Didaké - Læra frá 12 ápostlunum
Apokryfir, fjaldar bøkur
Didake (Merkir “Læra”)
Læran frá teimum 12 Ápostlunum
Nær bleiv tað skriva?
Didake bleiv skriva í fyrstu øld, nokk ár 70-90, men fleiri halda at tað kundi vera skriva áðrenn ár 70. Summir eru enn tá so svakir at koyra tað til ár 40.
Vissi vit siga at Didake bleiv skriva millum 80-90, so bleiv tað skriva áðrenn alt hjá Ápostul Jóhannes (1, 2, 3 Brævið - Evangelii - Opinberingin)
Vissi tað bleiv skriva áðrenn ár 70 so kann tað vera skriva áðrenn, Lukas, àpostlasøgan og Judas. Men nokk ikki skrivinganarr hjá Lukas tí evnagelii bleiv nokk skriva í 60 og ápostlasøgan í 63-65. Summi vilja seta Lukas og Áp til ár 80 men tað gevur lítið av meining. Lukas var fylgjari av Paulus og Paulus doyði í ár 64-65, men Ápostlasøgan fortelur ikki um Paulusar deyða og tað er ikki eitt sum Lukas hevði læti veri úti, so tað vil siga at Ápostlasøgan er nokk blívin ferdig og sent avstað til Theofilus áðrenn Paulus doyði. Har er tað tað sama við Pætur sum doyði í ár 64, Lukas hevði ikki læti hansara deyða færi uttan at skriva tað niður, tað veit man tí í evangeliinum hjá Lukas fortelur hann nógv meira ting sum Pætur segði enn nakar annar lærusveinur, so tað vísir at Pætur var ein stórur maður í hansara lívið. Eisini tað at í kapittul 12 fortelur Lukas um hvussu Pætur næstan verur dripin, so vissi hann sigur hvussu Pætur næstan var dripin so hevði hann nokk sagt hvussu hann bleiv dripin.
Lukas fortelur eisini um 2 lærusveinar sum vera dripnir: Jákup beiggja Jóhannes og Judas Iscoriot. Hann fortelur enntá um ein Kirkju faðir sum verur dripin, tað er Stefanus
Men alt hetta fyri at siga at Didake er nokk skriva millum 70 og 90
Men tað elsta manuscripti av Didake er frá 11 øld, kalla Codex Hierosolymitanus.
Tað elsta broti av Didake er frá seint í 4 øld kalla P. Oxy 1782, Tað er sama tíð sum Codex Sinaiticus (elsta Bíblian)
Sum eg segði fyrr, so halda summi at Didake kundi veri frá so tíðiliga sum ár 40, men hetta er ikki uttan grund. Hugsa er at Didake kemur frá “the Counsil of Jerusalem” sum var í ár 48-50
Hvør skrivaði?
Didake er nokk blívi skriva av fleiri Kirkju fedrum. Men sum eg segði, nøkur halda at Didake er komi frá “the counsil of Jerusalem” sum skriva í Áp 15, tað vil siga at Didake inniheldur direkta læru frá Ápostlunum, sum er frá Jesus.
Sjálvt um læran kanska kemur frá the counsil of Jerusalem so vil tað ikki siga at tað bleiv skriva tá. Læran kann vera komin frá TCOJ, so er læran koyrd niður gjøgnum generatiónir, til í ár 80, tá nakrir Fedrar hava vælt at skriva læruna niður.
Hvat er innihaldi?
Didake eru lærir frá teimum 12 Ápostlunum, so tað vil faktist siga lærir frá Jesusi, tí alt teir 12 hava eru lærir frá Jesusi. Ístuttum er tað lærir hvussu ein Kristin livur og ting at halda seg vekk frá sum tey gudleysu gera. So verur eisini ávara eftir lygi profetum/ápostlum og um endatíðina.
