Tummas Evangeliið

-Dávid Berg 2.06.25


Hvar kom evangeliið frá?

Nag Hammadi-skriftirnar vórðu funnar í 1945 í Egyptalandi. Talan var um 13 papýrusbøkur (kodeks) við 52 tekstum á koptiskum (fornum egyptiskum). Granskarir gita, at munkar gróvu hesi kodeksini niður í 367 e.Kr., tá egyptiski biskupurin Athanasius júst hevði sent páskabrævið út til allar samkomurnar í biskupsdøminum (har bíbilska kanonin bleiv gjørd). Tí ræddist munkarnir, at nakar fór at finna teirra gnostisku bókasamling. Fleiri gnostiskar skriftir og evangeliir vórðu funnin við Nag Hammadi. Tað mest áhugaverda er nokk Tummasar evangeliið.

Stutt um Tummas evangeliið

Tummas evangeliið hevur síðan Nag Hammadi verið tað mest umrødda og týðandi av apokrýfu evangeliunum. Evangeliið inniheldur 114 orðatøk (Jesus-orð), har 68 hava parallellir við kanonisku evangeliini, men restin eru tó fremmand. Evangeliið inniheldur bert orð Jesusar og onki um, hvat Jesus gjørdi. Tað er fult varðveitt handrit, og tað sipar hvørki til Jesu deyða ella uppreisn.

Hví slapp tað ikki við í Bíbliuna?

  • Tummasar evangeliið bleiv ikki góðkent, tí tað leyk onki av teimum 3 krøvunum.

1. Ongin Ápostolskur myndugleiki

Tað hevði ikki ápostolskan myndugleika, tí tað bleiv helst skrivað um ár 140 e.Kr., langt eftir deyða Tummasar. Tó metir søgufrøðingurin Sølvará, at Tummas sjálvur skrivaði sítt evangelium í 100 e.Kr. í Egyptalandi, helst vegna fyrrnevndu parallellunum. Men hetta stríðir ímóti, at Britannica sigur, at Tummas doyði í 53 e.Kr. Greinin hjá Britannica er frá 2024, meðan bókin hjá Sølvará er væl eldri, frá 2007. 

Læran vitnar eisini um, at um nú Tummas veruliga skrivaði partar av evangeliinum, so skrivaði hann allarhelst ikki alt sjálvur. 

Granskarir eru sum heild samdir um at Tummas evg. er skrivað millum 60-140. 

2. Ikki viðurkent í Stórkirkjuni

Og tað er framvegis ongin ábending um, at tað bleiv viðurkent í fornkirkjuni.

3. Mótsigandi læra

Læran var týðiligt í andsøgn við heilagu skrifturnar. Pætur sigur: “Kvinnur eru ikki verdar at liva” (114), og tað stendur, at Jesus mátti skapa Mariu um til ein mann, fyri at hon kundi koma til himmals.79 Jesus segði í 114: “I myself shall lead her in order to make her male, so that she too may become a living spirit resembling you males. For every woman who will make herself male will enter the kingdom of heaven." Hetta er í andsøgn við kristnu læruna, sum sigur: “Hjá Gudi er ikki mannamunur“ (Róm 2:11), og at Gud elskar øll (Jóh. 3:16).81 Hóast møguleiki er fyri at Tummas veruliga skrivaði tað, so hoyrir tað til apokrýfurnar vegna heilt fremmandari læru. Av tí at deyðin og uppreisnin ikki eru við, sum er tað viktigasta í evg, so gevur tað meining at tað ikki slapp við í Bíbliuna. Læran kann enntá hugsast at hava verið merkt av gnostisismu

Gnostisisma

Gnostisisma nýmótans navnið fyri eina hugskygda-mystiska religión, sum hevði sína stórleikatíð frá 2. til 4. øld í londunum við eystliga Miðjarðarhavið og Miðasia. Viðhaldsfólk kallaðu seg gnostikarir, sum merkir menniskju við gnosis (kunnskapi).65 Gnostisisman gjørdist ein álvarsom hóttan móti fornu kirkjuni. Hetta er t.d. trúgvin, at Jesus ikki var veruligt menniskja, var ikki krossfestur og var ikki Gud. Tey trúðu ikki uppá „uppreisn likamsins“, og Ápostolski faðirin Klæmint ávaraði ímóti hesum: “Lat ongan tykkara siga, at holdið verður ikki dømt ella rísur upp“ (Klæm. 9:1).66

