Codex Sinaiticus
Tann elsta fulla Bíblian
Codex Sinaiticus er tann elsta Bíblian vit hava, hon er mett at vera frá ár 350, vit hava sjálvandi eldri brot av bókum og fullar bøkur ú Bíbliuni sum eru nógv eldri, men hetta er tann elsta fulla sett saman Bíblian.
NT í CS Bíbliuni er skriva á vanliga græska málinum, Koine, og GT er skriva líka sum í Septuagint, sum er tann elsta græska GT bókin frá ár 200 f.Kr.
CS er eisini bívin rætta mega ofta, allan vegin frá tá hon bleiv fyrst skriva í fjóru øld, til 12 øld. Rættingin kann vera so lítil sum at broyta ein bókstav, til at koyra nýggja setningar upp í.
CS var eisini skriva um tí tíðina har man ikki heilt var samdur í hvørjar bøkur skuldu vera myndigar fyri Kristin, so vit finna nakrar bøkur í har sum man ikki brúkar í dag, í GT finna vit 7 nýggjar bøkur, hesar bøkur hava Katolikkanir enn í síni Bíbliu, tær bøkurnar eru: 2 Esdras, Tobit, Judith, 1 & 4 Maccabees, Wisdom and Sirach. Men í NT eru tvær bøkur sum eingin brúkar í dag, og tað er brævið hjá Barnabas og Hirðin frá Hermas.
GT bøkunar eru ikki í Protestanta Bíbliuni tí tær eru skrivaðar for seint, tær blivu skrivaðar millum ár 200 f.Kr. til ár 100 e.Kr. hetta er í teimum árum sum vera kalla tey 400 ár av friði, tí Gud gav eingin profetiir í teimum árinum, Gud var næstan bara friðaligur.
Men NT bøkunar har er tað eitt sindur løgi, bræv Barnabas bleiv skriva millum ár 70 og 135 hetta er langt áðrenn fleiri aðrar bøkur í NT, uttan so sjálvandi tað var eftir ár 95, sum tað kundi kanska veri, men Barnabas var ein maður nevndur nakra fer í Bíbliuni, og hann er ein sum man heldur hevur skriva Hebreara Brævið, so tað er væl møðuligt at Barnabas hevði kunna funni upp á at skriva brævið, men tupuleikin er enn tann at brævið bleiv skriva nokk eftir ár 70, og man heldur at Barnabas doyði í ár 61, sjálvandi er tað mega tætt saman og tað kann vera ein feilur í metingini av árum, men helst var tað ikki Barnabas ið hevur skriva brævið, tí brævið sigur tað aldrin og gevur einki hint, fólkini hava nokk bara havt brúk fyri okkurt apostolskt navn at seta á. So er tað Hermas, Hermas heldur man er skriva millum somu tíð, so 70-140, tað vil eisini siga at tað er møðuligt at tað bleiv skriva áðrenn fleiri aðrar bøkur í NT, skrivarin heldur man er Hermas beiggi Pope Pius I, trupuleikin er tann at hann livdi í mið seinnu øld, sum hevði koyrt brævið upp til ár 140, tað er eitt sindur iffy, tí tað er 55 ár eftir síðsta bókin í Bíbliuni bleiv skriva.
Innihaldi í Barnabas og Hermas
Brævið hjá Barnabas virkar ikki til at vera eitt bræv sum kemur undir 2 Tim 3:16 við tí at tað er innblást av Gudi, tað virkar meir til at vera onkur sum roynir at tulka ting hann hevur lisið. Brævið er eisini skriva sum ein uppmuntran, sigur hvussu tað er at fylgja Jesusi. Men eitt interasant er tað at skrivarin tosar um at Jesus kemur aftur um 1000 ár ella sum hann sigur 7000 ár eftir menniskja søgu, tað sigur mær at brævið er nokk blívi skriva aftaná opinberingina sum bleiv skriva í ár 95, av tí at Jóhannes nevnir hesi 1000 árini, men skrivarin av hesum brævinum hevur nokk tulka tað sindur skeivt. Skrivarin er eisini mega aggrasivur, hann peikar alt út sum fólk gera skeivt, og við tí roynir hann ikki at uppbyggja á sama hátt sum td Paulus, hevði tað veri hesin sum skrivaði brævið til Korint, brævið hevði nokk bara veri, “tit gera gott, men tit gera eisini nógv ringt, tit eru deyð”
Hermas er um ein mann sum far visiónir frá einglum, einglanir vís hví atað er vigtugt við Kirkjuni og at ganga í rættvísi. Hermas verur eisini fortaldur at Gud er óður inn á hansara børn, men vissi tey biðja um fyrigeving skulu tey vera skriva í bók lívsins. Brævið fer eisini nógv inn á verk í staðin fyri náði. Jesus verur ikki nevndur serliga ofta, bara nakrar fáar ferir. í stuttum er brævið ein vegleiðing til “frelsu” men ikki frelsu sum vit kenna tað, í hesum brævinum kemur frelsa frá at ganga í Kirkju, og tá tú ert í Kirkjuni, so er alt upp til tín, tíni verk, brævið forklárar eisini eina mega skeiva grund til at blíva frelstur, grundin brævið gevur er tað at tú vilt ikki vera kastaður niúr í helviti, tú vilt bara vera frelstur fyri teg.

