Burdi Altargongd Verið Hvønn Sunnudag?

Lesitíð: 8-10 min. Dagførd 05/11/2026

Jesus segði við lærusveinar sínar, at teir skuldu eta breyðið og drekka kalikkin til Hansara áminningar (1. kor. 11.25-26). Men hvussu ofta eigur hetta at verða gjørt? Hvat gjørdu ápostlarnar og frumkirkjan?

Spyrji eg fólk í Heimamissiónini, so eru fleiri samd við mær, tá eg nevni, at altargongd burdi verið hvønn sunnudag í føroysku Fólkakirkjuni. Tí sum nú er, er tað uml. eina ferð um mánaðin. Fleiri duga væl at síggja, hví tað bíbilskt gevur meining, og hetta komi eg inná beinavegin. Umframt hetta, fari eg at viðgerða, hvat kirkjusøga og lutherskir gudfrøðingar siga um hendan spurningin. Síðani viðgerði eg, um altargongdin missir sín týdning, um hon verður títtari. At enda verður viðgjørt, um henda broyting hevði viðvirka so, at fleiri høvdu komið í kirkju.



1. Hvat sigur Bíblian?

Bíblian sigur ikki ítøkiliga, at tað skal vera hvønn sunnudag, men nógv skriftstøð verða nýtt at stuðla hesum siði. 


Í Ápostlasøguni kap. 2 lesa vit um hvítusunnuna, og tann dagin tóku 3000 fólk við trúgv og lótu seg doypa (v41), og beint eftir hetta ørindið sigur v42:

Áp. 2.42

“Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar.”


Hesi fýra elementini – læra, samfelag, breyðbróting og bøn – vórðu eyðkenni fyri ta kristnu forsamlingina. Orðingin leggur upp til, at hesi fýra vórðu hildin saman hvørja ferð, tey kristnu savnaðust. 

Áp. 20.7

 “Men tá ið vit fyrsta dagin í vikuni vóru saman komin at bróta breyðið, samtalaði…”


Fyrsta dagin í vikuni (sunnudag) var Paulus møttur við staðbundna kirjuliðnum, og tað stendur beinleiðis, at meiningin við møtinum var, at tey vóru komin saman at bróta breyðið. Kanska var breyðbrótingin ikki einasta orsøkin, men tað var hvørtfall ein av orsøkunum og tann einasta orsøkin, ið verður nevnd. Hetta verður sagt, sum ein sjálvfylgja og uttan frágreiðing ella verju. Hetta helst tí, at tað var ein vanligur siður hjá teimum fyrstu kristnu. Um ápostlarnir gjørdu hetta hvønn sunnudag, so er tað ein sterk ábending um, at vit í dag burdu gjørt tað sama.

Í 1. kor 11.17-34 endurtekur Paulus 5 ferðir, at kirkjuliðið át máltíð Harrans, tá tey komu saman (1. kor. 11:17,18,20,33,34). 1. Kor. 16.2 gevur ábending um, at kirkjuliðið kemur saman “Hvønn fyrsta dag í vikuni”. 


1. kor. 10.17

“Við tað at breyðið er eitt, eru vit, hinir mongu, eitt likam; tí at vit hava allir lut í hinum eina breyðinum”


Paulus sigur beinleiðis, at vit eru eitt likam (Kirkja Jesusar), tí vit eta eitt breyð (Jesus likam). Likamið (Kirkjan) blívir eitt likam við at eta likamið (breyðið).  Paulus knýtir her einleikan í kirkjuni beinleiðis at altargongdini. Tískil er breyðbrótingin eisini ein innbjóðing til einleika í Kristi likamini, Kirkju Hansara. Les meir um, hví breyðbrótingin, sum heild er umráðandi her. 

Áp. 2.46

“Og hvønn dag hildu tey sær samhugað støðugt í halgidóminum og brutu breyðið heima við hús og fingu føði sína við gleði og í hjartans einfaldi”


Her stendur enntá, at tey gjørdu tað hvønn dag; tey, sum hildu fast við læru ápostlanna frá v42. 

Faðirvár

Í ljósinum av hesum ørindunum sóu teir fyrstu kristnu eina tilsiping til altargongdina í Faðir vár: „Gev okkum í dag okkara dagliga breyð.“ 

Við øðrum orðum er tað „breyðið“, sum Guð gevur sínum fólki, ikki bert likamligur matur og drykkur. Paulus lærir, at altargongdin er okkara „andligi matur“ og „andligi drykkur“ (1 Kor. 10,3–4), tí tað er samfelag við blóð Krists og samfelag við likam Krists (1 Kor. 10,16). Okkum tørvast at eta regluliga, og tað sama kann hugsast um okkara andaliga føði.



