Epistlar
Hvat er at finna?
Her kanst tú lesa greinar (epistlar) skrivaðar á føroyskum. Les um alt frá tíð Ádams til okkara samtíð.
Ert tú mest áhugaður í at vaksa í trúnni ella granska gudfrøði til fulnar, so finnur tú tað, ið tú leitar eftir her (vóna vit).
Harrans signing. Hav eina góða gransking.
Kategoriir
Sola Scriptura (Skriftin Aleina)
Sola Scriptura merkir, at Bíblian er tann einasti lýtaleysi (infallible) myndugleikin yvir Kristusar Kirkju. Bíblian sjálv er kvirr um alt annað lýtaloysi.
Ein misskiljing er: “Bíblian er einasti myndugleikin”. Ein onnur er: “Øll trúarlæra má vera klárt lært í Bíbliuni”.
Bíblian sigur Skriftina vera nakað serstakt, yvir alt annað. Og Jesus setur Skriftina yvir traditión í Mark 7.
Sola Scriptura vann frama í reformatiónini, har læran í Kirkjuni veik alsamt meir frá Skriftini.

