Hví eru so nógvar religiónir?

Tað er væntað

Tað at har eru túsundavís av religiónum kann vera eitt problem fyri fólk, tí tá man hyggur eftir øllum frá einum vantrúgvum sjónarmiði, so sær tað út sum at øll eru bara svøk og øll finna bara uppá okkurt, men sum ein sum trýr upp á Gud, so er hetta heilt seriøst bara eitt enn og stórri prógv uppá tað at Gud er til. Tí har eru milliardir av fólkum, sum síggja Gud í øllum skaparverkum, fólk síggja tað at har má vera ein heili aftan fyri hesum skaparverki, tað kann ikki vera tilvildarligt, og tað síggja milliardir av fólkum.

Spurningurin sum fólk ofta seta er tann at “hví hevur Gud ikki givið meira prógv upp á, at hann er til?” tá sigi eg bara tað, at har eru nógv fleiri fólk. sum síggja Guds prógv, enn har eru fólk sum ikki síggja prógvini hjá Gudi.


Søgulig Religión

“Ja, men altso hvussu skal eg nakrantíð vita hvør tann rætta religiónin er?” Er nokk tann næsti spurningurin. So er tað bara at hyggja eftir søguni, hvør religión hevur mest søgu? Hvør hevur flest prógv av síni søgu. Tá siga allir søgufrøðingar at tað má gott nokk vera Jødanir, har eru 39 bøkru í gamlatestamentinum, allar skrivaðar frá ár 1500-300 f.Kr., so hava vit eisini nógv arkeologisk prógv upp á religiónina vit hava, Mesad Hashavyahu Ostracon (elsta prógv av Mósilógini ár 700 f.Kr.) og so hava vit The Ketef Hinnom Scrolls (elstu rullir av GT versum 5 Mós 7:9 og 4 Mós 6:24-25 og nøkur ting sagt um YHWH)


Jødar vs Kristin

Men hatta eru Jødar, ikki Kristin ha? Man má minnast til, at Jesus var ein jødi, og vit trúgva upp á sama Gud sum Jødanir, vit trúgva bara at Messias er komin, sum er Jesus, og vissi man hyggur eftir lívinum hjá Jesusi, so síggja vit at Jesus fullgjørdi allar 300+ Messianisku profetiini, og hann gjørdi nógv undur til at vísa at hann hevur valdið á jørð.

So vissi man samanberð Kristindóm og Jødadóm, so sær man beinaveg at Jesus er Messias.


Boas Hansen

Boas er ein av stovnarinum av Epistul

http://boashansen.com
Previous
Previous

Tummas Evangeliið

Next
Next

Didaké - Læra frá 12 ápostlunum