Epistlar
Hvat er at finna?
Her kanst tú lesa greinar (epistlar) skrivaðar á føroyskum. Les um alt frá tíð Ádams til okkara samtíð.
Ert tú mest áhugaður í at vaksa í trúnni ella granska gudfrøði til fulnar, so finnur tú tað, ið tú leitar eftir her (vóna vit).
Harrans signing. Hav eina góða gransking.
Kategoriir
Burdi Altargongd Verið Hvønn Sunnudag?
Summi høvdu ynskt at altargongdin var hvønn einasta sunnudag, meðan onnur høvdu als ikki ynskt, at hon var títtari enn mánaðarliga. Men hvussu ofta burdi ein kirkja/samkoma havt altargongd/breyðbróting, og hvat siga Bíblian, kirkjusøga og lutherskir gudfrøðingar um hendan spurningin?
Hvat er breyðbróting?
Flestu kristin í dag trúgva, at breyðbróting bert er eitt symbol. Hetta sýnið á breyðbróting er vandamikið. Tí, í hesi grein kanst tú lesa um, hvussu breyðið og vínið sanniliga er Kristi likam og blóð. Eisini kanst tú lesa um, hvussu breyðbróting er frelsandi og fyrigevur syndir.
Luther um dópin
Dópurin virkar fyrigeving syndanna og veitir øllum teimum, ið trúgva, frelsu. Frelsan er av náði, við trúgv. Tó má trúgvin hava dópin at krøkja seg til. Dópurin er tó ikki okkara gerningur, men Guds.