1:1-3 : Har verur tosa um at elska Gud sum nummar 1 og at elska næsta tín sum teg sjálvan, eisini elska fígginda tín (Markus 12:30-31)
1:4-6 : Her quotar skrivarin direkta frá fjalla prædikuni, um at venda hin vangan til eisini, og ikki berjast ilt við at gera ilt, men gev meir vissi onkur spyr um okkurt (Matt 5:39 , Róm 12:21)
2:1-7 : Her tosar hann um tað seinna boði, tað er ikki tað seinna boði frá teimum 10 boðunum, men fleiri boð, tað verur bara kalla tað seinna boði, hví veit eg ikki, kanska Dávid hevur okkurt. Eitt mega gott og interasant er tað at hann tosar direkta um abort, hann sigur “you shall not murder a child, whether it be born or unborn.” hetta fær meg bara til at siga, bókin skal í Bíbliuna beint nú, so steðga summi so kallaði “kristin” fólk at defenda mass morð av børnum. (2. Mós. 20:13)
3:1-6 : sigur HALD TEG VEKK FRÁ ØLLUM ÓNDUM ikki ger ting sum kunnu leiða til synd, tú skalt halda teg vekk frá ØLLUM sum kann leiða til synd (2. Tim. 2:22)
3:7-10 : Nú sigur hann, hald teg til alt sum er gott og ver eyðmjúkur (1. Tess 5:21 , Lukas 14:11)
4:1-2 : Vís respekt fyri teimum Elstu í Kirkjuni og minst til at søkja vegleiðing frá teimum Heilagu (Saints tvs. frá teimum sum liva fyri Kristusi) (1. Tim 3:2,8)
4:3-7 : ikki ivast so nógv í øllum tú gert, serliga ikki við at geva og so bestemt ikki at geva fyri tínar syndir (Jákup 1:7-8)
4:8-9 : ikki vend tær frá onkrum sum hevur brúk fyri okkurt (Matt 5:42)
4:10-12 : ver rættvísur og ikki ein hypocrit, nei tú skalt hata alt sum Harrin hatar (2 Kor 5:9)
4:13-14 : hald teg til boðini og ikki brót tey. Tá tað er møti so játta tínar syndir, tú skalt ikki biðja við einum hjarta fullum av skomm (Matt 5:17-29)
5:1-2 : Vegurin hjá deyðanum, hann er soleiðis, tey sum elska synd, tey sum ikki óttast Harran, tey sum ikki kenna Skaparin, tey elska ikki tað góða, men bara tað ringa, tey gera tað ringa til gott.
6:1-3 : ikki læt nakran leiða teg vekk, her sigur hann at hendan læran er rætt læra og eingin skal leiða teg vekk frá henni. So ávarar hann eisini um at eta kjøt sum er offra til deyðar Gudar
7:1-4 - læra um dóp, tá tú skalt doypast so skal tað gerast í navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans, og tú skalt doypast í rennandi vatni, men hevur tú ikki tað so brúka okkurt annað, vatni skal helst vera kalt, men heitt gongur vissi tú ikki hevur kalt, vissi tað ikki ber til at fá nógv vatn so skalt tú stoyta vatn á høvdi 3 fer, og minst til tá tú skalt doypast so skalt tú fasta í 1-2 dagar áðrenn
8:1-3 : tú skalt ikki fasta sum hypocrits gera, mán og hós, men tú skalt fasta mik og frí, um hetta meinar literally Mikudag og Fríggjadag, tað er so tað, eg hevði tikið tað sum at tú skalt bara skilja teg at frá hypocrits og ikki halda teg til tað sum teir gera. So skalt tú eisini biðja Faðir vár 3 fer um dagin
9:1-5 : viðvíkjandi breybróting, aðrenn tú drekkur víni takka Harranum við bøn, áðrenn tú etur breyði takka Harranum við bøn. Læt ongan sum ikki er doyptur taka lut í breybrótingini
10:1-7 : eftir breybróting, bið til Harran við takk og tilbiðjan
11:1-2 : tak í móti lærarum, men vissi teir tala nakað sum er í móti skriftini so IKKI lurta, men um hann lærir læru Guds, so lurta
11:3-12 : ávaringar móti følskum profetum og ápostlum.