2. Hvat sigur kirkjusøga um hetta?

Í kirkjusøguni hevur verið breið semja um, at breyðbrótingin er ein sentralur partur av gudstænastuni. Í Frumkirkjuni var vikuliga og enntá daglig breyðbróting vanligt fyri tey kristnu.

Mangir protestantiskir reformarir sum Martin Luther, John Calvin og Thomas Cranmer vóru eisini forsprákarir fyri vikuliga altargongd.

John Armstrong skrivar: “Har er ongin veruligur ivi um hesa einfalda søguligu sannroyndina; gjøgnum øldirnar hevur hendan máltíðin (breyðbrótingin) verið ein sentral og eyðkennandi gerð hjá kirkjuni í tess tilbiðjan”. [1] Av tí at ápostlarnir løgdu dent á hesa siðvenju, eigur kirkjan tí at taka hana í álvara eisini í dag (2. Tess 2.15).

Justin Martyr (100-165 e.Kr.) staðfestir í síni fyrstu trúarverju (ár 155), at sunnudagar savnaðust øll til lesnað av skriftini, talu, bøn og breyðbróting. [2] Hetta er bert 55 ár eftir at Jóhannes, síðsti ápostulin, livdi. Sannlíkt er tí, at hesin siður er av ápostólskum uppruna. 

Didaké, sum vit hava skrivað ein epistul um (les her), er skrivað um ár 70-90 e.Kr. Tað stavar helst frá ápostla fundinum í Jerúsalem frá Ápostlasøguni kap. 15. Har stendur í kap. 14, sum boð, at Harrans dag (sunnudag) skuldi fólk savnast at bróta breyðið. Hetta er sostatt ein av elstu keldunum, sum siga, at sunnudagurin var karmurin um breyðbrótingina. [3]

Kenda verkið frá 3. øld, “The Apostolic Tradition” hjá Hippolytus, vitnar um tað sannroyndina, at altargongd var hildin minst 1 ferð um vikuna heilt frá døgum ápostlanna og til hansara samtíð. [4]

Mikli kirkjufaðirin, Augustine, skrivar í ár 400 til Januarius, at summi høvdu breyðbróting hvønn dag, onnur leygardag og sunnudag, og uppaftur onnur bert sunnudag. [5] Siðirnir vóru ymiskir, men reglulig breyðbróting var standardurin.

John Calvin segði við fullari vissu, at Frumkirkjan hevði breyðbróting hvørja ferð tey savnaðust. Hann leggur afturat, at breyðbrótingin burdi verið givin teimum kristnu minst 1 ferð um vikuna. [6]

John Wesley, sum var við at leiða og byrja tí Fyrstu Stóru Vekingina í USA í 18. øld, segði, at trúgvandi áttu at fingið Sakramentið so ofta, sum gjørligt. Hann segði eisini, at daglig breyðbróting var tað vanliga í fleiri øldir eftir Krist. [7] 



3. Hvat siga lutherskir gudfrøðingar um hetta?

Lutherska traditiónin leggur dent á Sakramentið sum eina neyðuga føðslu fyri kristna lívið. Serliga hava tað verið Martin Luther og Philip Melanchton, sum hava staðið á odda fyri, at kirkjan skal hava altargongd minst eina ferð um vikuna. Annars siga flest aðrir lutherskir fedrar og gudfrøðingar, at breyðbrótingin skal takast antin vikuliga/dagliga ella, at hon skal takast regluliga. 

1. Martin Luther (1483-1546):  Hann talaði fyri, at ein burdi fingið Sakramentið vikuliga ella enntá dagliga. Í Stóru Katekismuni (sum eisini er kirkjunnar trúarjáttan) sigur Luther, at av tí, at vit dagliga verða freistað av holdinum, heiminum og djevlinum, so verða vit troytt og snáva. Tí verður Sakramentið givið okkum sum daglig føðsla, so at trúgvin má styrkna (Stóra Katekismus; Altargongdin §23-24).

