkur fá orð, sum hann sigur áðrenn deyðan. Eisini hava vit tað, vit síggja Ignatius sigur við Polycarp, brot frá Papias og læran, ið Irenaeus sigur seg hava fingið frá Polycarp. 

Læran hjá Polycarp er  so týdningarmikil av tí, at hann hevur læru frá sjálvum Jóhannesi, eins og Markus og Lukas høvdu læru frá Pætur og Paulusi. Les meir her um hví vit skulu fylgja kirkju traditión.


Trúgv

Polycarp lærir fyrst og fremst evangeliið. Vit eru frelst við trúgv, útvald áðrenn skapanina, og hendan trúgv berur ávøkst, sum vísir á Kristus. Tað er við náði, vit eru frelst, ikki av okkara egnu gerningum, men av vilja Guds, gjøgnum Jesus Kristus. At tann Gud, sum reisti Kristus upp frá deyðanum, skal eisini reisa okkum upp á teimum síðstu døgum, um vit ganga í rættvísi og gera Hansara vilja. Hann lærir, at trúgv er nakað, sum er givið til okkum.


Krossurin

Kristus livdi eitt lív uttan synd og lat seg sjálvann pínast í okkara staði og tók alla okkara synd á seg sjálvan á trænum.


Jesus sum Gud

Í endanum av brævinum til Filippi, sigur hann “trúgva á vár Harra og Gud Jesus Kristus og Hansara Faðir”, sum ger hetta til ein tíðiligan vitnisburð um Jesusar guddómleika longu í 2. øld.


Kærleiki til heimin

Hann lærir, at vit skulu ikki elska nakað, sum er av heiminum, tí eins og vit komu inn í heimin við ongum, so fara vit eisini frá heiminum við ongum.


Elska

Vit skulu bert elska Gud, Kristus og næsta okkara, so eru vit langt frá allari synd.


Bøn og føsta

Hann sigur, at besti mátin at vera vakin eftir lygilærarum og edrúur, er við at biðja og fasta. Hetta hjálpir okkum at halda okkara eygu á Gud. Hetta styrkir Andan í okkum, tí Andin er fúsur, men holdið er veikt.


Familja

Hann leggur dent á, hvussu týdningarmikið tað er hjá manninum, at læra sína konu og børn upp í trúnni.


Elstar og Kirkjutænarar

Vit skulu undirleggja okkum elstunum og kirkjutænarunum eins og vit undirleggja okkum Gudi.

Hann sigur, at kirkjutænarnir skulu vera ólastandi, ikki bakbítur, ikki við tveimum tungum, skal ikki elska pengar, men tolin í øllum, samkennandi, hugagóður, hann skal ganga í sannleikanum hjá Kristusi, sum eisini bleiv ein kirkjutænari.

Elstar skulu eisini vera ólastandi. Teir skulu taka ímóti fólki inn í kirkjuna og leiða tey til Gud og vera tolin við tey, tí vit eru øll syndarar, men enn skal hann vera varin við hyklarar.


Yvirvald

Vit skulu undirleggja okkum øll yvirvald, men eisini vera áhaldandi í bøn fyri tey, at tey skulu gera eftir Guds Orðið. Um yvirvaldi noyðir okkum synda, so skal hetta sjálvandi ikki fylgjast.


Antikrist

Polycarp sigur, at øll tey, ið ikki játta Kristus sum Harra, eru antikrist. Øll tey, ið ikki vitna um krossin, eru av djevulinum. Tey, sum spilla evangeliið, so sum tað passar sær sjálvum og siga, at har er eingin uppreisn ella dómur, eru hini fyrstu føddu av Sátan.


Samkynd

Hann lærir, at tað er ein synd at vera samkyndur


Orðið

Vit skulu halda fast við tað heilaga Orðið og granska tað, tí í Orðinum er allur sannleiki. Les meir um sola scriptura


Kirkjufedrar sum myndugleiki

Saman við hesum brævinum (Filippi), sendur hann eisini fleiri brøv frá Ignatiusi. Hann biðjur fólki í Filippi eisini fylgja læruni frá Ignatiusi, og at brøvini frá honum skulu lesast upp í kirkjuni. Tó sigur Ignatius sjálvur, at hansara brøv ikki er heilag skrift, men hetta steðgar ikki Polycarp frá at siga, at læran frá brøvunum skal fylgjast. Bíblian er tann einasti lýtaleysi myndugleikin, men hon er ikki tann einasti myndugleikin.


Paulus

Polycarp skrivar til kirkjuna í Filippi, ein kirkja, sum Paulus eisini skrivar til. Polycarp nevnir Paulus sum ein maður fyltur av vísdómi, vælsignaður og heiðurligur. Hann setur Paulus á ein stól sum sipar til, at Paulus hevur skrivað serstaka skrift við serstakari læru, við serstøkum vísdómi. Eisini siterar hann Paulus, sum var hansara skrift longu í hesi tíð heilag skrift.

Hann nevnir eisini, at Paulus varð dripin fyri sína trúgv.


Læra frá Ignatius til Polycarp

  • Polycarp var kanska biskupur, men enn yvir honum er biskupurin Gud Faðirin og Jesus Kristus. 

  • Jesus Kristus er Gud

  • Har er einki betri enn einleiki í kirkjuni.

  • Leita eftir vísdómi, lat ikki lygilærarar villleiða teg við fremmandari læru. Hald fast við læruni.

  • Jesus er ævigur, var ósjónligur, men bleiv sjónligur fyri okkara skuld. Hann er óítøkiligur og óávirkaður, var píndur fyri okkara skuld, men helt út.

  • Ger onkur nakað uttan biskupin, er hann dálkaður.

  • Kirkjan skal vísa samkenslu

  • Dópurin er títt skjøldur, trúgvin tín hjálmur, kærleiki títt spjót, treystleiki tíni herðklæði

  • Hald kirkjuráð fyri at innseta ein nýggjan biskup í Antiokia

Keldur

Høvuðskeldan er bókin ‘The Apostolic Fathers’ ritstjørna: J.B. Lightfoot & J.R. Harmer

Tekstir: Bræv Ignatiusar til Polycarp - Bræv Polycarps til Filippi - Brævið frá Kirkjuni í Smyrna um Blóðvitnisdeyða Polycarps - Brot av Papias

Boas Hansen

Boas er ein av stovnarinum av Epistul

http://boashansen.com
Next
Next

Hvat er pinsasamkoman?