Markus 16:16

Markus 16:16 (J.D)

Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal verða dømdur.

Markus 16:16 (V.D)

Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal verða fordømdur.


Markus 16:16 er eitt vers við sera djúpum innihaldi. Versið sigur: um tú vilt verða frelstur, so skalt tú trúgva og lata teg doypa. Hvat vil hetta tó siga?

Vit eru von við “trúgv aleina frelsur”, men nú lesa vit, at frelsa kemur frá trúgv og dópi? Lesur tú nú seinnu helvtina av versinum, so leggur tú merkið til, at har stendur “men tann, ið ikki trýr, skal verða dømdur”, tað sigur ikki “tann, ið ikki trýr og verður doyptur”. Versið nevnir bert, at manglar trúgv, so leiðir tað til fordøming. Hetta sigur okkum tað, at ein kann vera doyptur, men hevur hann ikki trúgv, so nyttar dópurin einki til frelsuna.

Trúgvin arbeiðir saman við dópinum til endurføðing. Tað er endaliga trúgvin, ið hevur alt at siga, men dópurin virkar enn til frelsu, ella hevði hann ikki veri nevndur í fyrru helvtini.

Mótsøgnin móti frelsandi kraftini í dópin, ið sigur “hvat so? Ein ið er barnadoyptur, men trýr ikki, kann hann so vera frelstur? Tað lærir kirkjan” Hendan mótsøgnin fellur, tá tú skilur versið í fullum. Tað er trúgvin, ið hevur alt at siga, men hon virkar gjøgnum dópin. So hesin persónurin, ið er doyptur, men ikki hevur trúgv, kann ikki vera frelstur, tí tað er trúgvin í knýtur dópin til frelsuna. Lutherska kirkjan lærir ongastaðni í sínum játtanum at dópurin frelsir fólk, uttan at tey noyðast at trúgva.

Sí onnur líknandi vers: 1. Pæt 3:21, Áp. 2:38-39


Boas Hansen

Boas er ein av stovnarinum av Epistul

http://boashansen.com