2. Philip Melanchton (1497-1560): Fremsti rithøvundurin av okkara trúarjáttanum (Augsburgska játtanin og tess Verju) sigur, at vikulig breyðbróting er kodað inn í DNA’ið hjá kirkjuni. Hann skrivar: “Av tí at meiningin við messuni er at útbýta Sakramentið, so hava vit altargongd hvønn heiligdag, og um onkur ynskir Sakramentið, so geva vit tað eisini aðrar dagar; tá er tað givið til øll, sum spyrja um tað. Hesin siður er ikki nýggjur í kirkjuni” (Augsburg, XXIV §34-35). Hann styrkir so sína grundgeving við at endurgeva John Chrysostom, sum segði, at presturin stendur hvønn dag við altarið og bjóðar summi til altars. Harumframt skrivar Melanchton í Verjuni av Augsburgsku Játtanini, at breyðbrótingin verður givin hvønn sunnudag og á øðrum hátíðum (Verjan, XXIV §1). 

3. Martin Chemnitz (1522-1586): Hann verður ofta kallaður “tann annar Martin”, tí hann var ein 2. ættarliðs reformari. Hann var høvuðsrithøvundurin av “Formula of Concord”, sum er trúarjáttanarrit hjá lutheranarum kring heimin. Hann skrivar, at Kristus bað okkum taka Sakramentið regluliga, men tó er tað ikki ávíst, júst hvussu mangan tað skal takast. [8] 

4. Wilhelm Löhe (1808–1872): Hann helt, at Orðið (prædikanin) og Sakramentið (altargongdin) eru óloysiligir partar av søguligu kristnu gudstænastuni, og tí var ein vikulig altargongd, eftir hansara tykki, alneyðug fyri, at ein kirkjusókn kundi vera sunn og vælvirkandi. [9]

5. Johann Gerhard (1582-1637): Er eisini doktari av luthersku kirkjuni. Hann sigur, at tað hevur verið siður hjá Kirkjuni, at Sakramentið verður givið eftir at kirkjan savnast og Orðið verður boðað. Sambært Gerhard má hesin siður ikki víkjast frá, uttan so, at tað er vegna bráðfeingis neyð. [10]

6. Hermann Sasse (1895-1976): hann var ein av fremstu luthersku gudfrøðingunum í 20. øld. Hann sigur m.a., at ein sunnudagur uttan breyðbróting er heilt ótonkiligur í Nýggja Testamentinum. Sakramentið hoyrir til sjálva kjarnan av Kirkjuni. [11] Hann segði eisini: “Ein kirkja uttan Sakramentið má doyggja”. [12]



4. Týdningur og kirkjusókn

Summi halda, at breyðbrótingin verður minni serlig, um hon er hvørja viku. Men sambært William Willimon hevur mann sæð tey síðstu 500 árini, at tær kirkjur og samkomur, sum taka breyðbrótingina sjáldnari, tær virðismeta Sakramentið tess minni. [13] Tey hava eisini lyndi til ikki at vita so nógv um, hvønn týdning breyðbrótingin veruliga hevur. Útfrá egnum upplivingum eri eg eisini komin fram til tað sama. Áhugavert er eisini, at Brøðrasamkoman í Føroyum hevur breyðbróting hvønn sunnudag, hóast breyðbróting ikki hevur sama sakramentala týdning í teirra trúarjáttan sum hjá Fólkakirkjuni.

Størri virðing fyri sakramentinum kemur, um tað verður móttikið oftari. Harumframt kann hugsast, at lutherska læran um breyðbrótingina hevði verði minni fremmand fyri kirkjuliðið, um tey fingu hana oftari. Her meinast við luthersku trúnna um, at í breyðbrótingini fæst Kristi veruliga likam og blóð, fyrigeving og lív (meir um tað her). Um kirkjuliðið kendi týdningin av altargongdini, so høvdu tey nokk komið oftari í kirkju.

Sjálvur havi eg spurt nógv fólk og eri komin fram til, at fleiri høvdu komið oftari til gudstænastu, um tey vistu, at tey fingu altargongd til hvørja gudstænastu. Harumframt siga summi, at altargongdin er ein av høvuðs orsøkunum til at fara til gudstænastu. Tí altargongdin skilir gudstænastuna frá vanligum møtum t.d. hjá Heimamissiónini.

Í síni heild grundgevir Melanchton fyri, at gudstænastan er ófulfíggjað uttan altargongdina. Hetta tekur aftur fatur í Áp. 2:42, sum jú nevnir tey 4 grundleggjandi tingini (læru ápostlanna/prædika, samfelagið, breyðbrótingina og bønirnar), sum eru kjarnin í eini gudstænastu og kirkju. Hetta tí at kirkjan er als ikki ein kirkja uttan Orðið og Sakramentini. Augsburgska játtanin allýsir kirkjuna so: “Men kirkjan er samfelag teirra heilagu, har evangeliið verður boðað reint, og farið verður um Sakramentini á rættan hátt”. [14] Á hendan hátt hongur altargongdin óloysiliga saman við Orðinum og samleikanum hjá Kirkjuni. Sakramentini er jú sjálva evangeliið, sum verður givið okkum fysiskt, fyri at gera Guðs Orð sjónligt og ítøkiligt. 

