Hvør var Papias? 

Vit vita ikki serliga nógv um Papias annað enn tað, sum aðrir kirkju fedrar hava sagt um hann, og tað teir hava skrivað niður av hansara skriftum. Vit hava einki frá Papiasi sjálvum.

Lív

Papias livdi uml. frá ár 60-130 e.Kr., nógv er ikki at vita um hansara lív, men vit vita, at hann var lærusveinur Jóhannesar ápostul, saman við Polycarp, og hann bleiv síðani biskupur í Hierapolis, har hann nokk eisini var føddur.

Sjálvur tók Papias lærusveinar til sín, ein av teimum var Irenæus frá Lyon (tó siga summar keldur, at Irenæus var lærusveinur hjá Polycarp).

Einki vita vit um deyða hansara.

Læra

Papias skrivaði 5 bøkur: “Frágreiðingar av Harrans Halgidómi” í ár 130. Hesar bøkurnar skrivaði hann út frá eygavitnum Kristusar, tí eitt sera týdningarmikið hjá honum var at fáa alla læru beinleiðis frá kelduni. Hann segði “bøkur at lesa gagnar mær einki, í mun til at hoyra orðini sjálvur”. Tó hava vit einki av hesum bøkrunum, bert nakrar siteringar av øðrum kirkjufedrum.

Jóhannes: Papias nevnir teir, sum hann hevur hoyrt læruna frá og nevnir navnið Jóhannes tvær ferðir: “Jóhannes (í samanhangi við ápostlarnar) og elstin Jóhannes, lærusveinur Harrans”. Tí kom tann trúgvin skjótt, at tað eru tveir Jóhannesar, ið hava skrivað bøkurnar í Bíbliuni. 1. og 2. Jóhannesar bræv byrja við orðunum “hin Elsti”, sum Papias vildi sagt var ein annar Jóhannes og ikki ápostulin.

Eusebius sigur í sínari bók “kirkjusøga”, at Papias var lærusveinur hjá Jóhannesi elstanum, og at tað nokk var tann Jóhannes, ið eisini skrivaði Opinberingina. Men “Filippus frá Side” kallar Papias lærusvein hjá Jóhannesi tí guddómliga, sum nokk meinar við Jóhannes, ið skrivaði Opinberingina, sum kundi verið Elstin, ið Eusebius nevnir. Men um tað sigur Filippus, at tað ikki er Elstin, ið hevur skrivað Opinberingina, men ápostulin. Anastasius av Sinai tekur undir við Filippus og sigur, at Papias var lærusveinur hjá Jóhannes ápostuli. Tað vil so siga, at Jóhannes ápostul hevur skrivað evangeliið, fyrsta brævið og Opinberingina, og at elstin hevur skriva annað og triðja brævi; um teir eru tveir ymiskir persónar.

Deyði Jóhannesar: Sambært Papiasi var Jóhannes kallaður aftur frá Patmos, har hann síðani livdi í Efesus til tann dag, hann bleiv tikin sum blóðvitnið. So hann - saman við Jákupi bróðir sínum - fullgjørdi profetiið, ið Jesus gav til móðir teirra um, at teir skulu drekka av Hansara koppi (Mk. 10.39): deyði sum blóðvitni. Hetta verður eisini stuðlað av kirkjufaðirinum Origen í hansara viðmerkingum av Matteusar evangeliinum. Tó er vanlig trúgv í dag, at Jóhannes var tann einasti ápostulin, ið ikki bleiv dripin.

Deyði Judasar: Sambært Papias doyði Judas ikki av at heingja seg sjálvan, men hann bleiv tikin niður, áðrenn hann doyði. Hann sigur, at Judas gekk runt her á jørð sum ein fyrimynd av gudloysi. Hann gekk runt hovin um allan kroppin, so hovin at hann kundi ikki ganga ígjøgnum vanligar hurðar, og hansara eygu vóru so hovin, at hann kundi ikki síggja ljós, og ikki eingongd ein lækni kundi síggja eygu Judasar, sjálvt við sínum tólum.

Jósef Barsabas “Justus”: Papias sigur frá, at ein av teimum, ið skuldi taka pláss Judasar (Barsabas), drakk deyðaligan eitur, men doyði ikki.

Eskatologi: Papias trúði, at Kristus skuldi koma 10.000 ár eftir Hansara uppreisn og skuldi stovna sítt fysiska kongaríkið her a jørð. Hann sær tí nýggju jørðina sum hyper fysisk, har tað kemur at vera næstan akkurát sum í dag, og vit skulu liva av mati. Hetta sigur Eusebius var ein misskiljing, ið Papias trúði. Hesa trúgv tók Irenæus eisini til sín.

Einglar: Papias sigur, at einglanir høvdu fingið vald yvir alheimin, men síðani kom drekin og var kastaður niður á jørðina við øllum einglum sínum

Evangeliini:

  • Markus var tulkari hjá pætur og skrivaði evangeliið út frá talur hjá Pæturi, men tað var ikki skrivað í eina ávísari raðfylgju. Papias segði, at Markus skrivaði evangeliið uttan at gera nakrar feilir.

  • Papias sigur, at Matteus skrivaði sítt evangeliið á hebraiskum, har fólk so hava útlagt hansara evangeliið og skrivað tað “umaftur” á griskum. Hann sigur eisini, at Matteus brúkti 1. Pæt. og 1. Jóh. at skriva sítt evangeliið útfrá.

  • Hann sigur seg sjálvan hava skrivað Jóhannesar evangeliið, sum Jóhannes hevði biðið hann skrivað tað. Hetta fyri at fylla tey hol, ið hinir evangelistarnir hava latið verið eftir. Hetta vil siga, at Jóhannes hevur sagt Papiasi evangeliið, og so hevur Papias skrivað tað niður, sum Jóhannes hevur sagt. Eins og Paulus gjørdi við síni brøv, so hevði hann ein at skriva alt niður, sum hann segði skuldi skrivast í brøvini (í t.d Róm 16:22 sæst hetta).

Jóhannes 8:1-11: Nógv kjak hevur verið í kirkjusøguni um hesi vers. Tí tey standa ikki í summum av teimum elstu bíbliu handritunum, m.a. Codex Sinaiticus (meir um “manglandi vers í Bíbliuni” kann hoyrast á okkara podcast). Hetta er um kvinnuna, sum bleiv tekin í hor. Jesus segði: “Tann av tykkum, sum syndaleysur er, kasti fyrstur stein á hana!” (Jóh. 8:7b).

Men Papias beinleiðis siterar hesi vers orð fyri orð, sum vísir, at hetta eru nokk sonn orð frá Jesusi. Um tey hoyra til, har tey eru sett inn, kann víðari verða kjakað um.


Keldur

  • The Apostolic Fathers - J.B Lightfoot & J.R Harmer (The Fragments of Papias)

Boas Hansen

Boas er ein av stovnarinum av Epistul

http://boashansen.com
Next
Next

Fjernaði Martin Luther 7 bøkur úr Bíbliuni?