Fjernaði Martin Luther 7 bøkur úr Bíbliuni?
Stutta svarið er, at Martin Luther og reformarnir fjernaðu ikki nakra bók úr Bíbliuni. Heldur var spurningurin um bíbilsku kanonina eitt kjak, sum gekk fyri seg í 1500 ár, heilt upp til reformatiónina.
Hvat eru apokrýfurnar?
Apokrýfurnar eru tær 7 “eyka” bøkurnar í Rómversk Katólsku Bíbliuni, sum ikki eru við í okkara protestanta Bíbliu. Hesar eru:
Tobits bók, Juditar bók, Vísdómur Sálomons, Sírakur, Báruks bók, Fyrra og Seinna Makkabearabók.
Hesar kundu teljast við uppí Gamla Testamentið, av tí at tær eru skrivaðar millum Málaki og Jesusar tíð. Tær vórðu skrivaðar millum 3.-1. øld f.Kr.
Tær eru tískil gamlar skriftir, sum vit kunnu læra søguligar sannroyndir um jødiska fólkið ímillum testamentini. Martin Luther segði, at hesar bøkur kunnu ikki metast javnt við Bíbliuna, men samstundis eru tær góðar og gagnligar at lesa. Athanasius helt tað sama og mong við teimum.
Síðan tá og til 1500-talið hevur nógv kjak verið, um hesar bøkur skuldu við í Bíbliuna eisini. Vert er at nevna, at protestantar, katolikkar, ortodoks v.m. hava øll sama Nýggja Testamentið, sum er 27 bøkur. Tað hevur verið breið semja um NT-kanonina longu síðan 2. øld.
Hví eru apokryfurnar ikki í okkara Bíbliu?
Ein av fleiri orsøkum er, at Jødarnir roknaðu aldrin apokrýfisku bøkurnar sum partur av Skriftini. Hesir somu Jødar savnaðu Gamla Testamentið, og teir vistu væl um hesar bøkurnar, men teir brúktu bøkurnar sum søguligt tilfar, og ikki sum Guds Orð.
Fleiri halda, at hesar bøkur áttu at verið í Bíbliuni, eftirsum tær eru við í Septuagint. Hendan grikska Septuagint er kend m.a. fyri, at Ápostlarnir siteraðu úr henni til at skriva Nýggja Testamentið heldur enn úr Hebraisku Tanakh. Hetta vegna grikst talandi heiminum í Jesusar tíð.
Men Jesus og Ápostlarnir siteraðu aldrin úr Apokrýfunum, hetta hóast 34 út av 39 Gamla Testamentis bøkrum eru siteraðar í Nýggja Testamentinum! Hetta er nokk ikki av tilvild.
Apokrýfurnar fáa mótstøðu
Í kirkjufundinum í Laodikea í ár 364 bleiv sagt, at bert kanoniskar bøkur skuldu verða lisnar upp í Kirkjuni. Hetta vóru 26 út av 27 NT bókum (minus Opinberingina) og tær 39 GT bøkurnar (pluss Báruks bók).
Kirkjufedrar ímóti apokrýfunum
Athanasius var í 367 tann fyrsti, sum kom við tí fullu 27 bóka NT-kanonini, sum vit kenna hana í dag. Samstundis listaði hann Báruk við uppí Gamla Testamentið, men allar hinar 6 apokrýfisku bøkurnar metti hann ikki javnt við Skriftina.
Jerome skrivaði Vulgate seint í 4. øld, sum var tann mest brúkta Katólska Bíblian á latín heilt fram til 19. øld. Hann valdi at hava apokrýfurnar við í síni latínsku bíbliutýðing, men sjálvur helt hann bøkurnar vóru góður at lesa, men tær vóru ikki innblástar. Hann skrivaði í innganginum til hvørja av teimum bøkrunum okkurt, sum sipaði til, at bøkurnar ikki vóru innblástar. Tó høvdu flestu fólkini ikki atgongd til eina Bíbliu, og tey flestu dugdu ikki at lesa latín. Bøkurnar vórðu brúktar meir og meir sum heiløg skrift, og inngangirnir vórðu hugdir burturfrá, og tískil fekk hetta avleiðingar fyri, hvussu Kirkjan framyvir sá myndugleikan hjá apokrýfisku bøkrunum. So við og við bleiv ongin skilnaður longur gjørdur millum tær bøkurnar og tær innblástu.