“Hvussu er hjá okkum, tá vit ikki koma til altars”? Spyr Ovi Brim, próstur, í einum áhugatíma á Stórmøtinum 2026. At áhaldandi liva eitt undir ernerað kristiligt lív er álvarsamt, greiðir Ovi frá. Nýggja menniskjað skal hava føði, um tað skal vera varðveitt og sterkt til at liva kristna lívið. Altarborðið er tá avgerandi. Tað er jú 1 av hesum 4 elementum frá Áp 2:42.

Martin Luther skrivar í innleiðingini til Lítla Katekismus: “At tann, ið ikki brúkar Sakramentið ella biður um tað í minsta lagið fýra ferðir um árið, hann vanvirðir Sakramentið. Og tað er fryktandi fyri, at hann er ikki kristin, sum tann ikki er kristin, ið ikki trýr ella lurtar eftir evangeliinum”. [16] Um kirkjan hevur altargongd uml. 1 ferð um mánaðan, tvs. uml. 12 ferðir um árið, so lúkar hetta setta kravinum. Men um ein persónur kemur til gudstænastu t.d. 6 ferðir uppá eitt ár, so fær hann kanska altargongd 1-2 ferðir tað árið. Hetta er ikki gott, sambært trúarjáttanini. Um tað var hvønn sunnudag, so var meiri sannlíkt, at viðkomandi fekk breyðbrótingina minst 4 ferðir. 

Hinvegin høvdu onnur, sum ikki plaga fara til altargongd, kanska tímað verri í gudstænastu, og hetta tí at tað krevur eyka tíð og fyriskipan. Summi ynskja at halda fast við siðvenjuna - 1 ferð um mánaðan - og hava ilt við broytingum. Hetta meti eg tó ikki vera ein nóg góð orsøk til at víkja frá bíbilsku og frumkirkjuligu siðvenjuni, har vit regluliga móttaka Kristi likam, blóð, fyrigeving og náði. 



Niðurstøða

Ápostlarnir komu saman „á fyrsta degi vikunnar“ fyri at bróta breyðið (Áp. 20.7), og henda siðvenjan helt fram í øldir. Í 1500 ár var tað mest ein spurningur, um kirkjan skuldi útbýta breyðbrótingina vikuliga ella dagliga, og ikki 1 ferð um mánaðan. Bíblian ásetur ikki beinleiðis, hvussu ofta altargongdin skal vera. Men bæði Nýggja Testamentið, Frumkirkjan og lutherskir gudfrøðingar geva sterkar grundir fyri, at hon eigur at vera ein vanligur partur av hvørjari sunnudagsgudstænastu. Augsburgska játtanin sigur beinleiðis, at tað skal vera hvønn sunnudag.

Hesir lutherskir fedrar grundgeva fyri, at gudstænastan er ikki fulfíggjað uttan Sakramentið. Tí uppgáva kirkjunnar er at boða Guðs Orð og útbýta Sakramentini. Og hesi bæði, Orð og Sakramenti, hanga saman og eiga bæði at verða givin hvørja ferð kirkjan savnast; sum er sunnudag. Vikuliga altargongdin hevði verið við til at hildið Kirkjuni sunna og livandi, og tað kann væl hugsast, at fleiri høvdu komið í gudstænastu. Tað hevði eisini økt um virðingina hjá fólkið fyri Sakramentinum. Summi í kirkjuni høvdu ikki dámt hesa broyting, meðan nógv onnur, ið ikki koma vikuliga í kirkju, høvdu komið oftari. Hóast broytingar og praktiskan ampa, so meti eg tað vera meiri umráðandi at móttaka Sakramentið regluliga.



Fótnotir

[1] Arnold: “How Often Should We Receive The Lord’s Supper?”