12:1-5 : tak í móti øllum Guds lærarum, læt teir búgva hjá tær í 3 dagar, vissi meir so skulu teir arbeiða fyri teg. Blaka teir út vissi teir gera einki, tí eingin Kristin skal ganga fyri einki
13:1-7 : Vissi ein Guds Profetur kemur til tín, tak í móti honum, so gev honum frá tí tú eigur, vissi eingin profetur kemur so skal tað gevast til teimum sum hava brúk fyri tí.
14:1-3 : á Guds degi skulu vit samlast og bróta breyð til at minnast Hann, men fyrst skulu vit játta syndir okkara og ikki læta nakran hava nakað ringt móti hvørjum øðrum (Matt 5:23-24)
15:1-3 : set til tykkum Elstar og Tærnarar, teir skulu vera eyðmjúkir og ikki slavur at pengum. vit skulu ikki hata teir.
16:1-8 : Um endatíðina - væri tykkara lív, vit vita ikki nær Gud kemur aftur, har fara at koma lygi profetar, og ein sum kallar seg Kristus, men hann skal villleiða nógv, hann skal gera undur sum man ikki hevur sæð síðan skapanina
(rough) Tíðarlinja um endatíðina
Himlanir opna
Trumpetinar ljóða
tey deyðu reisa upp, [ men ikki øll tí tey heilagu koma við Gudi (Menniskjasoninum) ]
So kemur Menniskjasonurin ríðandi á skýggjunum (við teimum heilagu) og øll jørðin syrgir tá tey síggja Hann koma við kraft og heiður
16:6 And then the signs of the truth will appear: the first sign, an opening of the heavens; the second sign, the sounding of the trumpet; and the third sign, the resurrection of the dead
16:7 not of every one, but as it is said: "Then the Lord my God will come, and all the holy ones with him."
16:8 Finally, "Then the sign of the Son of Man will appear in heaven, and then all the tribes of the earth will mourn, and they will see the Son of Man coming on the clouds of heaven' with power and great glory."
Key punktir
ikki hava abort (2:2)
Ikki bera skomm tá vit biðja (4:14)
Hetta er røtt læra (6:1)
Tú kanst vera doyptur við at stoyta vatn á høvdi (7:3)
Tú skalt fasta áðrenn tú skalt doypast (7:4)
Fasta Mikudag og Fríggjadag (8:1)
Biðja Faðir vár 3 fer um daging (8:3)
Tann ófyrigevandi syndin (11:7)
Um enda tíðina (16:1-8)
Hví er tað ikki við í Bíbliuni?
Stórsta grundin til at Didake ikki er í Bíbliuni er nokk tann at hon er ikki innblást av Gudi, ja kanska læran er direkta frá Jesusi, men bókin er skriva sindur seinni, og ikki av Ápostlunum, og hon er ikki skriva gjøgnum Andan, hon er bara skriva av lærum sum eru koyrdar niður. SO vita vit heldur ikki heilt hvør hevur skriva bókina.
So í stuttum
Nokk ikki ápostólskan rithøvund
Man veit ikki hvør hevur skriva
Ikki innblást av Gudi
NIÐURSTØÐA
Hvørja ávirkan hevði bókin?
Bókin hevur tó havt stóra ávirkan á Kirkjuna, tað er t.d. her barna dópur verur tosa um mest direkta sum okkurt vut skulu gera.
Sjálvt um bókin ikki er víð í Bíbliuni, so er hon full av góðari læru sum skal fylgjast, tí læran er frá lærusveininum, hon eitur jú “Læran frá teimum 12”
Kirkju fedrar frá Egyptalandi quotaðu nógv úr Didake í 4-5 øld, og fleiri vildu hava hana í Bíbliuna.
Eusebius quotar frá Didake í hansara Kirkju søgu skrivingum. Didake var eisini við til at grundleggja skrivingina um tí Ápostólsku skipanina frá 4 øld, sum er ein samling av skrivingum hjá Kirkju fedrum
Lær meir:
Les sjálvur:
https://www.stjohnsarlingtonva.org/Didake
Lurta eftir okkara podcast á 2/3 samlað á Spotify um hetta:
#6 Didaké - Læra frá 12 Lærusveinunum (Apokryfir Pt. 1)