Gnostikarnir dýrkaðu tær loyndarfullu (esoterisku) opinberingarnar og fjaldu evangeliini. Tá kanoniseringin endaliga staðfesti munin millum ortodoksi og trúarvillu, vórðu gnostikarir útilokaðir úr kirkjuni. kirkjufedrarnir og Katólska Kirkjan niðurbardu gnostiskar ‘kirkjur’ og bøkur ógvusliga. Tey grundgóvu m.a. við at siga, at gnostisisma var ein heilt onnur religión enn kristindómur. Gnostisisman royndi at samanhugsa fleiri religiónir til eina stóra skipan. Kirkjufaðirin Irenaeus (uml 120-202) segði longu í sínari tíð, at tað var ringt at fáa yvirlit yvir hesa trúarvillu. Tí gnostisisman hevði nógv innanhýsis mótstríð við seg sjálva. 

  • Gnostisisma sigur, at andin (móts the material world) ikki kann líða, so viðvíkjandi krossfestingini sigur gnostisisman at “tann ordligi (andi) Jesusar doyði ikki á krossinum, tað var bert hansara fysiska likam (atskilt, nestorianisma). Tann ordligi Jesus rýmdi og flenti eftir teimum, ið sóktu at Honum”. 

  • Materielli heimurin skaptur av einum óndum skapara, og málið er at fara úr tí materiella í tað andaliga ella so → gjøgnum vitan (gnosis)

Bart Ehrman

Jesus í Tummas evg er ikki tann jødiski messias, sum vit hava sæð í hinum evg, Hann er ikki Sonur Guds ið ger undur, ikki krossfesti og uppreisti Harrin, og ikki Menniskjasonurin sum kemur aftur í skýnum. Hann er tann ævigi Jesus, hvørs orð geva frelsu.

Tó sbrt. Bart Ehrman og nógvum granskarum er Tummas tó ikki heilt eitt gnostiskt evg.


Hvat snýr Tummas evg seg um?

1

 Fyrsta vers gevur ábending um, at um mann skilir orð Jesusar rætt, vil tað geva einum ævigt lív: (1) And he said, "Whoever finds the interpretation of these sayings will not experience death."

→ Frelsan er bundin at vitan (gnosis), Jesus var ikki Gud, ikki krossfestur ella uppreistur, og tað ar eitt fjalt evg → Hetta tíðir uppá Gnostisismu


(1) And he said, "Whoever finds the interpretation of these sayings will not experience

death."

B pl: Jóh 8:51

  • 51Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Heldur nakar orð Mítt, skal hann í allar ævir ikki síggja deyðan.“



3

(3) Jesus said, "If those who lead you say to you, 'See, the kingdom is in the sky,' then the

birds of the sky will precede you. If they say to you, 'It is in the sea,' then the fish will

precede you. Rather, the kingdom is inside of you, and it is outside of you. When you

come to know yourselves, then you will become known, and you will realize that it is you

who are the sons of the living father. But if you will not know yourselves, you dwell in

poverty and it is you who are that poverty."

B pl: Luk 17:21

  • 21Heldur ikki fer at verða sagt: „Hygg, her er tað!“ ella: „Hygg, har er tað!“ Tí ríki Guds er innan í tykkum.“

4

(4) Jesus said, "The man old in days will not hesitate to ask a small child seven days old

about the place of life, and he will live. For many who are first will become last, and they

will become one and the same."


Vitan er ikki tengt at aldri ella erfaring men heldur av at verða andaliga vaktur - undirbyggir, at Guds ríki er umvent. 



7

(7) Jesus said, "Blessed is the lion which becomes man when consumed by man; and

cursed is the man whom the lion consumes, and the lion becomes man."

