Fjernaði Martin Luther 7 bøkur úr Bíbliuni?
Martin Luther og hinir reformarnir valdu ikki bara at koyra 7 bøkur úr Bíbliuni, men teir vóru samdir við jødarnar og nógvar av kirkjufedrunum um, hvussu Gamla Testamentið skuldi síggja út. Umframt søguligar orsøkir, so vóru eisini ymiskar gudfrøðiligar orsøkir at halda bøkurnar uttanfyri Skriftina.
Sola Scriptura (Skriftin Aleina)
Sola Scriptura merkir, at Bíblian er tann einasti lýtaleysi (infallible) myndugleikin yvir Kristusar Kirkju. Bíblian sjálv er kvirr um alt annað lýtaloysi.
Ein misskiljing er: “Bíblian er einasti myndugleikin”. Ein onnur er: “Øll trúarlæra má vera klárt lært í Bíbliuni”.
Bíblian sigur Skriftina vera nakað serstakt, yvir alt annað. Og Jesus setur Skriftina yvir traditión í Mark 7.
Sola Scriptura vann frama í reformatiónini, har læran í Kirkjuni veik alsamt meir frá Skriftini.
Savnanin av Nýggja Testamentinum
-Hvussu bleiv Nýggja Testamentið savnað? (Kirkjufedrar, fundar, Markion, gnostisisma o.a).
Bíblian bleiv liðugt savnað í 4. øld
Flest øll Kristin hava altíð veri samd um, hvørjar bøkur skuldu vera í Bíbliuni, men tað gekk ein løta, áðrenn kristindómurin bleiv lógligur í rómverska ríkinum (313 e.Kr.), og harfrá fekk hann altjóða ávirkan og mátti eyðmerkjast.
Codex Sinaiticus
Hvør er tann elsta fulla Bíblian?
Codexi bleiv skriva í mið 4 øld og inniheldur allar bøkunar í Bíbliuni, sum vit kenna hana í dag, men afturat teimum eisini tær 7 deutorokanónisku bøkurnar í gamla testamentinum og Brævið frá Barnabas og Hirðin Hermas afturat nýggja testamentinum

