Epistlar
Ein nýggjur epistul kemur út 2. hvørja viku
Hald fast við traditión
Ápostlanir hjá Kristusi tóku til sín fleiri lærusveinar. Hesir lærusveinarnir skrivaðu niður fleiri ting, sum ápostlarnir lærdu munnliga, eisini skrivaðu teir tingini, Jesus segði og gjørdi, sum ápostlarnir ikki skrivaðu, sum m.a. Jóh 21:25 segði, so bleiv alt ikki skrivað niður.
Eisini sigur Paulus ofta hvussu viktugt tað er at halda til munnliga traditión: 2 Tess 2:15 - 1 Kor 11:2 - Fil 4:9 - 2 Tim 1:13 - 2 Tim 2:2
Athanasius og kríggið móti Arianismu
Athanasius (296-373 e.Kr.) var alt avgerandi maðurinn í stríðnum móti Arianismu ( bólkurin, sum ikki trúði, at Jesus er Gud) . Sjálvt tá øll kirkjan var ímóti honum, stóð hann fastur við Bíbilsku trúnna og var sterkur verji fyri klassisku tríeindarlæruni, sum vit í dag kenna hana.