Leyvan er tann lægra, animalska náttúran

  • Leyva: upprunalig instinktir, passiónir ella materiella verðin

  • Maður: Andaliga sjálvið, hægri samvitsku, sál

Sælur er tann maður, ið temur sína lægru náttúru (consumes the lion, oyðir leyvuna) og verður andaliga heilur.

Bannaður er tann, sum letur sína lægru náttúru oyða hann. Ego, tráan o.a.

Dualisma: Stríð millum andan og likam - síggja eisini hjá Paulusi (Róm 7:15)


12

(12) The disciples said to Jesus, "We know that you will depart from us. Who is to be our

leader?"

Jesus said to them, "Wherever you are, you are to go to James the righteous, for whose

sake heaven and earth came into being.


í Tummasar evg. útpeikar Jesus ikki Pætur men Jákup (bróðurin), hetta leggur upp til at kanska vóru fleiri, sum hildu, at Jákup skuldi verða høvur kirkjunnar.

- "Heaven and earth came into being for his sake"

  • Jákup verður ein ímynd av einum rættvísum persóni ella ideellum gnostikara - tað slag av fólki, sum skapanin og Skaparin hava veruligan týdning fyri


Ja, Jákup Rættvísi (James the Just), ið ofta verður hildin at vera bróðir Jesusar, var leiðari fyri kristnu samkomuna í Jerúsalem eftir deyða Jesusar.

Bíbliuni:

  1. Ápostlasøgan 15:13-21 – Fundurin í Jerúsalem:
    – Tað er Jákup, ikki Pætur, ið gevur endaligu avgerðina í spurninginum um lóg Mósesar.
    → Hetta vísir, at hann hevði leiðsluvald.

  2. Galatiabrævið 2,9:
    – Paulusar nevnir Jákup, Pætur og Jóhannes sum “súlur” (pillars) í samkomuni – og Jákup verður nevndur fyrst.

  3. Galatiabrævið 1,19:
    – Paulus sigur: Men av hinum ápostlunum sá eg ongan; bert Jákup, bróður Harrans, sá eg.

  4. Ápostlasøgan 21,18:
    – Paulus kemur aftur til Jerúsalem og fer beinleiðis til Jákup og hini elstu.




13

(13) Jesus said to his disciples, "Compare me to someone and tell me whom I am like."

Simon Peter said to him, "You are like a righteous angel."

Matthew said to him, "You are like a wise philosopher."

Thomas said to him, "Master, my mouth is wholly incapable of saying whom you are

like."

Jesus said, "I am not your master. Because you have drunk, you have become intoxicated

from the bubbling spring which I have measured out."

And he took him and withdrew and told him three things. When Thomas returned to his

companions, they asked him, "What did Jesus say to you?"

Thomas said to them, "If I tell you one of the things which he told me, you will pick up

stones and throw them at me; a fire will come out of the stones and burn you up."


→ Tummas skilur, at Jesus er út um alt menniskjaligt mál og myndir. Tað er gnostiskt: sannleiki má upplivast, ikki bara lýsast.

Loynilig vitan
– Jesus sigur Tumms trý loynilig ting, í einari persónligari møtu.
→ Hetta endurspeglar gnostiskan hugsunarhátt: frelsa kemur gjøgnum innara vitan (gnosis), ikki opinbera læru.

Sannleikin er vandamikil
– Tummas sigur, at hinir høvdu kastað steinar eftir honum, og at ein eldur hevði brent teir.
→ Hetta bendir á, at sannleikin er kraftmikil og kann skaða tey, ið ikki eru klár. Tað minnir eisini um, hvussu radikal gnostisk vitan kann tykjast.



14a

(14) Jesus said to them, "If you fast, you will give rise to sin for yourselves; and if you

pray, you will be condemned; and if you give alms, you will do harm to your spirits.