Gamla testamentis kanonin hjá Melito, sum var ein kirkjufaðir úr 2. øld, er næstan akkurát líka sum kanonin hjá protestantum og jødum. Hetta hóast hann var sera tíðliga ímun til aðrir.
Cyril av Jerúsalem (c. 313-386) skrivaði í sínum kateketiskum fyrilestri, at vit ikki skulu lesa úr teimum apokrýfisku bókunum, men hann heldur seg til jødisku GT-kanonina. Tó leggur hann bert Barúk afturat Jeremia.
Origen (c. 185-254) tók sum heild eisini undir við somu GT-kanonini sum fyrrnevndu kirkjufedrarnir.
Aðrar orsøkir
Manglandi guddómligur myndugleiki: Apokrýfurnar siga aldrin, “so sigur HARRIN” o.l., sum sipar til, at Harrin tosar, sum aðrir profetar í Bíbliuni gera. Rithøvundarnir skriva meiri við lýsingum sum søgufrøðingar.
Stríð í læru: Summi vers læra at vit skulu biðja fyri teimum deyðu, so tey verða loyst frá teirra syndum (2. Makk. 12:46) og frelsu av gerningum (m.a. Tob. 12:9). Her fáa Katolikkar m.a. sína læra um reinsunareldin frá, umframt sína frelsulæru.
400 ár friður: Nógv trúgva, at tíðin millum testamentini var ein 400 ára profetisk kvirra, og sjálvt kvirran verður sipað til í 1. Makk., har sorg er um, at ongin profetur er komin til teirra. Tískil eru hesar bøkur nokk ikki profetiskar, og eru tær ikki tað, so hava tær ikki bíbilskan myndugleika.
Niðurstøða
Martin Luther og hinir reformarnir valdu ikki bara at koyra 7 bøkur úr Bíbliuni, men teir vóru samdir við jødarnar og nógvir av kirkjufedrunum um, hvussu Gamla Testamentið skuldi síggja út. Umframt søguligur orsøkir, so vóru eisini ymiskar gudfrøðiligar orsøkir at halda bøkurnar uttanfyri Skriftina. Sum heild søgdu fleiri kirkjufedrar og onnur, at apokrýfurnar eru góðar at lesa úr, men tær skulu bert ikki metast javnt við Skriftunnar bøkur. Reformarnir spurdu somu spurningar sum frumkirkjan, men nú uttan vanda fyri deyðadómi. Tískil var hetta ikki ein roynd at loyna sannleikan, men heldur ein roynd uppá at varpa ljós á, hvar sannleikin er at finna.
Keldur:
“Did Martin Luther remove books from the Bible? A pastor’s answer”
https://pastorunlikely.com/did-martin-luther-remove-books-from-the-bible-a-pastors-answer/
“Why should Christians study the apogrypha”
https://www.logos.com/grow/why-should-christians-study-the-apocrypha/
“In Which Passages Does Jesus Quote the Septuagint, and Where Does the New Testament Allude to the Septuagint?”
“A list of Old Testament quotes in the New Testament Books books quoted by Jesus and other New Testament writers”.
https://www.bible.ca/b-canon-old-testament-quoted-by-jesus-and-apostles.htm
“What happened at the council of Laodicea”
https://www.gotquestions.org/Council-of-Laodicea.html
“Easter letter”
https://en.wikipedia.org/wiki/Easter_letter
“Melito on the canon of scripture”
https://www.bible-researcher.com/melito.html
“Cyril of Jerusalem on the Canon”
https://www.bible-researcher.com/cyril.html
“10 reasons why the Apogrypha is rejected by protestants”
https://www.fodmapeveryday.com/10-reasons-why-the-apocrypha-is-rejected-by-protestants/