[2]  Justin Martyr, First Apology LXVII, ANF 1.186

[3] Didache kap. 14

[4] Easton (1934): Part IV, kap. 35, nota 2
[5] Augustine: Letter 54 kap 2, §2
[6] Calvin: Institutes of the Christian Religion IV.17.43&46
[7] Wesley: The Duty of Constant Communion
[8] “Theology and Practice of The Lord’s Supper (III)”
[9] Nessan: “Wilhelm Loehe on the Christian Life”
[10] Webber: “Communion Frequency in the Lutheran Confessions”
[11] Sasse: “We Confess THE SACRAMENTS”
[12] Hetta sitatið kemur frá einari akademiskari grein frá liturgisku rørsluni, og tað er útgivið av Concordia Theological Seminary Media
[13] Arnold: “How Often Should We Receive The Lord’s Supper?”
[14] Augsburgska játtanin VII

[15] Brim, O.: “Altarborðið: Føði til tað æviga lívið” (25:14-26:25)
[16] Joensen (2012), s. 63



Keldulisti


Alnótin

Arnold, J.: “How often should we receive the Lord’s Supper?” 22. feb. 2021. Vitjað tann 17.09.2026. holyjoys.org

https://holyjoys.org/how-often-lords-supper/


Augustine: “Letter 54”. Vitjað tann 17.09.2026. newadvent.org

https://www.newadvent.org/fathers/1102054.htm?utm_source=chatgpt.com


Brito, U.: “On the first day of every week: The case for weekly communion.” 28. Juli 2023. Vitjað tann 17.09.2026. kuyperian.com

https://www.kuyperian.com/p/on-the-first-day-of-every-week


“Didache.” Vitjað tann 16.09.2026. earlychristianwritings.com

https://www.earlychristianwritings.com/text/didache-roberts.html#google_vignette 


Justin Martyr: “First Apology”. Vitjað tann 17.09.2026. newadvent.org

https://www.newadvent.org/fathers/0126.htm


Nessan, C.L.: “Wilhelm Loehe on the Christian Life”. Vitjað tann 17.09.2026. learn.elca.org.

https://learn.elca.org/jle/wilhelm-loehe-on-the-christian-life/?utm_source=chatgpt.com


Stewart, K.: “Three arguments for weekly communion”. 18. Apr. 2012. Vitjað tann 13.09.2026. thegospelcoalition.com

https://www.thegospelcoalition.org/article/three-arguments-for-weekly-communion/


“Theology and Practice of The Lord’s Supper (III)”. Mai 1983. Vitjað tann 17.09.2026. christian.net

https://christian.net/pub/resources/text/wittenberg/mosynod/web/sup-03.html?utm_source=chatgpt.com


Webber, D.J.: “Communion Frequency in the Lutheran Confessions”. Vitjað tann 17.09.2026. oocities.org

https://www.oocities.org/trinitytoronto/ComFreq.htm?utm_source=chatgpt.com


Wesley, John: “The Duty of Constant Communion”. Vitjað tann 17.09.2026. holyjoys.org

https://holyjoys.org/the-duty-of-constant-communion/


Poddvarp

Brim, Ovi: “Altarborðið: Føði til tað æviga lívið”. Bíbliulæra, Spotify

Bøkur

Balslev, C.F.; Luther, Martin (2017): Luthers lítla og stóra katekismus. Føroyskt Kirkjumál. J. Dahl próstur týddi


Calvin, John: Institutes of the Christian Religion. Umsett hevur Henry Beveridge. Bókin kann lesast her:

https://ccel.org/ccel/calvin/institutes/institutes.ii.ii.html


Easton, B.S. (1934): The Apostolic Tradition of Hippolytus. Cambridge University Press. Bókin kann lesast her:

https://www.gutenberg.org/files/61614/61614-h/61614-h.htm


Joensen, H.J (2012): Trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar. Føroyskt Kirkjumál


Kolb, R. et. al. (2000): The Book of Concord: The Confessions of the Evangelical Lutheran Church. Fortress Press


Sasse, H. (2023): We Confess THE SACRAMENTS. Umsett hevur Norman Nagel. Publishing House St. Louis. Bókin kann lesast her:

https://www.scribd.com/document/959339358/Sasse-We-Confess-the-Sacraments


Lær meir:

Epistul.info: “Hvat er breyðbróting” Les her

Spotify (poddvarp):

  • Anton Í Liljudali - Sakramentini II (Altarborðið). Eliaskirkjan. Lurta her

  • Altarborðið: Føði til tað æviga lívið v/ Ova Brim. Bíbliulæra. Lurta her

  • Bíbliuskeið 2025 Altarborðið v/ Jákup E. Petersen. Lurta her

Dávid Berg

Dávid Berg er ein av stovnarinum av Epistul. Hann er 20 ára gamal, býr í Hoyvík og gongur í Vesturkirkjuni.

Næste
Næste

Hvør var Papias?