Kritikkur av religiøsum rituellum

Jesus sigur, at at fasta, biðja og geva gávur kunnu skaða teg andaliga um tað verður gjørt mekaniskt ella uttan innara sannleika.
→ Hetta er ein gnostiskur tanki: uttan innaru vitan er ytri trúgv meiningsleys – og kann eisini vera villleiðandi.

Reinleiki kemur innanífrá

Endin á versinum minnir um Markus 7,15:

For what goes into your mouth

will not defile (dálka)  you, but that which issues from your mouth - it is that which will defile

you."

→ Týðingin er, at orð og hugburður avdúka títt innara, ikki mat- ella halgilógir.


15

(15) Jesus said, "When you see one who was not born of woman, prostrate (eyðmýkið tykkum) yourselves on your faces and worship him. That one is your father."

Hetta reffererar til Gud, sum onga móðir er blivin føddur av. Jesus biðjur okkum ikki tilbiðja nakran annan. Sama er galdandi fyri Jesus, Hann sigur faktist beint fram at Hann ikki bleiv føddur av einari kvinnu.

Hetta stuðlar doketismi: Læran um at tað best sá út sum at Jesus hevði ein kropp og um at líðing og deyði hansara bert tyktist at vera veruligt.

Jesus kom úr Faðirinum og ikki frá kvinnu sbrt. gnostikarum

19

(19) Jesus said, "Blessed is he who came into being before he came into being. If you

become my disciples and listen to my words, these stones will minister to you. For there are five trees for you in Paradise which remain undisturbed summer and winter and whose leaves do not fall. Whoever becomes acquainted (kunnugur) with them will not experience death."


Teir, sum gerast lærusveinar hansara og lurta eftir orðum hansara, eru sælir, tí teir vóru “áðrenn teir komu til veru.” Hetta merkir, at teir hava havt eina undanfatan – ein guddomligan uppruna – áðrenn teir vórðu føddir í hendan heim. Hann lovar eisini, at hesir lærusveinarnir fáa atgongd til fimm trø í Paradísi, sum ongantíð broytast, og sum bløðini ongantíð detta av á – eitt tekin um ævigt lív og náði. Teir, sum kenna hesi trø, skulu ikki royna deyðan.

-> stuðlar calvinismu?


22C samband við 114

(22) Jesus saw infants being suckled (fáa bróstmjólk). He said to his disciples, "These infants being suckled are like those who enter the kingdom."

They said to him, "Shall we then, as children, enter the kingdom?"

Jesus said to them, "When you make the two one, and when you make the inside like the

outside and the outside like the inside, and the above like the below, and when you make

the male and the female one and the same, so that the male not be male nor the female;

and when you fashion eyes in the place of an eye, and a hand in place of a hand, and a

foot in place of a foot, and a likeness in place of a likeness; then will you enter the

kingdom.


Her sigur Jesus, at so leingi sum vit síggja "inni og úti", "ovast og niðast", "mann og kvinnu" – alt hetta eru likamlig eyðkenni, ikki av sálini – so síggja vit við likamligum eygum, ikki andaligum eygum. Og tí kunnu vit ikki síggja Guds ríki.

37

(37) His disciples said, "When will you become revealed to us and when shall we see

you?"

Jesus said, "When you disrobe without being ashamed and take up your garments and

place them under your feet like little children and tread on them, then will you see the son

of the living one, and you will not be afraid"


fyri at síggja Sonin hjá Hinum Livandi og verða fræls frá ótta, mugu menniskju sleppa sínum bindingum og taka ímóti einum barnaligum óskyldleika. Hetta merkir at sleppa takinum á heimsins lystum og egnum – sum verða umboðað við klæði og við at vera “lítið barn,” t.e. eyðmjúkt og óspilt í sinni.


42 - islamsk traditión

(42) Jesus said, "Become passers-by."


Skilja jarðisk ting frá sær og avmarkingar


49-50 - kalvinistiskt

(49) Jesus said, "Blessed are the solitary and elect, for you will find the kingdom. For you

are from it, and to it you will return."

(50) Jesus said, "If they say to you, 'Where did you come from?', say to them, 'We came

from the light, the place where the light came into being on its own accord and

established itself and became manifest through their image.' If they say to you, 'Is it

you?', say, 'We are its children, we are the elect of the living father.' If they ask you,

'What is the sign of your father in you?', say to them, 'It is movement and repose (hvíld)'"


56 - gnostiskt

(56) Jesus said, "Whoever has come to understand the world has found (only) a corpse,

and whoever has found a corpse is superior to the world."

→ Hetta sipar til, at verulig vitan liggur í at kenna til forgeingileika hins likamliga heims. Teir, sum hava skilt henda sannleikan, eru komin í ein hægri andaligan tilstand – teir hava fingið eygu at síggja tað, ið veruliga hevur týdning.


70 - frelsa ikki frá nøkrum øðrum enn tær sjálvum

(70) Jesus said, "That which you have will save you if you bring it forth from yourselves.

That which you do not have within you will kill you if you do not have it within you."

→Gnostisk mynd av at frelsa er innan einum sjálvum, ikki gjøgnum aðrir frelsarir ella reglar.


77 - panenteisma

(77) Jesus said, "It is I who am the light which is above them all. It is I who am the all.

From me did the all come forth, and unto me did the all extend. Split a piece of wood,

and I am there. Lift up the stone, and you will find me there."

-Sigur at Jesus er Gud og skapti alt, men eisini at hann er í øllum. 

Panentheism = God is in everything, but also beyond everything.

= Gud er í øllum, men Hann er eisini út um alt ella omanfyri alt. Tað guddómliga fyllir alt men er ikki avmarkað av nøkrum heldur.


85 Ádam

(85) Jesus said, "Adam came into being from a great power and a great wealth, but he did

not become worthy of you. For had he been worthy, he would not have experienced

death."

Hetta sipar til, at gerðir og val Adams førdu til hansara egna fall og til tað, at hann kom at royna deyðan. Hetta undirstrikar hugsanina um, at tað eru gerðirnar hjá einstaka menniskjanum, sum avgera sambandið við tað guddomliga og tilveru teirra.


108

(108) Jesus said, "He who will drink from my mouth will become like me. I myself shall

become he, and the things that are hidden will be revealed to him."

Hetta undirstrikar eitt djúpt samband millum Jesus og tey, sum veruliga skilja hansara læru. At “drekka úr munni hansara” merkir ikki bara at taka ímóti orðum hansara, men eisini sjálvari veru hansara. Hetta førir til eina andaliga broyting og opinbering av duldum sannleikum.

114 - Kvinnur ikki verdar at liva

(114) Simon Peter said to him, "Let Mary leave us, for women are not worthy of life."

Jesus said, "I myself shall lead her in order to make her male, so that she too may become

a living spirit resembling you m ales. For every woman who will make herself male will

enter the kingdom of heaven."


Niðurstøða

Tummasar Evangeliið bleiv skrivað um ár 140, sum er langt eftir, at Tummas doyði. Hóast 68 útav 114 “versum” hana bíbilskar parallelir, so vitnar læran, at skrivið er falskt. Eingin av 3 krøvunum vórðu nøktað til at koyra tað í Bíbliuna:

1) Tað hevur ápostolskan myndugleika, tí tað bleiv ikki skrivað av Tummasi

2) Tað bleiv ikki viðurkennt í Stórkirkjuni

3) Tað mótsegði grundleggjandi kristnu læruna - og í stóran mun!


Lær meir:

Les Tummasar evangeliið:

https://www.marquette.edu/Tummasar-Evangelii

Her eru parallelir í Tummasar evangeliinum við Bíbliuna:

https://www.angelfire.com/dc/universalism/Thomas_Parallels.html

  • Okkara podcast á 2/3 samlað um hetta:

    #7 Tummasar Evangeliið (Apokryfir pt. 2)


Apokryfir, apokryfisk evangeliir, Bíblian, Kirkjusøga




Dávid Berg

Dávid Berg er ein av stovnarinum av Epistul

http://davidberg.com
Previous
Previous

Savnanin av Nýggja Testamentinum

Next
Next

Hví eru so nógvar religiónir?